Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at kanna og hava eftirlit við CO2-nøgdini í hátrýst CO2-skipanum umborð á øllum1 føroyskum skipum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva royndir við tílíkum arbeiði
∙  Umsøkjarin skal hava kunnleika til framferðarháttin sum ætlast brúktur (sí niðanfyri)
∙  Verður geislavirkið mátitól nýtt, skal umsøkjarin hava galdandi loyvi frá "Statens Institut for Strålehygiejne"2
2Umrødda loyvið frá Statens Institut for Strålehygiejne fæst við at útfylla umsóknarblaðið á heimasíðu teirra http://www.sst.dk/upload/ansoegningsskema_lukkede_kilder.pdf
∙  Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð og hjálpitól til hetta arbeiði
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri viðkomandi skipanir umborð á skipum, herundir tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki.

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing av lóggildaða arbeiðsøkinum

Talan er ikki um trýstroynd av fløskunum.

Talan er her bert um kanning av CO2 nøgd í hátrýst CO2 skipanum umborð á skipum.

Løggildingin kann tó eisini umfata aðrar fløskur við flótandi sløkkievni ella líknandi.

Framferðarhattir:

1.  Viging
2.  Ultraljóð mátitól
3.  Geislavirkið mátitól

Reglugrundarlagið:

   
 
∙  Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, Kapitel II-2 N(1), Afsnit A, regel 10.2

Próvskjal fyri kanning v.m. av CO2 nøgd:

Eftir at CO2 nøgdin er sýnað og/ella góðkend, skal tann løggildaði fylla út og undirskriva eitt próvskjal í 3 eintøkum. Í próvskjalinum skulu vera hesar upplýsingar:

1. Upplýsingar um skipið:

Navn, heimstaður, eftirlitsnummar, radiofrámerki og møguligt IMO-nummar.

2. Upplýsingar um skipanina:

3. Upplýsingar um sýni, frágreiðing:

Úrslitið av sýninum, hvat er kannað, hvat er umvælt, o.s.v..

4. Upplýsingar um løggildaða:

Navn og bústaður.

5. Staðfesting:

Dagfesting, stempul og undirskrift.

Eitt eintak av omanfyri nevnda próvskjali skal latast skipinum. Skipaeftirlitið skal hava eitt eintak, og tann løggildaði skal varðveita eitt eintak í minsta lagi 5 ár.

Uppskot til slíkt próvskjal skal leggjast við umsóknini.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv