Regluportalurin

Regluportalurin hjá Sjóvinnustýrinum er almennur og krevur onki log-in. Internetsamband er sostatt einasta treyt fyri at fáa atgongd til allar upplýsingar á regluportalinum.

Á regluportalinum síggjast lógarreglur o.a. um skipabygging- og útgerð, skiparakstur og havumhvørvisverd viðvíkjandi teimum máls- og ábyrgdarøkjum, sum Sjóvinnustýrið umsitur.

Gjørt verður vart við, at á hesum regluportali eru í høvuðsheitum bara reglur, sum eru ásettar í (tekniskari) “Fráboðan/Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum”, umframt vegleiðingar, sum knýta seg til teknisku reglurnar. Aðrar viðkomandi og galdandi reglur viðvíkjandi trygd og havumhvørvisvernd, t.d. manningar- og mynstringarviðurskifti, sjólóg og sjómannalóg, síggjast ikki á hesum regluportalinum, men í almenna føroyska lógarsavninum www.logir.fo. undir evninum "Sjóvinna".

Regluportalurin hjá Sjóvinnustýrinum hevur eina sjálvbodna tíðindatænastu, ið sendir skrásettum brúkarum teldupost, tá nýtt lógar- og kunningartilfar verður lagt út á regluportalin (sí teigin "Melda til tíðindabræv" høgrumegin). 

Miðað verður eftir at savna og bólka allar tær í Føroyum galdandi teknisku reglurnar á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum undir ymisku økjunum/skipasløgunum.

Nágreiniligari kunning um bólking av skjølum á regluportalinum sæst undir teiginum "Vegleiðing um bólking av skjølum" niðast vinstrumegin. 

Fráboðan um skeivleikar,uppskot um rættingar, ella tekniskar trupulleikar við regluportalinum, eru vælkomnar á teldupostadressuni fma@fma.fo

 

Kunngerðir frá Sjóvinnustýrinum

Sambært løgtingslógini um trygd á sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni, ásetur Sjóvinnustýrið nærri reglur og krøv viðvíkjandi trygd á sjónum og havumhvørvisvernd. 

Higartil hava teknisku reglurnar hjá Sjóvinnustýrinum einans verið lýstar á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum undir heitinum "Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum". Nú verða reglurnar lýstar umvegis almenna Kunngerðaportalin (www.kunngerdaportalur.fo) á sama hátt sum aðrar kunngerðir, og heitið á teknisku reglunum verður samsvarandi broytt til "Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum". Kunngerðaportalurin hevur eisini eina tíðindatænastu, har skrásettir brúkarar fáa boð umvegis teldupost, tá lógarreglur innan útvald øki verða lýstar á Kunngerðaportalinum.

Tá teknisku reglurnar hjá Sjóvinnustýrinum eru lýstar á Kunngerðaportalinum, verða tær lagdar í almenna føroyska lógarsavnið www.logir.fo undir evnið "Sjóvinna". Hetta er tó bert galdandi fyri kunngerðir frá Sjóvinnustýrinum, sum verða lýstar í 2015 og framyvir. Tekniskar reglur, sum eru lýstar av Sjóvinnustýrinum í tíðarskeiðnum 2002-2015, síggjast ikki á logir.fo, men bara á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Sjóvinnustýrið hevur sostatt framhaldandi tørv á egnum regluportali, har spjaddu og rúgvismiklu teknisku reglurnar kunnu skipast og savnast undir avvarðandi skipabólkar og økir. 

Kunngerðir frá Sjóvinnustýrinum snúgva seg í høvuðsheitum um tekniskar ásetingar viðvíkjandi bygging, útgerð og rakstur av skipum við atliti til trygdina á sjónum og verju av havumhvørvinum. Reglurnar byggja á altjóða lógarkrøv frá International Maritime Organization (IMO), International Labour Organization (ILO), regional lógarkrøv frá Evropeiska Samveldinum (ES) og national krøv frá danska Søfartsstyrelsen og Sjóvinnustýrinum.

Flestu teknisku reglurnar viðvíkjandi trygd á sjónum og havumhvørvisvernd, sum verða settar í gildi í Føroyum, stava frá samsvarandi lóggávuni hjá danska Søfartsstyrelsen. T.d. verða teknisku høvuðsregluverkini í Fráboðan A, B, D, E og F sett í gildi og dagførd við at lýsa eina “Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum”, har teknisku reglurnar hjá Søfartsstyrelsen beinleiðis verða endurgivnar á donskum máli í fylgiskjølum til kunngerðina.

Reglur av meira generellum og/ella principiellum slag innan tey øki sum Sjóvinnustýrið umsitur, verða ásettar í vanligari kunngerð frá landsstýrismanninum. Tílíkar reglur verða lýstar á Kunngerðaportalinum og síðani lagdar í lógarsavnið logir.fo, men reglurnar koma eisini at vera bólkaðar undir avvarðandi skipabólki/øki her á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum.