Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

Ásetingarnar í hesum kapitlinum eru grundaðar a kapitul V í MARPOL 73/78- sáttmálanum um fyribyrgjan av dálking frá burturkasti a serligum havumráðum. Fylgisskjal V í sáttmálanum er í sínari heild endurgivið í kapitul XXIV í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B. [Ásetingarnar eru víðkaðar til eisini at fevna um sjóøkið rundan um Føroyar].

Grein 1 Gildisøki

(1)  Hetta kapitlið er galdandi fyri bæði nýggj og verandi før, tó kunnu skelti, ið hanga uppi a einum verandi fari, varðveitast.

Grein 2 Allýsingar

Í hesum kapitlinum merkir:

(1)  "Burturkast" - Eitt og hvørt matvøru-, húsarhalds- og rakstrarburturkast, undantikið feskur fiskur og partar av hesum, sum stavar frá tí dagliga rakstrinum, og sum verður støðugt ella regluliga burturveitt. Burturkastið fevnir ikki um tey evnir, ið eru allýst ella nevnd í øðrum kapitlum um fyribyrging av dálking.
(2)  "Næsta strond" - Orðatiltakið "frá næsta strond" merkir frá teimum grundlinjum, haðani ytra landafrøðiliga sjóøki er ásett sambært altjóða rætti.
(3)  "Føroyskt sjóøki" - innan fyri 200 sjómíl roknað frá teimum føroysku grundlinjunum, soleiðis sum hesar eru allýstar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Grein 3 Burturveiting av burturkasti í norðsjónum, í eystursjónum [og í føroyskum sjóøki]

(1)  Tað er bannað at tveita í havið allar lutir, ið eru framleiddir úr plastevnum, m.a. kunstig togverk, kunstig fiskagørn og ruskposar úr plastikki og alt annað burturkast, undir hesum pappírslutir, klútar, gløs, metal, fløskur, tilfar úr leiri, vætuhaldført pakkitilfar og fóðrings- og pakkitilfar. Slíkt burturkast skal leggjast í bingjur a landi til burturkast.
(2)  Tað er tó loyvt at tveita matvøruburturkast a havið, men skal hetta vera so langt frá landi sum møguligt og í minsta lagi 12 sjómíl frá næstu strond.
(3)  Har ið burturkastið verður samanblandað við onnur evnir, hvørs burturveitingarkrøv eru ymisk, skulu tey strengastu krøvini lúkast.

Grein 4 Uppsløg og goymsluumstøður

(1)  Øll før 12 metrar og longri skulu hava eitt uppslag umborð, ið upplýsir manningina um krøvini til burturveitan av burturkasti. Uppslagið skal vera a einum ásýnligum staði umborð og teksturin skal vera sambært talvuni í ískoytinum til hetta kapitlið.
(2)  Øll før skulu, uttan mun til stødd, hava nóg góðar umstøður til at goyma burturkastið umborð, eisini matvøruburturkast. Goymsluumstøðurnar skulu vera í mun til siglingarleiðina hjá farinum og tíðarskeiðið farið er úti.

Ískoyti

Uppslag um viðgerð av burturkasti

     

Burturkast

 

Burturbeinan

   

í havið

     
     

Alt plastik

   

íroknað net,

 

Ikki loyvt

nettráður

   

og plast ruskposar

   

Fóringsevnir

   

innpakkingar-

 

Ikki loyvt

evnir

   

og alt sum

   

flýtur

   

Pappír, klútar,

   

glas, alt metal,

 

Ikki loyvt

fløskur av leiri

   

og øll líknandi

   

evnir.

   

Allar leivdir av

 

12. fjórðingar

mati og matgerð

 

úr landi

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv