Gildiskoma: 01.04.2009
Slag: Fráboðan

Við heimild í § 2, stk. 2, § 7, stk. 2 og § 49, stk. 1 og stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

Endamál

§ 1. Umframt tær til eina og hvørja tíð galdandi ásetingarnar í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, kap. V um brandtrygd umborð á fiskiskipum, setur henda Fráboðan eyka krøv til brandtrygdina umborð á ávísum føroyskum fiskiskipum.

Stk. 2. Endamálið við eykakrøvunum er fyrst og fremst at fyribyrgja eldsbruna, og í øðrum lagi at avmarka avleiðingarnar av einum eldsbruna umborð.

Fiskiskip 24 metrar og longri men undir 60 metrar

§ 2. Í framhaldi av krøvunum í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, kap. V, Afsnit C, regel 28 (5) um "Konstruktiv brandsikring", skulu øll fiskiskip 24 metrar og longri men undir 60 metrar lúka hesi eykakrøv til brandtrygd:

1)  Hurðar, ið sjálvvirkandi skulu kunna latast aftur tá eldur er í, mugu ikki verða hildnar opnar við krókum. Tó kann verða loyvt at hava eina skipan til tess at halda tílíkum hurðum opnum, um skipanin er útgjørd við eini fjarafturlatingarskipan av funktiónstryggum slagi
2)  Hesi eykakrøv koma í gildi tann 1. apríl 2009

Fiskiskip 60 metrar og longri

§ 3. Í framhaldi av krøvunum í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, kap. V, Afsnit B, regel 24, stk. 1 um "Brandmandsudrustning", skulu fiskiskip 60 metrar og longri lúka hesi eykakrøv:

1)  Umframt eyka andingartólini kravd í omanfyri nevnda regel 24, stk. 1, skal harumframt eisini finnast hóskandi útgerð til at fylla fløskurnar aftur við reinari luft. Henda útgerð skal í minsta lagi vera ein luftkompressari, sum eisini er íbundin neyðstreymskelduna, og sum hevur ein kapacitet uppá 3.600 litrarfaldað við talinum av kravdari brandútgerð. Kapaciteturin nýtist tó ikki at vera hægri enn 25.000 litrar um tíman.
2)  Hesi eykakrøv skulu vera lokin í seinasta lagi tann 1. januar 2010, ella við fyrstkomandi høvuðs- ella millumsýn eftir nevnda dag

Revsiásetingar og gildiskoma

§ 4. Brot á ásetingarnar í § 2 og § 3 í hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum verða revsað við bót.

Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast sambært reglunum í kap. 5 í revsilógini.

§ 5. Henda Fráboðan frá Skipaeftirlitinum kemur í gildi tann 1. apríl 2009.

Stk. 2. Samstundis verður sett úr gildi "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum nr. 2 frá 4. december 2008 um eyka brandtrygd umborð á ávísum føroyskum fiskiskipum".

Skipaeftirlitið, tann 23. februar 2009

Vilhjálmur Gregoriussen

stjóri

/ Petur E. Nielsen, ráðgevi

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv