Gildiskoma: 01.01.2013
Slag: Fráboðan

Við heimild í § 2, stk. 2, § 6, stk. 2, § 7, § 9 og § 49 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broytingum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni, verður ásett:

Gildisøki

§ 1. Henda Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum er galdandi fyri:

Øll føroysk skip við einum dimensiónstali1 uppá 20 ella størri, tó undantikið stuttleikaskip, sum ikki verða brúkt til vinnulig endamál og skip, sum vanliga ikki eru í sigling uttan fyri havnir, á firðum, vøtnum, ella øðrum vardum økjum
Øll føroysk skip, uttan mun til stødd, sum sigla við ferðafólki.

MEDISINKISTUR, ÍSKOYTI, TILHOYRANDI HEFTI OG LÆKNABÓK

§ 2. Umborð á skipum, fevnd av hesi fráboðan, skal vera ein av teimum í § 3 nevndu medisinkistum2, møgulig ískoyti, tilhoyrandi hefti til avvarðandi medisinkistu og ískoyti (Fortegnelse, kontroldokument og brugervejledning3), eitt eintak av Søfartsstyrelsens Lægebog, umframt Radio Medical Optegnelser.

Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann um neyðugt tillaga innihaldið í medisinkistu C til møgulig serlig føroysk viðurskifti.

Stk. 3. Møguligar broytingar og tillagingar av medisinkistunum verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo.

Medisinkistan

§ 3. Slagið av medisinkistu velst um góðkenda siglingarøki hjá skipinum og tal av persónum umborð sum niðanfyri ásett:

MedisinkistaA skal vera umborð á føroyskum skipum, sum ikki skulu hava niðanfyri nevndu medisinkistu B ella C umborð, umframt umborð á føroyskum ferðamannaskipum við loyvi til meira enn 100 ferðafólk og eini siglingarleið, sum varar longur enn 4 tímar.

Er manning mynstrað við skipinum, sum ikki skilir ella lesir danskt mál, skal brúkaravegleiðingin í heftinum til medisinkistu A, umframt Søfartsstyrelsens Lægebog, harumframt eisini finnast umborð í enskari týðing4

Medisinkista Bskal vera umborð á føroyskum skipum, sum sigla í mesta lagi 150 sjómíl frá nærmastu havn, ið hevur neyðugu heilivágsútgerðina og kann veita neyðugu læknaviðgerðina. Frástøðan kann økjast til 175 sjómíl undir teirri fortreyt, at skipið alla tíðina kann røkkast av eini bjargingartyrlu.

Medisinkista C skal vera umborð á føroyskum skipum við avmarkaðum siglingarloyvi til GMDSS-radioøki A1. Fiskifør, ið hava fingið sigliloyvi til GMDSS-radioøki A2 í tíðarskeiðnum 1. apríl til 30. september, kunnu tó fiska í siglingarøki F4 sambært Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F við medisinkistu C umborð.

Skip við medisinkistu C, sum sigla við vandamiklum farmi sambært IMDG-koduni, og sum skulu hava ískoyti P umborð, skulu harumframt eisini hava flytiføra útgerð til uppafturlíving (mobilt genoplivningsudstyr) umborð, samsvarandi fylgiskjali 1 til hesa fráboðan.

Ískoyti til medisinkistuna

Ískoyti CR

Allir bjargingarbátar- og flakar umborð skulu hava heilivág og medisinska útgerð samsvarandi tí til eina og hvørja tíð galdandi heftinum Fortegnelse, kontroldokument over lægemidler og medicinsk udstyr CR. Í staðin fyri eitt hefti til hvønn bátin, kann verða nýtt eitt felags hefti fyri allar bjargingarbátarnar/flakarnar umborð.

Heilivágurin og medisinska útgerðin í ískoyti CR skal goymast í vatntøttum pakningi sum týðiliga er merktur Supplementstype CR, og við upplýsingum um seinasta nýtsludag hjá heilivágum við tí stytstu haldgóðskuni.

Heilivágur, sum verður latin í glasíløtum, skal hava klæðing (coated).

Í Ískoyti CR skal vera tann av Søfartsstyrelsen góðkenda vatntætta vegleiðingin nevnd Lægemiddelfortegnelse til redningsbåde- og flåder.

Ískoyti P

Ferðamannaskip við loyvi at føra fleiri enn 100 ferðafólk og eini siglingarleið longur enn hálvan tíma, skulu eisini hava eina fyrstuhjálpartasku samsvarandi heftinum Fortegnelse, kontroldokument og brugervejledning over lægemidler og udstyr i førstehjælpstaske P.

Heilivágur og medisinsk útgerð til ískoyti P skal so vítt møguligt takast úr medisinkistuni hjá skipinum.

Ískoyti M

Umborð á skipum, sum skulu hava MOB-bát, skal hvør MOB-bátur vera útgjørdur við heilivági og medisinskari útgerð samsvarandi fylgiskjali 2 til hesa fráboðan. Hesin heilivágur og medisinsk útgerð skal so vítt møguligt takast úr medisinkistuni hjá skipinum. Verður MOB-báturin eisini nýttur sum bjargingarbátur, skal MOB-báturin harumframt eisini vera útgjørdur við heilivági og medisinskari útgerð til bjargingarbátar samsvarandi ískoyti CR.

Ískoyti til skip, sum føra vandamiklan farm

Skip, ið hava loyvi at føra vandamiklan farm samsvarandi IMDG-koduni (International Maritime Dangerous Goods Code), skulu eisini hava heilivág og medisinska útgerð umborð samsvarandi ískoytislistunum í heftinum til avvarðandi medisinkistu.

Umborð á skipum, sum føra vandamiklan farm samsvarandi IMDG-koduni og BC-koduni (Code of Safe Practice for Solid Bulk Cargoes), skal eisini vera MFAG (Medical First Aid Guide for Use in Accidents Involving Dangerous Goods).

Ískoyti F

Bjargingarfør5, sum hava medisinkistu C umborð, skulu eisini hava heilivág og medisinska útgerð samsvarandi fylgiskjali 3 til hesa fráboðan.

§ 4. Nærri krøv til lyftibørur umborð á skipum, sum skulu hava tílíkar børur umborð, eru ásett í fylgiskjali 4 til hesa fráboðan.

KEYP, ÚTFLÝGGJAN, MÓTTØKA OG VARÐVEITSLA AV MEDISINKISTUNI

Útvegan av medisinkistu

§ 5. Tað áliggur skiparanum og sjúkraviðgeranum umborð at syrgja fyri, at skipið hevur kravda heilivágin og medisinsku útgerðina umborð.

Stk. 2. Bert tann heilivágur og medisinsk útgerð, sum er ásett sambært hesi fráboðan, umframt møguligur persónligur reseptheilivágur sambært § 13, skal vera umborð á skipinum.

Stk. 3. Kravda mongdin av heilivági og medisinskari útgerð skal altíð vera í medisinkistuni, tá lagt verður frá landi. Verður brúkt munandi úr medisinkistuni á túrinum, skal medisinkistan fyllast upp aftur so skjótt høvi býðst.

Stk. 4. Ásetta mongdin av heilivági og medisinskari útgerð sambært hesi fráboðan eru minstukrøv. Skiparin avger í hvørjum einstøkum føri, um størri mongdir enn ásett skulu vera umborð.

§ 6. Fyrsta keyp og útflýggjan av medisinkistu sambært hesi fráboðan, skal fara fram umvegis eitt føroysk apotek, tó við hesum undantøkum:

1)  Nýbygningar úr einum EU/EØS-landi kunnu útvega sær medisinkistu úr avvarðandi EU/EØS-landi samsvarandi galdandi EU-reglum um medisinkistu umborð á skipi (EU-medisinkistan6) ella samsvarandi ásetingunum um medisinkistu sambært Meddelelser fra Søfartsstyrelsen A
2)  Skip, sum verða umskrásett frá fremmandum flaggi til føroyskt flagg, kunnu varðveita verandi medisinkistu undir teirri fortreyt, at hon samsvarar við tey undir pkt. 1) nevndu EU- ella donsku krøv

§ 7. Fylling av medisinkistum kann fara fram umvegis onnur enn føroysk apotek undir teirri fortreyt, at heilivágurin og medisinska útgerðin verður merkt rætt samsvarandi ásetingunum í avvarðandi hefti og fylgiskjølunum til hesa fráboðan.

§ 8. Reiðarin ella skiparin skulu skrivliga bíleggja heilivág og medisinska útgerð til medisinkistuna. Í bíleggingini skal greitt tilskilast, hvat slag av medisinkistu og/ella ískoyti bíleggingin viðvíkur.

Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann krevja skjalprógv frá reiðara ella skipara um, at keyptur heilivágur og medisinsk útgerð skal nýtast til sjúkufyribyrgjan ella sjúkuviðgerð av persónum umborð á skipinum.

§ 9. Framleiðarar av bjargingarflakum, ið kunnu blásast upp, og leiðarar av eftirlitsstøðum, ið fremja eftirlit og umpakking av tílíkum flakum, kunnu skrivliga - og saman við skjalprógvi um loyvi til tess frá Sjóvinnustýrinum - umbiðja og fáa útflýggjað kravda heilivágin og medisinsku útgerðina til ískoyti CR frá einum apoteki.

Útflýggjan av medisinkistu frá apoteki

§ 10. Apotek skulu eftir áheitan frá reiðara, skipara ella heimilaðum persóni sambært § 9 útflýggja tann í hesi fráboðan kravda heilivágin og medisinsku útgerðina.

Stk. 2. Apotekið skal útflýggja heilivágin og medisinsku útgerðina við áprentaðum ella maskinskrivaðum upplýsingum um talmerking/bólkanummar, innihald, nýtslu, haldgóðsku o.a. samsvarandi vegleiðingini í tilhoyrandi hefti, umframt skjalprógv frá apotekinum um tað útflýggjaða.

Stk. 3. Verður heilivágur og medisinsk útgerð send til skipið, skal apotekið syrgja fyri, at sendingin er væl pakkað og vard ímóti kondensfukt, veður og vindi, og at heilivágur og medisinsk útgerð, ið skal goymast undir serligum hitaviðurskiftum, heldur rætta hitan undir flutninginum.

Stk. 4. Við útflýggjan frá apoteki, skal heilivágur og steril medisinsk útgerð altíð hava í minsta lagi 70% av haldgóðskuni eftir, og góðskan skal samsvara við ta til eina og hvørja tíð galdandi WHO útgávuna av Certification Scheme on the Quality of Pharmaceutical Products Moving in International Commerce.

Stk. 5. Medisinsk útgerð skal vera CE-merkt, og upplýsingar um útgerðina skulu vera orðaðar á føroyskum, donskum ella enskum máli.

Móttøka av medisinkistuni umborð

§ 11. Í sambandi við móttøku av heilivági og medisinskari útgerð umborð á skipinum, skal skiparin ella sjúkraviðgerin kanna eftir:

1)  at innihaldið er samsvarandi ásetingunum í tilhoyrandi hefti
2)  at heilivágurin og medisinska útgerðin eru merkt rætt jvb. § 10, stk. 2
3)  at pakningurin er heilur og óskaddur av fukt jvb. § 10, stk. 4
4)  at haldgóðskan á heilivágnum er samsvarandi ásetingunum í § 10, stk. 5

Varðveitsla av medisinkistuni umborð

§ 12. Heilivágurin og medisinska útgerðin skal skipast og goymast samsvarandi vegleiðingunum í avvarðandi hefti og Søfartsstyrelsens lægebog.

Stk. 2. Heilivágur og steril medisinsk útgerð skal goymast í upprunapakninginum.

Stk. 3. Heilivágur og medisinsk útgerð skal goymst á einum stað, ið verjir væl ímóti vætu, nógvum hita og kulda. Serlig goymslukrøv, nevnd í vegleiðingunum í avvarðandi hefti, skulu fylgjast.

Stk. 4. Evni, ið verða brúkt ímóti flogkyktum og skaðadjórum, umframt sóttreinsandi evni við etjandi eginleikum, mugu ikki goymast saman við heilivági ella medisinskari útgerð.

Persónligur heilivágur

§ 13. Tann, ið hevur persónligan reseptheilivág við sær umborð á skip, skal við mynstring upplýsa skiparanum ella sjúkraviðgeranum umborð um hetta. Persónligur heilivágur skal skrivast upp í avvarðandi hefti og eftir áheitan frá sjúkraviðgeranum goymast í medisinkistuni.

Útflýggjan av heilivági umborð

§ 14. Einans skiparin ella sjúkraviðgerin kunnu útflýggja heilivág umborð á skipi, og útflýggjast skal bert til persónar, hvørs røkt og heilsustøðu skiparin hevur ábyrgdina av sambært sjóvinnulóggávuni.

Stk. 2. Áðrenn heilivágur verður útflýggjaður umborð, skal gevast gætur um ásetingarnar í §§ 17, 18 og 22-24, brúkaravegleiðingina í avvarðandi hefti og áskriftina á etikettini á heilivágnum. Skal útflýggjaður heilivágur ikki takast í einum, skal heilivágurin útflýggjast í nøktandi pakningi merktur við navninum á heilivágnum og týðiligari skamtanarvegleiðing.

Stk. 3. Heilivágur og medisinsk útgerð skal so vítt møguligt bert verða brúkt umborð á skipi í samráð við læknaráðgeving úr landi. Í bráðfeingis lívshættisligari støðu, har tað í fyrstu atløgu ikki eru stundur til at seta seg í samband við læknahjálp úr landi, eigur heilivágur og sjúkuviðgerð bert at verða givin eftir eini samlaðari meting av heilsustøðu hins sjúka ella skadda. Í hesum førum skal grundarlagið undir metingini skrivast í skipsdagbókina. Grundgevingin má ikki innihalda eymar persónsupplýsingar.

Eftirkanning av medisinkistuni

§ 15. Skiparin skal syrgja fyri, at medisinkistan, herundir medisinsk útgerð, verður eftirkannað í minsta lagi eina ferð um árið. Eftirkanningin kann fremjast av apoteki ella umborð á skipinum. Eftirkanning framd av apoteki skal skjalprógvast av apotekinum og váttast av skiparanum. Eftirkanning umborð á skipinum kann bara fremjast av skiparanum ella persóni við teirri í § 26 nevndu útbúgving.

Stk. 2. Eftirkanningin skal tryggja, at medisinkistan verður fylt upp aftur við manglandi ella ov smáum nøgdum av kravda innihaldinum, at heilivágurin ikki er vorðin ov gamal, og at medisinsk útgerð ella pakningur ikki eru skadd ella tærd. Er minsti ivi um góðskuna av heilivági ella medisinskari útgerð, skal hetta skiftast út.

Stk. 3. Heilivágur og medisinsk útgerð sambært ískoyti CR skal eftirkannast í sambandi við lógarkravda eftirlitið av bjargingarbátum/flakum jvb. § 9. Eftirkanningin kann í undantaksføri útsetast í mesta lagi 5 mánaðir. Eftirkanningin skal skjalprógvast av tí, sum fremur hana.

§ 16. Flytfør útgerð til uppafturlíving (mobilt geoplivningsudstyr), herundir súrevnisfløskur, bjølgur við ventili og masku, umframt súrevnismaskur við tilhoyrandi slangum, skulu í minsta lagi 3. hvønn mána roynast og eftirkannast umborð, jvb. fylgiskjali 1 til hesa fráboðan.

SJÚKUVIÐGERÐ7 UMBORÐ, LÆKNAHJÁLP ÚR LANDI OG ÚTBÚGVINGARKRØV

Sjúkuviðgerð umborð

§ 17. Sjúkuviðgerðin umborð skal leggjast til rættis og fremjast samsvarandi ásetingunum í Søfartsstyrelsens Lægebog.

§ 18. Sjúkraviðgerin umborð hevur ábyrgdina av, at fylgjandi verður skrásett í Radio Medical Optegnelsen:

1)  ein og hvør sjúkukanning umborð
2)  ein og hvør viðgerðarfyriskipan veitt úr landi
3)  ein og hvør sjúkuviðgerð umborð
4)  ein og hvør útflýggjan av heilivági umborð
5)  og annars øll tey viðurskifti, nevnd í Søfartsstyrelsens Lægebog

Stk. 2. Aðrar upplýsingar, kanningar ella viðgerðir skulu skrásetast samsvarandi viðgerðafyriskipan veitt úr landi.

§ 19. Einans skiparin og sjúkraviðgerin hava atgongd til upplýsingar í Radio Medical Optegnelser. Sjúklingurin sjálvur hevur tó rætt til innlit í Radio Medical Optegnelser viðvíkjandi honum sjálvum.

§ 20. Tá sjófólk mynstra av, skulu tey hava útflýggjað viðkomandi Radio Medical Optegnelser. Ferðafólk fáa útflýggjað viðkomandi Radio Medical Optegnelser, tá ferðin er av. Avrit av útflýggjaðum tilfari skal varðveitast umborð á skipinum í 1 ár. Verður skipið selt ella líknandi, skulu Radio Medical Optegnelser burturbeinast alt fyri eitt.

§ 21. Reiðarin8 skal syrgja fyri, at skiparin og sjúkraviðgerin umborð eru væl kunnaðir um skyldur teirra sambært hesi fráboðan, og at teir hava umstøður til at útinna skyldurnar á fullgóðan hátt.

Skt. 2. Reiðarin, skiparin og sjúkraviðgerin skulu støðugt halda seg kunnugar við broytingar og dagføringar av innihaldinum av medisinkistuni og øðrum upplýsandi tilfari viðvíkjandi skipsheilivági, medisinskari útgerð og sjúkuviðgerð umborð á skipi, eins og teir skulu kunna manningina um fyribyrgjandi og upplýsandi heilsuátøk umborð á skipi, viðkomandi faldarar o.a.

Læknahjálp úr landi

§ 22. Í teimum í Søfartsstyrelsens Lægebog og Radio Medical Optegnelser nevndu førum, skal sjúkuviðgerð umborð so vítt møguligt fremjast sambært læknaráðum úr landi.

Radio Medical Danmark

§ 23. Øll skip, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS), og annars øll føroysk skip, sum sambært hesi fráboðan skulu hava medisinkistu A umborð - tó undantikið skip, sum vanliga bara fiska ella sigla innanfyri 200 fjórðinga fiskimarkið Føroya - kunnu ókeypis leita sær læknaráð frá Radio Medical Danmark9.

Stk. 2. Læknaráðgeving frá Radio Medical Danmark verður veitt samsvarandi ásetingunum í donsku læknalóggávuni, Søfartsstyrelsens Radio Medical Instruks, Søfartsstyrelsens Lægebog, brúkaravegleiðingini í avvarðandi hefti, og sambært avtalu millum Sjóvinnustýrið og Sydvestjysk Sygehus/Radio Medical Danmark.

Stk. 3. Radio Medical Danmark hevur læknaligu ábyrgdina av sjúkuviðgerð, sum verður veitt umborð á føroyskum skipum eftir teirra boðum ella leiðbeining.

Føroysku kommunulæknarnir

§ 24. Onnur enn tey í § 23, stk. 1 nevndu skip, kunnu leita sær læknaráð frá føroysku kommunulæknunum eftir hesi mannagongd:

1)  gerandisdagar millum kl. 08.00 og 16.00 verður ringt til kommunulæknan í læknadøminum, har antin sjúklingurin ella skipið er heimahoyrandi
2)  gerandisdagar millum kl. 16.00 og 08.00, umframt alt samdøgnið í vikuskiftum og halgidagar, verður ringt til kommunulæknavaktina á Landssjúkrahúsinum, telefon 1870
3)  verandi møguleiki at ringja til MRCC-Tórshavn/Alarmsentralin 112 í bráfeingis lívshættisligari støðu, og tá skiparin ella sjúkraviðgerin annars halda tað verða neyðugt, er framhaldandi galdandi við síðuna av ásetingunum í nr 1) og 2) omanfyri

Stk. 2. Kommunulæknarnir veita læknahjálp til skip samsvarandi vegleiðingunum í Søfartsstyrelsens Radio Medical Instruks, Søfartsstyrelsens Lægebog, umframt brúkaravegleiðingunum í avvarðandi hefti. Kommunulæknarnir hava í hesum sambandi skyldu til gjølla at seta seg inn í innihaldið í medisinkistu B og C, møgulig ískoyti, nevnda tilfar frá Søfartsstyrelsen og møgulig serlig viðurskifti, sum eru galdandi umborð á skipi.

Stk. 3. Kommunulæknarnir hava læknaligu ábyrgdina av sjúkuviðgerð, sum verður veitt umborð á skipi eftir teirra boðum ella leiðbeining samsvarandi galdandi lóggávu um læknavirksemi og ásetingunum í hesi fráboðan.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til sjúkraviðgerar umborð á skipi

Siglingartíð

§ 25. Sjúkraviðgerin umborð skal hava í minsta lagi 24 mánaða skjalprógvaða siglingartíð, ella hava eitt gyldugt sjóvinnubræv.

Stk. 2. Lækni ella sjúkrarøktarfrøðingur, sum hevur staðið tað í § 26 nevndu útbúgving, kann virka sum sjúkraviðgeri umborð á skipi uttan siglingartíð ella sjóvinnubræv.

Útbúgving og eftirútbúgving

§ 26. Reiðarin skal syrgja fyri, at skiparin og sjúkraviðgerin umborð hava staðið eina góðkenda útbúgving í sjúkuviðgerð, umsiting og handfaring av heilivági og medisinskari útgerð sambært hesi fráboðan, sí tó stk. 4 og skiftisreglurnar í § 29.

Stk. 2. Útbúgvingin skal endurnýggjast í minsta lagi 5. hvørt ár.

Stk. 3. Góðkend útbúgving og eftirútbúgving í einum EU/EØS landi, sum í minsta lagi lýkur altjóða minstukrøvini í STCW-sáttmálanum10 A-VI/4-1 og 4-2, verður javnmett við eina í Føroyum góðkenda útbúgving/eftirútbúgving til sjúkraviðgera umborð á skipi.

Stk. 4. Krøvini í § 25, stk. 1 og § 26, stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri fiskifør undir 15 metrar sambært Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F. Førarin av nevndu førum skal í staðin hava fyrstuhjálparskeið (elementary first aid sambært STCW A-VI/1-3) og skal gjølla seta seg inn í innihaldið og nýtsluna av heilivágum og medisinsku útgerðini í medisinkistu C samsvarandi avvarðandi hefti, sum altíð skal vera umborð á farinum.

Útbúgvingar- og eftirútbúgvingarkrøv til sjúkraviðgerar umborð á skipi

Siglingarøki hjá skipinum

Slag av medisinkistu

Útbúgvingarkrav samsvarandi í minsta lagi altjóða minstukrøvunum í STCW A-VI/4-1 og 4-2

Eftirútbúgving - krevur grundútbúgving í avvarðandi medisinkistu ella hægri, ella navigatørútbúgving, har grundskeiðið er partur av útbúgvingini

Uttanfyri sigliøki sum krevja medisinkistu B og C

A

A

5. hvørt ár

Í mesta lagi 150 fjórðingar úr landi, tó upp til 175 fjórðingar, um skipið kann røkkast av bjargingartyrlu

B

A ella B

5. hvørt ár

Avmarkað til GMDSS-Radioøki A1, tó undantikið fiskifør undir 15 metrar sambært Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F

C

Fyrstuhjálparskeið (elementary first aid sambært STCW A-VI/1-3)

5. hvørt ár

Stk. 5.Útbúgvingin/eftirútbúgving í medisinkistu A og B kann skipast sum eitt felags skeið, og tað í § 26, stk. 4 nevnda fyrstuhjálparskeið kann vera partur av vanliga trygdarskeiðnum fyri sjófólk.

REVSING, GILDISKOMA OG SKIFTISREGLUR

Revsing

§ 27. Brot á ásetingarnar í hesi Fráboðan verða revsað við bót ella fongsul upp til 1 ár.

Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 28. Henda Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum kemur í gildi 1. januar 2013, og avloysir Bekendtgørelse nr. 431 af 19. juni 1989 om færøske skibes forsyning med lægemidler m.v., sum samstundis verður sett úr gildi við kunngerð frá avvarðandi landsstýrismanni.

Stk. 2. Føroysk skip, fevnd av hesi fráboðan, tó undantikið tey í § 6, nr. 2) nevndu skip, skulu skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2014 lúka ásetingarnar í hesi fráboðan um medisinkistu v.m.

Stk. 3. Tann í § 26 kravda útbúgvingin til sjúkraviðgera í avvarðandi medisinkistu, skal somuleiðis vera lokin skjótast gjørligt eftir gildiskomuna av hesi fráboðan og í seinast lagi 1. januar 2014, tó við hesum tillagingum:

1)  sjúkraviðgerar við skipsførara- ella skiparaprógvi frá 2001 ella seinni, skulu hava endurútbúgving sum sjúkraviðgeri í seinasta lagi 5 ár eftir, at teir seinast vóru á endurútbúgvingarskeiði í avvarðandi medisinkistu
2)  sjúkraviðgerar, sum tóku skipsførara- ella skiparaprógv áðrenn 2001, skulu skjótast gjørligt eftir gildiskomuna av hesi fráboðan og í seinasta lagi 1. januar 2014 hava staðið endurútbúgvingina sum sjúkraviðgeri í avvarðandi medisinkistu sambært hesi fráboðan
3)  førarir av fiskiførum fevnd av Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F, sum ikki hava verið á fyrstuhjálparskeiði seinastu 5 árini, skulu skjótast gjørligt eftir gildiskomuna av hesi fráboðan og í seinasta lagi 1. juli 2014 hava staðið fyrstuhjálparskeið (elementary first aid sambært STCW A-VI/1-3)

Sjóvinnustýrið 11. december 2012

Tommy Petersen, stjóri

/ Petur E. Nielsen, ráðgevi

FYLGISKJAL 1: Krøv til flytiføra útgerð til uppafturlívan og súrevnisfløskur

1.1 Det mobile genoplivningsudstyr består af en iltflaske monteret med reduktionsventil, flowregulator, ventilationspose med voksenmaske og tilhørende slanger.

1.2 Flowregulatoren skal som minimum kunne dosere iltmængden i intervallet fra 0-1-2-3-6-9-12 og15 liter ilt per minut.

1.3 Der skal forefindes pakninger i reserve til forbindelsen mellem reduktionsventil og iltflaske.

1.4 Endvidere skal der være en tungeholder og et mekanisk sug med tilhørende sugekateter og et reservoir. Suget skal kunne fungere uden anvendelse af iltflasken.

1.5 I udstyret skal der forefindes en overskuelig betjeningsvejledning og en behandlingsvejledning for førstehjælp ved hjertestop.

2 Det mobile genoplivningsudstyr skal være samlet og klart til brug i en enhed, der let kan transporteres.

3 Skibsmedicinkistens ilt er medicinsk ilt. Når der i medicinkistefortegnelsen er anført en bestemt mængde ilt - f.eks. 4 liter i en B-kiste - betyder dette 4 liter ilt under mindst 200 bars tryk, svarende til 800 liter "brugsilt".

4 I det mobile genoplivningsudstyr skal iltflaskernes størrelse være mellem 2 og 4 liter. Med et tryk på 200 bar svarer det til følgende indhold ved atmosfæretryk

2 liters flaske 2 x 200 = 400 liter

4 liters flaske 4 x 200 = 800 liter

5 Ilten i det mobile genoplivningsudstyr skal være fordelt på to flasker af 2-4 liter. Den ene skal befinde sig klar til brug i genoplivningsudstyret.

6 Det mobile genoplivningsudstyr skal afprøves og underkastes eftersyn mindst hver tredje måned. Eftersynet skal dokumenteres og attesteres af skibsføreren.

7 Iltflasker skal trykprøves senest hver tiende år.

Fylgiskjal 2: Heilivágur og medisinsk útgerð til MOB-bátar (ískoyti M)

1.

Ifølge bestemmelser i SOLAS, LSA-code kapitel III skal visse større skibe medføre en mand-overbord-båd (MOB-båd). Disse både skal være udrustet med et førstehjælpsudstyr med et relativt begrænset indhold, som udgør en del af bådens samlede udrustning.

2. Indholdet er som minimum følgende:

2 stk. Kompres forbinding, ca. 8 cm

2 stk. Absorberende forbinding, ca. 20 x 30 cm

2 stk. Usteril elastisk gazebind, ca. 4 cm x 4 m

2 stk. Trekant tørklæder ( Mitella)

1 stk. Kraftig klædesaks

2 par Engangshandsker usterile, X-large

1 stk. Pocket mask

3. Det medicinske udstyr skal pakkes i en egnet og vandtæt beholder/pose, som forsynes med udløbsdato.

4. Det medicinske udstyr skal minimum en gang årligt underkastes et eftersyn. Eftersynet skal dokumenteres. Dokumentationen skal være tilgængelig for Søfartsstyrelsen.

5.

Søfartsstyrelsen (Sjóvinnustýrið) accepterer, at førstehjælpsudstyret udgøres af en på markedet værende førstehjælpskasse eller en kasse som skibet evt. selv har pakket, men med ovennævnte indhold.

Fylgiskjal 3: Ískoytisheilivágur og medisinsk útgerð umborð á bjargingarførum (ískoyti F)

1. Farvandsvæsnets kystredningsfartøjer (t.e. bjargingarfør, fevnd av teirri til eina og hvørja tíð galdandi fráboðanini frá Sjóvinnustýrinum um bjargingarfør) som udrustet med lægemidler og medicinsk udstyr efter kategori C, skal yderligere supplere med følgende:

1 stk. mobilt genoplivningsudstyr i henhold til Søfartsstyrelsens gældende bestemmelser om mobile genoplivningsudstyr og iltflasker, jf. bilag 1.

2 stk. intersurgical masker, model nr.1115.

1 stk. tungeholder, størrelse 2.

1 stk. tungeholder, størrelse 3.

1 stk. tungeholder, størrelse 4.

1 stk. kraftig klædesaks.

1 stk. oppustelig frakturskinne, senior, hel ben.

1 stk. oppustelig frakturskinne, senior, hel arm.

1 stk. stiv halskrave, indstillelig til forskellige positioner.

4 stk. hypotermitæppe.

Fylgiskjal 4: Krøv til lyftibøru (Hejsebåre)

1

Der skal på skibe med krav om hejsebåre, forefindes langt rygbræt (Spinal board) og egnet hejsebåre til transport af langt rygbræt.

2

Langt rygbræt skal have følgende specifikationer :

.1 Mål:

Nyttelængde skal være mindst 1830 mm og højst 1980mm

Bredde: mindst 400mm og højst 500mm

Dybde: højst 70 mm(opklappet og sammenklappet)

.2 Egenvægt:

Egenvægt på ikke mere end 8 kg. Egenvægt bør være så lille som muligt.

.3 Bæreevne:

Bæreevnen skal være mindst 150 kg.

.4 Konstruktion:

Det lange rygbræt skal være en robust letvægtskonstruktion. Det skal være forsynet med mindst 3 greb på hver langside og mindst 1 greb i fod- og hovedende.

Håndtagene skal være let tilgængelige og give et sikkert greb til at løfte, sænke og bærer.

.5 Liggeflade:

Liggefladen skal være udformet således, at den giver maksimal støtte til hovedet, ryg, nakke og mave. Liggefladen skal være udformet således, at indtrængen af væsker forhindres. Materialet skal være let at rengøre, være vaskbart og mineraloliebestandigt. Det skal kunne modstå temperaturer i området +70ºC til -30°C.

.6 Fastspændingssystem:

Der skal være mindst fire patientfastgørelsesmuligheder med hurtigudløsning.

.7 Brændbarhed - giftige brændende gasser:

Der må ikke være tiltagende ulmen eller antændelse med flamme ved prøvning i overensstemmelse med EN 1021-1.

.8 Deformation af liggearealet:

Det lange rygbræt må ikke blive permanent bøjet eller knække ved prøvning i overensstemmelse med EN 1865:2000, kap.5.7.1.

.9 Vridbestandighed:

Der må ikke være blivende deformation ved prøvning i overensstemmelse med EN 1865:2000, kap.5.7.2.

3 Krav til egnet hejsebåre for langt rygbræt

.1 Båren skal være forsynet med mindst 3 greb på hver langside og mindst 1 greb i fod- og hovedende.

.2 Håndtagene skal være let tilgængelige og give et sikkert greb til at løfte eller sænke og bære båren.

.3 Liggefladen skal være udformet således, at indtrængen af væsker forhindres. Materialet skal være let at rengøre, være vaskbart og mineraloliebestandigt samt kunne tåle foreløbig røntgendiagnostik. Det skal kunne modstå temperaturer i området +70ºC til - 30ºC.

.4 Båren skal være forsynet med løfteseler, til hejsning horisontalt og vertikalt.

.5 Mindst fire patientfastgørelsesmulighed med hurtigudløsning.

.6 Fodplade til støtte ved hejsning vertikalt.

.7 Egenvægten skal være så lav som muligt.

.8 Bærerevne mindst 150 kg.

1.  Dimensiónstalið verður ásett samsvarandi teirri til eina og hvørja tíð galdandi Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F um smærri vinnufør, kap. I, regel 2, nr. 18, t.e. fyri fiskifør Loa x B og fyri onnur før L1 x B
2.  Reglurnar um føroysku medisinkistuna byggja á "EU-medisinkistuna" sambært EU-direktivi 92/29/EØF og donsku reglurnar í Meddelelser fra Søfartsstyrelsen A, kap. IX, afsnit B.
3.  Umrøddu hefti, umframt annar danskur lesnaður nevndur í hesi fráboðan, verður útgivið av danska Søfartsstyrelsen og fæst til keyps frá forlagnum Iver C. Weilbach & Co. A/S, Toldbogade 35, DK-1253 København K, telefon: +45 33343569, fax: + 45 33343561, teldupostadressa: nautical@weilbach.dk, heimasíða: www.weilbach.dk
4.  Ávíkavist User Instructions for the Contents of Ship´s Medicine Chest A og The Maritime Medical Manual
5.  Sambært teirri til eina og hvørja tíð galdandi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um bjargingarfør
6.  Rådets direktiv 92/29/EØF om miniumsforskrifter for sikkerhed og sundhed med henblik på at forbedre den lægelige bistand om bord på skibe
7.  Hugtakið "sjúkuviðgerð" merkir bæði í sambandi við sjúku og skaða
8.  "Reiðari" merkir eigarin av skipinum, ella tann persónur ella felag, ið rekur skipið eigarans vegna
9.  Telefon +45 75 45 67 66, Telefax +45 75 45 67 50, Emal radio.medical.danmark@svs.regionsyddanmark.dk webpage www.radiomedical.eu
10.  STCW-sáttmálin: "International Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers".

 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv