Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan D

Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D - Ískoytiskrøv til ferðamannaskip undir 15 metrar bygd úr glasfipur (GRP) 1. august 2006

1 Gildisøki og almennar reglur

1.1  Krøvini í hesum fylgiskjali 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D eru bert galdandi fyri ferðamannaskip undir 15 metrar, sum eru bygd úr glasfibur (hereftir nevnt "farið"), og skulu krøvini metast sum ískoyti til viðkomandi klassareglur ella Nordisk Båtstandard for Yrkesbåter (1990).
1.2  Við ferðafólki umborð, hevur farið ikki loyvi at sigla skjótari enn 22 sjómíl.
1.3  Farið skal vera deksfar.

2 Verja móti sjóleka

2.1  Farið skal verjast soleiðis, at stórir lekar í rúmum ikki av sær sjálvum hava við sær, at grannarúmini fyllast við sjógvi: A, B og C
 
A: STEVNI

Farið skal hava vatntætt samanstoytsskott (tvørskipsskott frá botni til veðurdekk). Frástøða millum stevnið og samanstoytsskottið skal í mátingarvatnlinjuni vera í minsta lagi 2 % av mátingarvatnlinjulongdini upp til í minsta lagi 450 mm oman fyri mátingarvatnlinjuna. Frá hesi hædd og upp til veðurdekkið skal frástøðan millum stevnið og samanstoytsskottið vera í minsta lagi 4 % av mátingarvatnlinjulongdini.

B: BOTNURIN í afturskipinum, har róður og skrúva onga verju hava1.
C: BOTNURIN í farinum skal alment býtast upp við vatntøttum skottum í rúmum soleiðis, at lekar í 2 grannarúmum ikki nakra staðni hava við sær minni fríborð enn 200 mm.
 
2.2  Rúm, sum ikki eru fylt upp við skúmi, skulu annað hvørt lensast til maskinrúmið á mekaniskan hátt ígjøgnum kontraventil, ella kunna lensast við høvuðslensiútgerðini umborð, og hava luftrør við í minsta lagi 1,5 x tvørvíddini av fráveitingarrøri og førast uppum eitt hall uppá 40°. Felags útlufting kann gerast, og skulu sambindingarnar vera hægri uppi enn 450 mm oman fyri høvuðsdekkið.
2.3  Veitingar til maskinrúmið skulu vera beinleiðis sjónligar og kunna steingjast í maskinrúminum. Frárensl skulu merkjast hvør sær. Sjógvventilar skulu kunna steingjast frá einum staði uppi yvir høvuðsdekkinum.
2.4  Maskinrúmið skal hava í minsta lagi 2 vatnstøðuávaringar leysar av hvørjari aðrari.
2.5  Farið skal hava 2 dieselriknar høvuðslensiskipanir hvør leys av aðrari, tann eina rikin av høvuðsmotorinum og hin av neyðbrand/- lensipumpuni, sum skal vera staðsett uttanfyri maskinrúmið.
2.6  Hevur farið veðurtætta hurð frá veðurdekkinum til ferðafólkarúm og/ella stýrihús, verður farið mett sum afturlatið, og tá minkar kravið til gáttarhædd frá 380 mm til 100 mm, um so er, at fríborðið onga staðni er minni enn 500 mm.

3 Stabilitetur

3.1  Fríborðið skal ikki vera minni enn 300 mm í óskaddari støðu.
3.2  Fríborðsmerki skulu setast upp á skipssíðurnar og fríborðsprógv skal skrivast út.
3.3  Farið skal í óskaddari støðu lúka stabilitetskrøvini í IMO Resolutión A.749 (18).
3.4  Í skaddari støðu skal farið - umframt at lúka krøvini í pkt. 2.1 og 3.3 - eisini lúka hesi krøv:
 
3.4.1  Tryggleikavíddin á GZ-strikumyndini skal vera í minsta lagi 15° út yvir líkavektstøðu eftir skaða.
3.4.2  Flatan undir GZ-strikumyndini skal vera í minsta lagi 0,015 radianmetur, máld frá líkavektsstøðu í skaðastøðu til tann minna av hesum vinklum:
 
.1  Tann hallvinkulin, har farið byrjar at taka sjógv inn
.2  22° (mált frá rættkjøli) í tí førinum, har eitt rúm verður fylt, ella 27° (mált frá rættkjøli) í tí førinum, har 2 grannarúm verða fylt samstundis.
3.4.3  Útrokningarnar av stabilitetinum í skaddari støðu skulu taka støði í tí fyri stabilitetinum í óskaddari støðu ringastu lastastøðu.
3.4.4  Skaðaøkið, sum roknast skal við, og har fylling til rúm innanfyri kann henda, skal vera eitt og hvørt stað á skrokkinum undir einari vatnlinju javnfjar við grundlinjuna (basislinjuna) roknað soleiðis: Djúpasta lastavatnlinja (djúplastavatnlinjan) + (B sin10° / 2 cos10°), har B er breiddin á farinum2.
3.4.5  Í sambandi við útrokning av stabiliteti í skaddari støðu, skal roknast við fyllings- og yvirflatufyllingslutfalli í rúmum soleiðis:

Rúm ætlað til farm ella stores 60%

Apteringsrúm 95%

Maskinrúm 85%

Tangar 95% ella 0%, tað sum gevur strangastu krøv.

4 Brennievni

4.1  Innleggingar til brennievni, ið hevur lægri logamark enn 60°C eru ikki loyvdar.
4.2  Brennievnisfiltur skulu vera dupult, við metalhúsa, vatnávaringum og veitingum til burturveitingartanga.

5 Eldsbjálving og yvirflatutilfar/ grundleggjandi eldsverja

5.1  Í aptering/ ferðafólkarúmum skulu skott, hurðar, brósting o.t., sum kunnu brenna, klæðast við tilfari, ið lúka krøvini til B15 ella við trútnandi, eldsforðandi máling við bjálvingareginleikum, sum svarar til IMO Resolutión A.653 (16) og Resolutión MSC 41 (64). GRP (glastrevju-) arbeiðið skal fullførast við eldsforðandi toppcoat. Teppi, tapet og møblar skulu vera av tilfari, ið ikki brennur.
5.2  Í maskinrúmi skulu skott, dekk, hurðar og lúkur (og um so er síður og toppur á motorkassa) á innsíðuni eldverjast til B15 ella við trútnandi, eldsforðandi máling við bjálvingareginleikum, sum svarar til IMO Resolutión A.653 (16) og Resolutión MSC 41 (64). Atlit kann takast til bjálvingarevni av sjálvsløkkjandi "sandwichkjarnu".
  Bjálvingarevnini skulu røkka í minsta lagi 300 mm niður um lægsta djúpgang og skulu vera guvutøtt. Rør-, kápul- og slangugjøgnumføringar til og frá maskinrúmi skulu vera tøtt og vera avrundað (falsað) og hava somu eldsverju sum gjøgnumføringin situr í.
5.3  Farið skal í aptering/ ferðafólkarúmum og maskinrúmi hava fast ísetta eldsávaringar-skipan og sløkkiskipan. Hendan skal vera bæði "akustisk og visuell" og vera við stýriplássið.
  Í aptering/ ferðafólkarúmum skal sløkkiskipanin vera ein opin sprinklaraskipan, sum nýtir vatn.
  Í maskinrúmi skal sløkiskipanin vera við vatni, CO2 ella samsvarandi góðkendum køvandi sløkkievni.
5.4  Aptering/ ferðafólkarúm og maskinrúm skulu vera útgjørd við hóskandi tal á royk- og hitafølarum, ið hava vísing við stýriplássið. Toppcoat og seinasta lagið av polyester skal vera góðkent eftir viðurkendum standardi sum brand-darvandi tilfar.

6 Verja móti at detta fyri borð

6.1  Lúnning, at verja móti at detta fyri borð, skal í ferðafólkaøki ikki kunna takast av. Lúnningshæddin skal vera í minsta lagi 1000 mm. Har ið lúnningin er gjørd við teinum, skal frástøðan millum dekk og niðasta tein í mesta lagi vera 230 mm og frástøðan millum teinarnar í mesta lagi 380 mm. Har ið eingin skansaklædningur er, skal verjunet vera frá dekki til ovasta teinin. Mesta longd millum stólparnar er 1500 mm. Sum eina aðra loysn enn teinar og verjunet kann veljast at seta upp raðhald við stólpum, har frástøðan millum stólparnar ikki er størri enn 100 mm.
6.2  Farið skal gerast soleiðis út, at tað er trygt at fara í land og um borð, t.d. gjøgnum lið í lúnningini.
6.3  Trappur skulu um til ber ganga langsskips.

7 Ferðafólkarúm og neyðútgongd

7.1  Ferðafólkarúm skulu í mest møguligan mun vera innrættaði við atliti at rørslutarnaðum fólki3.
7.2  Sitipláss skulu til breiddar vera í minsta lagi 0,50 m, fríhædd yvir afturkant á setrinum skal vera í minsta lagi 0,90 m og beinpláss roknað frá ryggleni skal í minsta lagi vera 0,75 m. Leys sitipláss ella sitipláss, sum kunnu leggjast saman, verða ikki roknað uppí.
7.3  Í ferðafólkarúmum skulu vera í minsta lagi eins nógv sitipláss og mest loyvda ferðafólkatal í rúminum.
7.4  Talið á persónum í einum afturlatnum rúmi, sum er ætlað ferðafólkum, verður ásett sum 0,85 m² frí dúrkflata fyri hvønn persónin sær. Í tíðarskeiðinum 1. mai til 30. september kann tað - umframt loyvda talið á ferðafólkum í afturlatnum rúmum - loyvast at sigla við ferðafólkum, sum halda til á dekkinum. Talið á persónum á dekkinum verður ásett sum 0,55 m² frí deksflata fyri hvørt ferðafólki sær. Ferðamannafør skulu hava afturlatin rúm svarandi til í minsta lagi 1/6 av samlaða loyvda talinum á ferðafólkum.
7.5  Ferðafólk skulu kunna koma lætt til og frá ferðafólkarúmunum. Trappur og hurðaop skulu í minsta lagi vera 750 mm til breiddar. Hvørt ferðafólkarúm sær skal hava 2 útgongdir. Rýmingarvegir skulu í minsta lagi vera 800 mm, trappur og hurðar undantiknar. Hetta kravið er eisini galdandi millum tvørskips stólparøð, har fleiri enn 4 fólk noyðast at koma út. Tann minsta útgongdin skal í minsta lagi vera 600 x 600 mm. Vegurin til útgongdirnar, ið vanliga ikki verða nýttar, skulu týðuliga merkjast "NEYÐÚTGONGD / EMERGENCY EXIT".
7.6  Ferðafólkarúm og atgongd til ferðafólkarúm, skulu hava eina fríhædd uppá í minsta lagi 1,98 m. Í øðrum rúmum, undantikið stýrihúsið, verður kravt ein fríhædd uppá í minsta lagi 1,80 m. Lægri hædd kann góðtakast í durum, neyðútgongdum og yvir sitiplássum.
7.7  Viðvíkjandi luftskifti verður víst til Nordisk Båtstandard (1990) Y 12.
7.8  Óljóð í ferðafólkarúmum og í stýrihúsi skal ikki fara uppum 65 db(A).

8 Vesi, tangi og pumping í land

8.1  Ferðamannafør skulu vera innrættað við vesi, hvørs rúm er skilt frá øðrum rúmum umborð við einari hurð, ið kann steingjast. Vesi skal vera av vatnskolandi slagi, og inni í vesirúminum skal vera eitt handvask við heitum og køldum ferskvatni og frárensli.
8.2  Før til fleiri enn 50 persónar skulu hava í minsta lagi 2 vesi.
8.3  Viðvíkjandi luftskifti verður víst til Nordisk Båtstandard (1990) Y 12.
8.4  Vesi skulu vera bundin til ein septitanga, sum til støddar skal vera í minsta lagi 0,25 m³, ella 15 ltr. pr. persón, um hetta er størri.
8.5  Tangi og rørskipan skulu vera gjørd soleiðis, at vacuumtøming kann fara fram gjøgnum sambindingarútgerð sum lýst í ISO 8099 ella sum ásett í pkt. 8.7 og 8.8. Tangin skal hava luftrør (1,5 x tvørvídd av súgvirøri) við loganeti sum fyri oljutangar.
8.6  Skipanir við pumpu og rørleidningi til at pumpa vesiskarn skal hava landsambinding sambært niðanfyri standandi talvu.
8.7  Rørleiðing ætlað til at pumpa vesiskarnið í land skal kunna skolast við sjógvi. Rørskipanin og rørskoytini á trýstsíðuni skulu tola eitt trýst uppá í minsta lagi 0,60 Mpa. Pumpan skal ikki kunna geva hægri trýst.

Standardmát á flansa til landsambinding

Lýsing:

Mát:

Ytra tvørmát

210 mm

Innara tvørmát

Í minsta lagi 38 mm

Boltasirkultvørmát

170 mm

Útskurður í flansa

4 hol ø18 við javnari fjarstøðu frá nevnda boltasirkultvørmáti. Útskurðir skulu gerast frá holunum og til flansakant. Útskurðsbreidd skal vera 18 mm.

Flansatjúkt

16 mm

Boltar og møtrikkar

4, hvør við tvørmáti uppá 16 mm og við hóskandi longd

Flansin skal vera slættur og passa til rør við størsta innara tvørmáti uppá 100 mm og skal vera úr stáli ella øðrum samsvarandi tilfari.

Noter:

1. Økið á skrokkinum rundan um festi til stívarar á skrúvu- og róðursakslum uttanborðs er í størri vanda fyri at koma fyri skaða, og tí má rúmið innanfyri tryggjast við vatntøttum sundurskiljingum.

2. Tikið er hædd fyri mest loyvda halli á farinum uppá 10° frá ferðafólkum úti í borðinum, ella hall frá siglingarferðini, tá róðrið verður lagt í borði.

3. MSC/Circ.735, "Recommendation on the Design and Operation of Passenger Ships to Respond to Elderly and Disabled Persons' Needs".

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv