Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

 

Grein 1 Gildisøki

(1)  Um ikki annað greitt er ásett í teimum einstøku kapitlunum, eru fyriskipaninar í hesum fylgisskjali galdandi fyri nýggj vinnufør undir 15 metra longd (L) og sum hava eitt støddartal uppá 20 og størri, men undir 100, soleiðis sum hendan støddin er allýst í grein 2, stk. 17, undantikin eru tó:
 
(.1)  ferðamannafør;
(.2)  herskip og herfólkaflutningsskip;
(.3)  frítíðarfør;
(.4)  træskip úr frumkendum bygningshátti (víkingaskip)1; og
(.5)  skip og før, ið eru lýst sum varðveitingarverd.
(2)  Før, ið ikki eru ferðamananfør, men sum vanliga verða brúkt til at føra upp til 12 ferðafólk, umframt loðs- og bjargingarfør, ið eru til støddar innanfyri tey omanfyri ásettu mørk, eru umfataði av hesum regluverkinum. Hesi skip og før skulu harumfarmt lúka tey serligu krøv, ið eru galdandi fyri avvarðandi skipaslag.
(3)  Eitt frítíðarfar, ið verður útleigað við skipara, er at roknað sum eitt vinnufar. Tá ið eitt slíkt far vegnað støddina er umfatað av hesum regluverkinum, kann eigarin søkja Skipaeftirlitið um loyvi at brúka krøvini til byggihátt, ásett í tøkniligu fyriskipanini um leigufør v.m. ístaðin fyri tey í hesum regluverki ásettu. Hetta er treytað av, at farið er CE-merkt, ikki verður brúkt í fastari sigling og sigling við, umframt skiparan, fleiri enn 12 persónum, ið fremja vanligt skipsarbeiði umborð.
(4)  Ásetingarnar í hesum kapitlinum eru galdandi fyri verandi før í tann mun, ið ásetingarnar í øðrum kapitlum í hesum regluverkinum er galdandi fyri verandi før.
(5)  Fiskifør, ið hava eitt støddartal uppá 100 ella størri ella sum eru 15 metrar (L) og longri, skulu lúka krøvini í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E.
(6)  Onnur minni vinnufør, ið hava eitt støddartal uppá 100 ella størri ella sum eru 15 metrar (L) og longri, skulu lúka krøvini í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum [C ella B] B.
(7)  Før, ið eru umfataði av hesum regluverkinum, fáa tillutað siglingarøki sambært hesum reglum:
 
(.1)  Opin før kunnu fáa tillutað eitt siglingarøki innan fyri siglingarøkini F1 og F2.
(.2)  Deksfør kunnu fáa tillutað eitt slíkt siglingarøki, ið verður mett at vera trygdarliga ráðiligt tá atlit verður tikið at stødd, byggihátti og tilfari .
(.3)  Deksfør 10 metrar ella styttri, kunnu vanliga fáa tillutað eitt siglingarøki innan fyri F3.
(.4)  Deksfør 15 metrar ella styttri, kunnu vanliga fáa tillutað eitt siglingarøki innan fyri F4.
(.5)  Deksfør, ið eru longri enn 15 metrar, kunnu vanliga fáa tillutað eitt siglingarøki innan fyri F5.
(8)  "Siglingarøki F1" er sjóøkið innan fyri 2 sjómíl úr grundlinjunum2.
(9)  "Siglingarøki F2" er sjóøkið innan fyri 15 sjómíl úr grundlinjunum.
(10)  "Siglingarøki F3" er sjóøkið innan fyri 30 sjómíl úr grundlinjunum.
(11)  "Siglingarøki F4" er sjóøkið innan fyri 60 sjómíl úr grundlinjunum, í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september tó 90 sjómíl úr grundlinjunum.
(12)  "Siglingarøki F5" er sjóøkið innan fyri 120 sjómíl úr grundlinjunum, í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september tó eisini sjóøkið rundan um Ísland og Skotland.
1Víst verður til tøkniligu fyriskipan um træskip úr upprunakendum bygningshátti...
2Grundlinjurnar eru allýstar í Anordning nr. 598 af 21. december 1976 om fiskeriterritoriet ved Færøerne.

Grein 2 Allýsingar

Í hesari fyriskipanini verða komandi orðaskiljingar allýstar soleiðis:

(1)  "Far" merkir eitt og hvørt far, ið verður brúkt til flutning a sjónum. "Far" skilst eisini við far, ið vanliga verður nevnt skip, bátur, jolla ella líknandi.
(2)  "Deksfar" skilst við eitt far, ið hevur eitt gjøgnumgangandi dekk ella yvirbygning. T.v.s at tað omanfyri djúplastalinjuna er eitt gjøgnumgangandi vatntætt dekk við hóskandi veðurtættum læsingum til øll op.
(3)  "Opið far" skilst við far, ið ikki eru deksfar. Eitt opið far kann partvíst vera yvirbygt, men yvirbygningurin lýkur tá ikki krøvini um vatntættleika. Eitt opið far skal ikki hava lensiportur.
(4)  "Veðurtætt" merkir, at vatn ikki skal kunna seta/koma inn í farið undir nøkrum sjó- og veðurlíkindum
(5)  "Nýtt far" er eitt far, ið
 
a)  ein bindandi sáttmáli um nýbygging ella størri umvæling er gjørdur um av føroyskum reiðara 1. januar 2001 ella seinri,
b)  ein bindandi sáttmáli um nýbygging ella størri umvæling er gjørdur um av føroyskum reiðara fyri tann 1. januar 2001, og sum er latin eigaranum eftir tann 1. januar 2002, ella
c)  um eingin byggisáttmáli er, verður eitt far mett sum nýtt, tá ið tað fær sítt fyrsta sýn eftir 1. januar 2001.
(6)  "Verandi far" merkir eitt far, sum ikki er eitt nýtt far.
(7)  "Fiskifar" merkir eitt far, ið verður brúkt til vinnuliga veiðu av fiski, hvali, kópi, roysningi, skjeladjórum ella øðrum livandi tilfeingi úr havinum, undir hesum før, ið tilvirka egnu veiðu umborð, [og/ella før, ið eru skrásett í skipaskránni ella farskránni sum fiskifar].
(8)  "Frítíðarfar" merkir eitt far, ið uttan mun til framtøkuútbúnaðin, verður brúkt til stuttleika og ítrótt, og sum ikki verður brúkt til nakað vinnuligt endamál. Í ivamálum ger Skipaeftirlitið av, um eitt far verður mett sum eitt frítíðarfar. Útleigan av einum fari, uttan skipara, ella til yrkisupplæring í stuttleikasigling, verður ikki roknað sum vinnuligt endamál
(9)  "Loðsfar" merkir eitt far, ið verður brúkt til at flyta loðsar til og frá skipum, ið skulu brúka loðs. Eitt far, ið av og a verður brúkt til at flyta loðsar til og frá skipum, verður ikki roknað sum loðsfar.
(10)  "Sjóbjargingarfar" merkir eitt far, ið er góðkent sambært teimum serligu reglunum hjá Skipaeftirlitinum, sum eru galdandi fyri slík før og sum verða brúkt av bjargingartænastuni.
(11)  "Sleipari" merkir eitt far, ið er innrættað til at toga ella sleipa onnur skip og før, og sum eru útgjørd við króki, spæli, pullartum ella samsvarandi skipanum.
(12)  "Longdin (L)" skal roknast sum 96 % av samlaðu longdini a einari vatnlinju, ið liggur 85 % uppi a minsta flotdýpinum (moulded) máld frá kjalarlinjuni, ella sum longdin frá framparti a stavni til ásin a róðurstokkinum roknað a nevndu vatnlinju, um hendan longdin er tann størra. Á førum, ið hava kjalarhæll, skal tann vatnlinjan, ið longdin verður máld eftir, vera javnfjar við ta teknaðu vatnlinjuna.
(13)  "Longdin (Loa)" er longdin í beinari linju millum fremsta punktið a framstevninum og aftasta punktið a afturstevninum. Í hesum regluverkinum verður tann longdin a fiskiførum, ið er upplýst a málibrævinum brúkt.
(14)  "Longdin (L1)" er longdin millum skeringspunktið millum dekki og framstevnið, roknað ávikavist omaná dekkinum og a útsíðuni a klædninginum í framstevninum, og skeringspunktið millum dekkið og afturstevnið, roknað ávikavist omaná dekkinum og a útsíðuni a klædninginum í afturstevninum.
(15)  "Longdin" uttan nærri áseting, merkir í hesum regluverkinum "Longdin Loa" a fiskiførum og a øðrum minni vinnuførum "Longdin L1", soleiðis sum tað er ásett í málibrævinum hjá hvørjum einstøkum fari sær.
(16)  "Breiddin B" er størsta breiddin a farinum soleiðis sum tað er ásett í málibrævinum hjá farinum.3
(17)  "Støddartal" er longdin (L1) faldað við breiddini (B) a farinum, t.v.s. (L1 x B), tó soleiðis, at a fiskiførum verður longdin Loa brúkt ístaðin fyri L1.
(18)  "Dýpið moulded" (ella "Formdýpið") er tann lodrætta hæddin máld miðskips frá kjalarlinjuni til yvirkant a deksbjálkum undir arbeiðsdekkinum úti í borðinum.
  Á førum, har ið sambandið millum dekkið og síðuklædningin er rundformað, skal dýpið moulded (ella formdýpið) málast til skeringspunktið a teimum longdu linjunum, ið ganga frá tí beina dekspartinum og síðuklædninginum.
  Um so er, at arbeiðsdekkið er skipað í stigum, og tann upplyfti parturin røkkur upp um tað punktið, haðani dýpið moulded skal roknast, skal dýpið moulded málast til eina linju, ið verður longd frá tí lægsta partinum a dekkinum, og sum er javnfjar við tann upplyfta partin.
(19)  "Djúpasta lastavatnlinja"("djúplastavatnlinjan") er tann vatnlinjan, ið svarar til mest loyvda flotdýpi a farinum, meðan tað er í brúki.
(20)  "Løtt vatnlinja" er tann vatnlinja, ið farið flýtur við, tá skipið liggur við ongari last, við ongum persónum umborð og ikki hevur ís og fiskireiðskap, men hevur vørugoymslu og 10 % av brennievni umborð.
(21)  "Miðskips" er miðjan a longdini L1, a fiskiførum tó miðjan a longdini Loa.
(22)  "Miðband" er tann tvørskurður í skrokkinum, ið er miðskips og er ásettur av skeringslinjuni millum konstruktiónslinjuna a skrokkinum og eina loddrætta flatu vinkulrætt a vatnlinju- og miðlinju fløturnar.
(23)  "Kjøllinja ella Kjalarlinja" er linjan javnfjar við hallið a kjølinum, ið miðskips gongur gjøgnum:
 
(.1)  yvirkant a kjølinum ella skeringslinjuni millum innaru síðu a uttara klædninginum og kjølin, um kjølurin stingur uppum hesa linju, a førum, ið er klødd við metali, ella
(.2)  ytra kant a spuningini við kjølin a førum, ið er klødd við timbri ella hava lamineraðan skrokk, ella
(.3)  skeringspunktið millum ytru flatu a klædninginum, førd við beinari linju niður til skering við miðlinjuna a førum, ið eru klødd við øðrum tilfari enn timbri ella metali.
(24)  "Grundlinja" er ein vatnrøtt linja, ið miðskips skerir kjalarlinjuna.
(25)  "Fríborð" er tann lodrætti avstandurin, máldur miðskips a klædninginum, frá djúplastavatnlinjuni til yvirkant a arbeiðsdekkinum úti í borðinum.
(26)  "Arbeiðsdekk" er vanliga tað lægsta gjøgnumgangandi dekkið oman fyri djúplastavatnlinjuna, haðani fiskað verður. Á førum, ið hava tvey ella fleiri gjøgnumgangandi dekk, kann Skipaeftirlitið góðkenna eitt lægri dekk sum arbeiðsdekk treytað av, at dekkið er oman fyri djúplastavatnlinjuna.
(27)  "Veðurdekk" er eitt dekk, ið er fyri ávirkan frá sjógvi og veðri úr erva og frá í minsta lagi einari síðu.
(28)  "Yvirbygningur" er tann konstruktiónin, ið er bygd oman a arbeiðsdekkinum, og sum røkkur frá síðu til síðu a farinum, ella at síður tess ikki eru innanfyri 0,04 B.
(29)  "Afturlatin yvirbygningur" er ein yvirbygningur við:
 
(.1)  heilum skilarúmsskottum, ið eru av fulldyggari konstruktión;
(.2)  slíkum skottum sum omanfyri, ið hava op við fast uppsettum veðurtættum hurðum, ið kunnu latast upp frá báðum síðum. Strykin a slíkum hurðum skal vera samsvarandi styrkina a konstruktiónini rundan um; og
(.3)  øðrum opum í síðum ella endum a yvirbygninginum, ið hava fulldyggar veðurtættar læsingar. Ein brúgv, ella poop, kann ikki roknast sum afturlatin uttan so, at manningin altíð kann sleppa til maskinaríið og aðrar arbeiðsstøðir í slíkum yvirbygningum aðrar vegir, tá ið opini í skottunum eru latin aftur.
(30)  "Dekk a yvirbygningi" er tað fullað ella partvísa dekkið, ið fevnir um yvirpartin a einum yvirbygningi, dekshúsi ella aðrari uppbygging, ið røkkur í minsta lagi 1,8 m upp um arbeiðsdekkið. Um so er, at hendan hæddin er lægri enn 1,8 m, skal yvirparturin av hesum dekshúsum ella aðrari uppbygging, verða roknað a sama hátt sum arbeiðsdekkið.
(31)  "Hædd a einum yvirbygningi ella aðrari uppbygging" er tann minsta lodrætta hæddin, máld úti í borðinum frá yvirkanti a deksbjálkunum a einum yvirbygningi til tað ovasta a bjálkunum undir arbeiðsdekkinum.
(32)  "Pavnur" er eitt rúm ella kar til goymslu av veiðuni ella reiðskapinum. Pavnarnir kunnu vera skipaðir í flytførum/flytiligum ella fast uppsettum stólpum saman við flytførum/flytiligum borðum ella síðuplátum.
(33)  "Móttøkupavnur" er eitt rúm ella kar til at leggja veiðuna í, tá ið hon verður tikin umborð. Ein móttøkupavnur kann vera fast innibygdur í skrokkin ella vera skipaður sum ein pavnur, soleiðis sum ásett í stk. (31) omanfyri.
(34)  "Vatntætt" merkir, at vatn/sjógvur ongan veg skal kunna seta gjøgnum konstruktiónina/bygnaðin undir einum vatntrýsti svarandi til tað, sum konstruktiónin/bygnaðurin er ætlaður til.
(35)  "Ítøkilig meting" merkir, at Skipaeftirlitið hevur, a ráðleggingarstøðinum og um neyðugt við seinni hildnum sýni, góðkent tann brúkta framferðarháttin, byggiháttin, formin ella nýtsluna av avvarðandi tilfari.
(36)  "Góðkent" merkir góðkent av Skipaeftirlitinum.
(37)  "Manning" merkir skiparin og allir aðrir persónar, ið eru settir í starv ella hava nakað starv umborð a einum fari í samband við virksemið tess.
(38)  "Ferðafólk" merkir ein og hvør persónur umborð, ið er eldri en 1 ár, undantikið skiparan og hinar av manningini.
(39)  "Ferðamannafar" er eitt far, sum flytur fleiri enn 12 ferðafólk.
(40)  "GRP" merkir glastrevjastyrkt polyester (Glassfibre Reinforced Polyester), og er tann vanliga nýtta styttingin fyri glastrevjafør.
(41)  "Klassafelag" er eitt felag, ið Skipaeftirlitið hevur góðkent til tess vegnað at gera metingar av trygdini hjá skipum og førum.
3Víst verður til Kunngerð nr. 90 frá 19. juni 1990 um uppmáting av skipum undir 24 m til longdar.

Grein 3 Undantøk

(1)  Skipaeftirlitið kann veita einum fari fult ella partvís undantaksloyvi frá ásetingunum í hesum regluverkinum. Hesi før skulu tó lúka tey trygdarkrøv, sum Skipaeftirlitið metir eru hóskandi fyri ta siglingarleið, ið farið er ætlað til, og sum kann veita trygd fyri teirri vanligu trygdini umborð.

Grein 4 Javngildi og royndarkrøv

(1)  Skipaeftirlitið kann loyva eina aðra útgerð, tilfar, fyriskipan ella tól v.m. ella at onnur tiltøk verða sett í verk umborð, ið umboða í minsta lagi sama tryggleika sum tann, ið fæst við at ganga eftir ásetingunum í hesari fyriskipanini.
(2)  Skipaeftirlitið góðkennur royndir, ið eru framdar av góðkendum kanningarstovnum, undir hesum kanningarstovnum í øðrum londum innan ES- felagsskapin, umframt úr londum, sum eru umfataði av EØS- sáttmálanum. Hetta er tó treytað av, at váttanirnar eru a hóskandi og nøktandi tøkniligum og handverksligum støði og eru óheftar.

Grein 5 Umvælingar, broytingar og umskipanir

(1)  Eitt far, ið er undir umvæling, broyting ella umskipan, og somuleiðis skal útgerðin í sambandi við hesa umvæling, framvegis í minsta lagi lúka tey krøv, ið frammanundan vóru galdandi fyri farið.
(2)  Umvælingar, broytingar og umskipanir í størri mun og somuleiðis útgerðin í hesum sambandi, skulu einans lúka krøvini til nýggj før fyri tann umvalda, broytta ella umskipaða partin, og í tann mun, at Skipaeftirlitið metir hesi at vera rímilig og verkliga møgulig.
(3)  Eitt far, ið fær eina broyting ella umvæling gjørda, ið hevur við sær, at farið ikki longur er umfatað av hesum regluverkinum, skal fyri tann nýggja partin av farinum lúka krøvini til eitt nýtt skip í tí regluverkinum, sum farið nú er fevnt av. Í tann mun at Skipaeftirlitið metir tað vera rímiligt og verkliga møguligt, skal tann verandi parturin a tí umbygda farinum lúka tær ásetingar, ið farið skuldi havt lokið, um tað av fyrstu tíð, tá ið kjølurin varð strektur, hevði tey nýggju mátini.

Grein 6 Sýn

(1)  Øll før skulu sýnast sum niðanfyri ásett:
 
(.1)  Áðrenn eitt siglingarloyvi sambært stk. (7) verður givið fyrstu ferð, antin tá tað er nýbygt ella keypt úr útlondum, skal farið sýnast. Sýnið skal umfata eina fullfíggjaða kanning av bygnaðinum, støðufestinum, maskinarínum, fyriskipanum og tilfari, undir hesum útsíður a skipsskrokkinum og innaru- og uttaru síður a ketlum og útgerð, í tann mun farið er fevnt av hesum regluverkinum. Sýnið skal vera fyriskipað soleiðis, at tað veitur trygd fyri, at bygnaður, tilfar og tilfarsstøddir a skrokki, ketlum og øðrum trýsttangum við útgerð, høvuðs- og hjálpimaskinur, elektriskur útbúnaður, radioútbúnaður íroknaður tann, ið verður brúkur í bjargingarútgerðini, brandtrygdin, eldávísingar- og eldsløkkiútbúnaður, bjargingarútgerð og -fyriskipanir, siglingartól , nautisk rit og onnur útgerð fult og heilt lúka krøvini í hesum regluverkinum. Sýnið skal eisini veita trygd fyri, at tað arbeiðið, ið er gjørt umborð a øllum pørtum a farinum og útbúnaði tess í allar mátar er væl úr hondum greitt, og at farið er útgjørt við teimum lanternum, tólum til at kunna geva frá sær ljóðtekin og neyðtekin, ið kravd verða sambært hesum regluverkinum og galdandi Altjóða Siglingar-reglum, eru umborð.
(.2)  Eitt far, ið hevur fingið skift høvuðsmotorin ella verið fyri eini størri umvæling, broyting ella umskipan, soleiðis sum lýst í grein 5, stk. (2), t.d. broytingar, ið hava havt við sær broytingar í teimum í málibrævinum ásettu høvuðsmálum, ella størri flytingar av tyngdarpunktinum, ella størri broytingar av innrætninginum, skal, áðrenn tað fer í sigling aftur, hava fingið gjørt nýggjar støðufestisupplýsingar, sb. kapitul III, grein 9, stk. (2) og verða sýna.
(.3)  Før, ið verða brúkt til serlig endamál, ella sum hava fingið tillutað siglingarøki F5, skulu sýnast av nýggjum við í mesta lagi 48 mánaða millumbili, roknað frá seinasta sýnsdegnum..
(2)  Embætisfólk hjá Skipaeftirlitinum skulu fremja tey sýn og tær kanningar, ið hava til endamáls at handhevja ásetingarnar í hesari fyriskipanini, umfamt fráboða um undantøku frá hesum. Tó kann Skipaeftirlitið løggilda aðrar eftirlitshavandi ella feløg til at fremja kanningar og sýn. Tað áliggur eigaranum, møguliga um eina skipasmiðju ella ráðgeva, at boða Skipaeftirlitinum frá, tá farið skal sýnast, umframt at fáa gjørt mátingar hjá einum løggildum uppmátara.
(3)  Tá ein løggildur eftirlitshavandi ella eitt løggilt felag staðfestur, at farið ella útgerð tess í royndum ikki er í samsvar við upplýsingarnar í loyvisbrævinum, ella at farið er í einum slíkum standi, at tað ikki er skikkað at fara til havs uttan at vandi er fyri farinum og/ella teimum persónum, sum eru umborð, skal avvarðandi eftirlitshavandi ella felagið beinanvegin syrgja fyri, at neyðug stig verða tikin til tess at bøta um viðurskiftini, umframt beinanvegin at boða Skipaeftirlitinum frá hesum. Um so er, at neyðug stig ikki verða framd til tess at fáa bøtt um viðurskiftini, eigur siglingarloyvið at verða tikið aftur og fráboðan um hetta eigur at verða givin Skipaeftirlitinum beinanvegin; um so er, at skipið er í útlendskari havn, skulu myndugleikarnir a staðnum somuleiðis beinanvegin fáa frágreiðing um hetta.
(4)  Til tess at tryggja, at farið framhaldandi kann fara til havs uttan vanda fyri sjálvum farinum og/ella teimum persónum, sum eru umborð, skal farið og útgerð tess haldast soleiðis, at tað lýkur ásetingarnar í hesum regluverkinum.
(5)  Eftir at eitt sýn sambært hesum reglunum er endað, kunnu ongar broytingar gerast í bygningsháttinum, maskinarínum, útgerðini ella í øðrum viðurskiftum, ið eru fevnd av sýninum, uttan at Skipaeftirlitið loyvir hesum. Tó er loyvt at skifta út góðkenda útgerð og tól við samsvarandi útgerð og tól.
(6)  Tá farið verður rakt av einum vanlukkutilburði, ella at komið verður fram a eitt brek, og vanlukkutilburðurin ella brekið ávirkar trygdina a farinum ella bjargingarútgerðina ella dygdina ella fullkomna standin a aðrari útgerð, skal skiparin ella eigarin skjótast gjørligt boða Skipaeftirlitinum frá hesum, tí løggilda eftirlitshavandi ella tí løggilda felagi, ið hevur ábyrgd av útgávuni av viðkomandi loyvisbrævinum, sum síðani skal síggja til, at kanningar verða settar í verk til tess at fáa staðfest, um tað er neyðugt at fremja eitt sýn sambært hesum ásetingunum. Um so er, at farið er í einari útlendskari havn, skal skiparin ella eigarin somuleiðis beinanvegin boða frá hesum til myndugleikarnar a staðnum, og tann løggildi eftirlitshavandi ella løggilda felagið skal tryggja sær, at ein slík fráboðan er latin.

Grein 10 Siglingarloyvi og Eftirlitsbók

(1)  Eftir at eitt sýn er endað, verður eitt siglingarloyvisbræv givið, ið tilskilar, a hvørjum havøkjum farið hevur loyvi at sigla. Siglingarloyvisbrævið skal, saman við málibrævinum, vera umborð, í frumriti.
(2)  Før, ið eru umfataði av hesum regluverkinum, skulu hava eina av Skipaeftirlitinum ella uttanríkisumboðinum løggilda Eftirlitsbók. Eftirlitsbókin, ið Skipaeftirlitið gevur út, skal skrivast sambært ta í bókini ásettu vegleiðing og skal vera umborð.
(3)  Før, ið eru umfataði av hesum regluverkinum, skulu hava neyðug skelti, uppsløg og uppmerkingar, ið hóska til støddina og siglingarøkið hjá tí einstaka farinum.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv