Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

 

Fráboðan F, 1. februar 2008

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd a sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

§ 1. Henda Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum F er galdandi fyri smærri vinnufør samsvarandi ásetingunum og avmarkingunum í kap. F I, regel 1.

§ 2. Nærri ásetingarnar um byggikrøv og útgerð v.m. eru at finna í niðanfyri nevndu og dagfestu kapitlum:

Kapitul

Innihald

F I

Almindelige bestemmelser, 1. oktober 2006

F II

Konstruktion, vandtæthed og udstyr, 1. oktober 2006

F III

Stabilitet og sødygtighed, 1. oktober 2006

F IV

Maskineri og elektriske installationer, 1. december 2007

F V

Brandsikring, opdagelse af brand og brandslukning, 1. oktober 2006

F VI

Beskyttelse af besætningen (arbejdsmiljø og sikkerhed m.v.) , 1. oktober 2006

F VII

Redningsmidler og -arrangementer, 1. oktober 2006

F VIII

Foranstaltninger i nødsituationer, mønstringer og øvelser, 1. oktober 2006

F IX

Radiokommunikation, 1. maj 2005

F X

Sejladsens betryggelse, 1. oktober 2006

F XI

(Ikki galdandi í Føroyum)

F XII

Opholdsrum, 1. oktober 2006

F XIII-XX

(avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

F XXI

Forebyggelse af olieforurening, 1. oktober 2006

F XXII

Forebyggelse af forurening med skadelige flydende stoffer i bulk, 1. oktober 2006 (tilvísing til kap. XXII í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B)

F XXIII

Forebyggelse af forurening med skadelige flydende stoffer, der transporteres til søs i emballeret form, 1. oktober 2006 (tilvísing til kap. XXIII í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B)

F XXIV

Behandling og opbevaring af kloakspildevand, 1. oktober 2006

F XXV

Forebyggelse af forurening med affald fra fartøjer, 1. oktober 2006

F XXVI

Forebyggelse af luftforurening fra skibe, 1. oktober 2006

Fylgiskjal 1

Tjekklistar - dagligur og árligur, 1. oktober 2007

Fylgiskjal 2

Sertifikat, skelti og uppslag, 1. oktober 2007

Fylgiskjal 3

Ískoytiskrøv - umbygging av GRP førum, 1. februar 2008

(omanfyri nevndu kapitlarnir verða eisini útgivnir í pappírsformi (heftum) av Iver C. Weilbach & Co A/S, Toldbogade 35, DK-1253 København K, undir heitinum "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen F")

§ 3. Teknisku ásetingarnar omanfyri skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til hesar broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti:

 

Stk. 1. Generellar tillagingar til føroysk viðurskifti

a) 

Allaðstaðni, har "Søfartsstyrelsen" ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal - tá ræður um føroysk myndugleikaøki - skiljast "Skipaeftirlitið" ella møguliga annar avvarðandi føroyskur myndugleiki

b) 

Allastaðni, har orðingar sum "Danmark"/"dansk", "Grønland"/"grønlandsk" ella "dansk skib"/"grønlandsk skib" verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast "Føroyar/føroyskt" ella "føroyskt skip" uttan so, at ásetingarnar viðvíkjandi viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki

c) 

Tá Føroyar ikki eru við í EU, eru møguligar ásetingar í regluverkinum viðv. rættindum og skyldum hjá einum EU-limalandi mótvegis einum øðrum EU-limalandi, ella mótvegis einum EU-myndugleika ikki galdandi fyri Føroyar. Teknisku krøvini í EU-reglunum (direktivum v.m.) eru tó galdandi fyri føroyskt skip, fevnd av hesum regluverki

d) 

Skipaeftirlitið kann víkja frá teimum í hesum regluverki nevndu tíðarfreistunum fyri uppfyllan av krøvunum, um tað í tí einstaka førinum verður mett neyðugt, rímiligt og ráðiligt við atliti til trygdina a sjónum

e) 

Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki

f) 

Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Skipaeftirlitinum

 

Stk. 2. Serstakar føroyskar ásetingar um innflutt før, sigliøki, tillagingar av tíðarfreistum v.m.

a) 

Allastaðni í regluverkinum verður "1. januar 2007" broytt til "1. oktober 2007", burtursæð frá kapittul IX, Radiokommunikation, regel 6.4, har "1. januar 2007" verður broytt til "1. januar 2008"

b) 

Tey "Fartsområder" (sigliøki) sum eru nevnd í kap. I, regel 2, pkt. 46-50 skulu í føroyskum høpi skiljast sum niðanfyri ásett. Donsku allýsingarnar av "fartsområde" eru sostatt ikki galdandi í Føroyum

 

1) 

"Sigliøki F1" er sjóøkið innan fyri 2 sjómíl úr grundlinjunum

2) 

"Sigliøki F2" er sjóøkið innan fyri 15 sjómíl úr grundlinjunum

3) 

"Sigliøki F3" er sjóøkið innan fyri 30 sjómíl úr grundlinjunum

4) 

"Sigliøki F4" er sjóøkið innan fyri 60 sjómíl úr grundlinjunum - í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september tó 90 sjómíl úr grundlinjunum

5) 

"Sigliøki F5" er sjóøkið innan fyri 120 sjómíl úr grundlinjunum - í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september tó eisini sjóøkið rundan um Ísland og Skotland

   

c) 

Vísandi til ásetingina í kap. I, regel 1b, pkt. 1.3, kann Skipaeftirlitið loyva einum fari styttri enn 12 metrar - men ongantíð styttri enn 10 metrar - at sigla í sigliøki F4. Henda áseting er tó ikki galdandi fyri vinnufør sum eftir 1. oktober 2008 verða bygd, umbygd, keypt ella innflutt við atliti til fiskarí í sigliøki F4

d) 

Støddin a einum vinnufari fevnt av hesi Fráboðan, verður altíð ásett sum longdin L1 (Længden L1) samsvarandi kap. 1, regel 2, pkt. 15

e) 

Vinnufør, fevnd av hesi fráboðan F, sum verða innflutt til Føroya, verða viðgjørd sum "nyt fartøj" jb. kap. I, regel 2 pkt. 4.3

f) 

Í kap. V, regel 8 verður "1. januar 2005" broytt til "1. oktober 2007"

g) 

Kravið í kap. VI, regel 7, pkt. 4 um "kejs eller sele" er ikki galdandi í Føroyum. Í aðramáta eru ásetingarnar í nevndu reglu tó galdandi fyri føroysk skip

h) 

Ásetingarnar í kapitel XXI ("Forebyggelse af olieforurening"), kapitel XXIV ("Opbevaring og udledning af kloakspildevand") og kapitel XXV ("Forebyggelse af forurening med affald fra fartøjer") skulu lesast við atliti til ásetingarnar í kunngerðunum nr. 122, 123 og 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av ávíkavist burturkasti, kloakkspillivatni og olju frá skipum. Í tann mun føroysku reglurnar víkja frá donsku reglunum, skulu tær føroysku reglurnar nýtast

i) 

Í kapittul XXVI, Forebyggelse af luftforurening fra skibe, verður "19. maj 2005" allastaðni broytt til "19. mai 2007"

§ 4. Útgerð til vinnufør, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi galdandi tøkniligu fyriskipanini um útgerð a skipum, kann koma í staðin fyri útgerð, sum er nevnd í hesum regluverki.

 

§ 5. Brot a reglurnar í hesi fráboðan verða revsað við bót ella fongsul upp til 1 ár.

Stk. 2. Revsingin kann økjast til fongsul upp til 2 ár, um

1) 

brotið hevur havt við sær skaða a lív ella heilsu, ella ført til vanda fyri hesum,

2) 

tað áður eru givin boð ella forboð viðvíkjandi somu ella líknandi viðurskiftum, ella

3) 

brotið hevur havt við sær fíggjarligan vinning, ella ætlaðan fíggjarligan vinning, fyri ein sjálvan ella onnur.

Stk. 3. Umstøðurnar verða mettar serliga tyngjandi, um tað er hendur skaði, ella vandi fyri skaða, a lív ella heilsu hjá ungum undir 18 ár, sb. stk. 2, nr. 1.

Stk. 4. Verður hald ikki er lagt a vinningin, ið er fingin við at bróta reglurnar, verður støddin a bótini, undir hesum ískoytisbót, ásett við serligum atliti at støddini a tí fíggjarliga vinninginum ella ætlaða fíggjarliga vinninginum av lógarbrotinum.

Stk. 5. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í føroysku revislógini.

§ 6. Hendan fráboðan frá Skipaeftirlitinum F kemur í gildi 1. februar 2008.

Stk. 2. Uttan so, at annað er ásett, eru konstruktiónskrøvini í "Skibstilsynets Meddelelser F, Forskrifter for bygning og udstyr m.v. for mindre erhvervsfartøjer, som ændret senest ved teknisk forskrift F af 27. juli 1995" framvegis galdandi fyri verandi (eksisterende) vinnufør.

Skipaeftirlitið, tann 7. januar 2008

Viljálmur Gregoriussen, stjóri

                                                                                                                                                                                                                                                                                                  /Petur E. Nielsen, ráðgevi

 

Broytingarí mun til Fráboðan F, 1. oktober 2007

Kapitel IV - Maskineri og elektriske installationer

Dette kapitel er nu opdelt i et grundafsnit for fartøjer med en længde L under 12 m samt yderligere krav til fartøjer med en længde L på 12 m og derover. Kapitlet er nu opbygget som det tilsvarende i Meddelelser fra Søfartsstyrelsen E. Endvidere er krav til styreanlæg, lænsning og vandindtrængningsalarmer m.v. indsat. (beinleiðis endurgivið úr Søfartsstyrelsens tekniske forskrift F, dagfest 1. december 2007)

Nýtt fylgiskjal 3

Skipaeftirlitið hevur í fylgiskjal 3 ásett ískoytiskrøv í sambandi við leinging og/ella størri umbygging av glastrevjaførum (GRP). Krøvini snúgva seg um mannagongdir og skjalprógvan fyri arbeiðnum bæði áðrenn og aftan a at tað er gjørt. Endamálið við hesum er at tryggja, at leinging/umbygging av GRP førum altíð fer fram sambært galdandi reglum og mannagongdum og at farið eisini eftir umbyggingina lýkur lógarásettu krøvini til styrki, stabilitet v.m. Krøvini skulu eisini tryggja Skipaeftirlitinum ein betri møguleika at fylgja við umbyggingararbeiðnum frá byrjan av.

Frágreiðing um regluverkið fyri smærri vinnufør

Tekniska høvuðsregluverkið fyri smærri vinnufør er sett saman av einari "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F" - íroknað teknisku kapittlarnar I-XXVI, umframt trimum fylgiskjølum.

"Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F" - ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð - inniheldur heimildargrundarlag, gildisøki, revsiásetingar og gildiskomureglur, umframt eitt yvirlit yvir galdandi tekniskum kapitlarnar.

Í sjálvari fráboðanini verða eisini gjørdar ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti, og í ymiskum tíðarfreistum, nevndar í fylgiskjølunum.

Kapittlarnir I-XXVI innihalda teknisku byggi- og útgerðarkrøvini v.m. til smærri vinnufør. Hesar reglur eru einsljóðandi við fylgiskjølini til "Søfartsstyrelsens tekniske forskrift F af 1. december 2007", sum eisini verða givin út í pappírsformi (hefti skipað í ringbind - "Meddelelser F").

Fylgiskjølini 1 og 2 innihalda tjekk-listar (áminningarlistar) sum tað dagliga og árliga áliggur eigaranum/brúkaranum av farinum at eftirkanna av sínum eintingum (sjálvsýn).

Fylgiskjal 3 inniheldur ískoytiskrøv í sambandi við leinging og/ella umbygging av glastrevjaførum (GRP).

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av teknisku krøvunum verða gjørdar a tann hátt, at tað kapittlið, sum broytt verður í, verður skift út við eitt nýtt kapittul. Nýggja kapittlið verður sett í gildi í Føroyum við einari nýggjari "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F" sum verður lýst a reglu-portalinum a heimasíðuni hjá Skipaeftirlitinum www.fma.fo.

Uttan so, at annað verður ásett í einstøku kapitlunum/reglunum, skulu verandi (eksisterende) før einans lúka konstruktiónskrøvini sum vóru galdandi, tá farið varð bygt. Undantøk frá hesum kunnu tó vera ásett í nýggjari reglum. Eldri reglur kunnu tí framhaldandi hava týdning, hóast nýggjari reglur eru komnar a økinum. Gomlu kapitlarnir (heftini) eiga tí at verða goymd.

Gildisøki

Regluverkið er í høvuðsheitum galdandi fyri vinnufør, hvørs longd (L) er styttri enn 15 metrar og dimensiónstalið er 20 ella størri men undir 100, jb. kapittul F1, regel 1.

Harumframt eru eisini ávís onnur vinnufør, sum liggja innanfyri omanfyri nevndu støddarmørk, fevnd av hesum regluverki - sí nærri kapittul F1, regel 1.3.

Regluverkið er galdandi fyri nýggj vinnufør (jb. kap. FI, regel 2.3) uttan so, at annað verður ásett í einstøku kapittlunum/reglunum.

Heimildargrundarlagið

Heimildargrundarlagið fyri hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd a sjónum.

Teknisku reglurnar fyri smærri vinnufør byggja annars a hesi rættargrundarlag:

Kapittlarnir I-V og VII-X snúgva seg um byggi- og útgerðarkrøv til smærri vinnufør, og byggja a Nordisk Båtstandard við teimum ískoytum og broytingum sum menningin og royndir í verki hava gjørt neyðugar. Nevndu kapittlar innihalda harumframt eisini ásetingar frá teirri seinastu endurskoðanini av FAO/ILO/IMO "Voluntary guidelines for the design, construction and equipment of small fishing vessels".

Ásetingarnar í kapittul VI byggja a partar av EU-direktivi 93/103/EØF om minimumsforskrifter for sikkerhed og sundhed under arbejdet om bord i fiskefartøjer.

Kapittul XII ásetur krøv til uppihaldsrúm og drekkivatnsskipan og er m.a. grundaður a ILO-konventiónina um uppihaldsrúm umborð a fiskiskipum (ILO-konvention nr. 126 af 21. juni 1966)

Kapitlarnir XXI, XXIV, XXV og XXVI áseta dálkingarfyribyrgjandi tiltøk, og eru grundaðir a altjóða MARPOL konventiónina um fyribyrgjan av dálking til sjós (MARPOL, annex I, IV, V og VI)

Kapittlarnir XIII - XX eru lagdir av til møguliga seinni nýtslu.

Kapittlarnir XXII og XXIII vísa til ásetingarnar um dálkingarfyribyrgjandi tiltøk í Søfartsstyrelsens Meddelelser B, sum eru galdandi fyri øll skip, sum sigla við skaðiligum evnum í flótandi ella emballeraðum formi. Ásetingarnar eru tó ikki galdandi fyri stores, útgerð og ballastvatn.

Aðrar reglur

Mint verður á, at umframt tað í hesi Fráboðan lýsta regluverkið fyri smærri vinnufør, so finnast eisini aðrar reglur fyri smærri vinnufør, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini verða settar í gildi í Føroyum:

∙ 

Framvegis galdandi danskar "Bekendtgørelse", lýstar í Kunngerðablaðnum B áðrenn Skipaeftirlitið varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí www.logir.fo)

∙ 

Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen ("FSK"), lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum "Meddelelser fra Søfartstyrelsen"

∙ 

Vegleiðingar av ymiskum slag ("VEJ"), somuleiðis lýstar í "Meddelelser frá Søfartsstyrelsen" og/ella a regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum

∙ 

Føroyskar "kunngerðir", lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd a sjónum (sí www.logir.fo)

∙ 

"Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum", somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd a sjónum og kunngjørdar a elektróniska reglu-portalinum hjá Skipaeftirlitinum a www.fma.fo

 

Regluportalurin

Hendan Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum v.m., verður einans lýst elektróniskt a regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum a heimasíðuni www.fma.fo, har miðað eisini verður eftir at savna alla viðkomandi teknisku lóggávuna fyri smærru vinnuførini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv