Teigurin "Økir"

Undir teiginum "Økir" vinstrumegin liggja reglurnar um bygging,útgerð,rakstur av skipum o.a. Ovast liggur løgtingslógin um trygd á sjónum, sum er heimildarlógin fyri teknisku reglunum, sum Sjóvinnustýrið ásetur í Fráboðan/Kunngerð. Síðani koma ymiskir skipabólkar/økir býtt upp eftir slagi, nýtslu og stødd.Tá trýst verður á einstøku økini síggjast í miðteiginum øll skjølini, ið eru galdandi fyri avvarðandi skipabólk/økið og í kolonnunum høgrumegin sæst gildiskomudagur, hvat slag av teksti talan er um, og status á avvarðandi reglum (sí nærri greining um "Galdandi" og "Søguligt" beint niðanfyri).

Teknisku høvuðsregluverkini

Undir fleiri av skipasløgunum í teiginum "Økir", er ovasta skjalið tað sonevnda tekniska høvuðsregluverkið fyri avvarðandi skipaslag/øki. Tekniska høvuðsregluverkið hevur vanliga ein bókstav í heitinum (t.d.Fráboðan/Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum B, D, E, F). Tá trýst verður á tekniska høvuðsregluverkið, sæst eitt árstalsyvirlit, ið ovast inniheldur eina Fráboðan/kunngerð frá Sjóvinnustýrinum, umframt møguligar broytingar til galdandi fráboðan/kunngerð. Síðani koma teknisku kapitlarnir bólkaðir við rómaratølum og heiti. Undir einstøku árstølunum standa ein ella fleiri dagfestingar, ið vísa, nær avvarðandi reglur eru settar í gildi í Føroyum. Dagfestingar við grønum liti eru tær nýggjastu (galdandi), meðan dagfestingar við reyðum liti eru eldri (søguligar). At ein útgáva er nevnd "søgulig", merkir ikki, at reglurnar eru settar úr gildi, men vísir bert, at talan ikki er um nýggjastu útgávuna av avvarðandi lógarreglum. Søguligar útgávur hava framhaldandi gildi fyri skip v.m., ið vóru bygd um tað mundið, tær nú søguligu reglurnar vóru gjørdar og settar í gildi (sonevndi Grand-Father-Clause). Aftaná teknisku høvuðsregluverkini liggja aðrar viðkomandi reglur fyri avvarðandi skipabólk/øki í tíðarraðfylgju.

Ógildað skjøl

Niðast í teiginum "Økir" síggjast "Ógildað skjøl". Hetta eru lógarreglur og vegleiðingar, sum er sett úr gildi. Hesir tekstir eru sostatt ikki bert "søguligir" í omanfyri nevnda týdningi, men eru settir heilt úr gildi og tískil heldur ikki galdandi fyri eldri skip. 

Teigarnir "Lógarkunning" og "Aktuelt"

Í teiginum "Lógarkunning" verður alment kunnað og mint á t.d. nýggj ella broytt lógarkrøv, komandi lógarkrøv, freistir fyri uppfyllan av krøvum o.a. Teigurin "Aktuelt" verður brúktur til at draga fram aftur kunning, sum áður hevur verið givið í teiginum "Lógarkunning", t.d. tá ein áður fráboðað freist nærkast ella er um at renna út. 

Teigurin "Nýggjastu skjølini"

Í teiginum "Nýggjastu skjølini" høgrumegin sæst eitt yvirlit yvir tey skjøl, sum seinast eru løgd út á regluportalin. Tá trýst verður á heitið, sæst allur teksturin í skjalinum. Teigurin vísir allar nýggjar lógarreglur, sum verða lagdar út á regluportalin, umframt broytingar í lógarreglum, sum frammanundan liggja á regluportalinum. Harumframt vísir teigurin eisini skjøl (lógarreglur og vegleiðingar), sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, men sum nú á fyrsta sinni verða savnaði og bólkaði á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum (hetta eru t.d. tekniskar reglur, sum danska Søfartsstyrelsen setti í gildi í Føroyum áðrenn yvirtøkuna av málsøkinum í 2002).