Slag: Fráboðan

                                                                                                                   

Fráboðan F, 1.november 2014

 

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broytingum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni, verður ásett:

 

§ 1. Henda Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F er galdandi fyri smærri vinnufør samsvarandi ásetingunum og avmarkingunum í kap. I, regel 1, umframt fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum umbyggja fiskifør fevnd av hesum regluverki.

Stk. 2. Orðingin “erhvervsmæssig fangst af fisk” í kap. I, regel 2, pkt 7 skal skiljast sum eitt far við fiskiloyvi 5A. Fiskifør við fiskiloyvi 5B kunnu tó eisini verða mett sum vinnulig eftir ítøkiligari meting hjá Sjóvinnustýrinum, har dentur m.a. verður lagdur á slag av báti og útgerð, hvussu farið er skrásett, um talan er um høvuðs- ella hjástarv hjá viðkomandi, vavið og inntøkan frá fiskarínum, herundir talið av útróðrardøgum og avreiðingum v.m.

 

§ 2. Nærri teknisku ásetingarnar um byggikrøv og útgerð v.m. finnast í niðanfyri nevndu kapitlum og fylgiskjølum:  

 

Kapitul

Innihald

I

Almindelige bestemmelser, 25. september 2014

II

Konstruktion, vandtæthed og udstyr, 1. oktober 2006

III

Stabilitet og sødygtighed, 25. september 2014

IV

Maskineri og elektriske installationer, 1. september 2014

V Brandsikring, opdagelse af brand og brandslukning, 14. december 2010
VI Beskyttelse af besætningen (arbejdsmiljø og sikkerhed m.v.), 1. oktober 2006

VII

Redningsmidler og –arrangementer, 25. september 2014

VIII

Foranstaltninger i nødsituationer, mønstringer og øvelser, 1. oktober 2006

IX

Radiokommunikation, 1. maj 2005

X

Sejladsens betryggelse, 25. september 2014

XI

(Ikki galdandi í Føroyum)

XII

Opholdsrum, 1. oktober 2006

XIII-XX

(avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

XXI Forebyggelse af olieforurening, 1. oktober 2006

XXII

Forebyggelse af forurening med skadelige flydende stoffer i bulk, 1. oktober 2006 (tilvísing til kap. XXII í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B)

XXIII

Forebyggelse af forurening med skadelige flydende stoffer, der transporteres til søs i emballeret form, 1. oktober 2006 (tilvísing til kap. XXIII í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B)

XXIV

Opbevaring og udledning af kloakspildevand, 1. oktober 2006

XXV

Forebyggelse af forurening med affald fra fartøjer, 1. oktober 2006

XXVI

Forebyggelse af luftforurening fra skibe, 14. december 2010

Fylgiskjal 1

Tjekklistar - dagligur og árligur, 1. oktober 2007

Fylgiskjal 2

Sertifikat, skelti og uppslag, 1. oktober 2007

Fylgiskjal 3

Tillægsregler for skibe 15-24 meter, 25. september 2014

Fylgiskjal 4

Ískoytiskrøv – umbygging av GRP førum, 1. februar 2008

     

 

§ 3. Teknisku kapitlarnir omanfyri skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til hesar broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti:

 

Stk. 1. Generellar tillagingar til føroysk viðurskifti

 

a)      Allastaðni har ”Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal  - tá ræður um føroysk myndugleikaøki  - skiljast ”Sjóvinnustýrið” ella møguliga annar avvarðandi føroyskur myndugleiki

b)      Allastaðni har orðingar sum ”Danmark”/”dansk”, ”Grønland”/”grønlandsk” ella ”dansk skib”/”grønlandsk skib” verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast ”Føroyar/føroyskt” ella ”føroyskt skip” uttan so, at ásetingarnar viðvíkja viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøkið

c)   Tá Føroyar ikki er limur í EU, eru ásetingarnar í hesum regluverki viðvíkjandi formligum innanhýsis rættindum og skyldum hjá einum EU-limalandi mótvegis einum øðrum EU-limalandi, ella fráboðanarskyldur v.m. mótvegis einum EU-myndugleika, ikki galdandi fyri Føroyar, uttan so, at hetta beinleiðis verður álagt triðjalandsskipum. Teknisk krøv, sum stava frá EU-reglum (direktivum v.m.) og sum eru ásett í hesum regluverki, eru tó galdandi fyri avvarðandi føroyskt skip fevnd av hesum regluverki, í tann mun nevndu EU reglur eisini eru galdandi fyri skip, sum ikki sigla undir EU-flaggi (triðjalandsskip)

d)   Sjóvinnustýrið kann víkja frá teimum í hesum regluverki nevndu tíðarfreistunum fyri uppfyllan av krøvunum, um tað í tí einstaka førinum verður mett neyðugt, rímiligt og ráðiligt við atliti til trygdina á sjónum

e)   Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki

f)    Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen, sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Sjóvinnustýrinum

 

Stk. 2. Serstakar føroyskar ásetingar um innflutt før, sigliøki, tillagingar av tíðarfreistum v.m.  

 

a)      Allastaðni í regluverkinum verður ”1. januar 2007” broytt til ”1. oktober 2007”, burtursæð frá kapittul IX, Radiokommunikation, regel 6.4, har ”1. januar 2007” verður broytt til ”1. januar 2008”

b)      Tey ”Fartsområder” (sigliøki) sum eru nevnd í kap. I, regel 2, pkt. 46-50 skulu í føroyskum høpi skiljast sum niðanfyri ásett. Donsku allýsingarnar av ”fartsområde” – burtursæð frá pkt. 51 viðvíkjandi sigliøli F6 - eru sostatt ikki galdandi í Føroyum

1)      Sigliøki F1 er sjóøkið innan fyri 2 sjómíl úr grundlinjunum

2)      Sigliøki F2 er sjóøkið innan fyri 15 sjómíl úr grundlinjunum

3)      Sigliøki F3 er sjóøkið innan fyri 30 sjómíl úr grundlinjunum

4)      Sigliøki F4 er sjóøkið innan fyri 60 sjómíl úr grundlinjunum - í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september tó 90 sjómíl úr grundlinjunum

5)      Sigliøki F5 er sjóøkið innan fyri 120 sjómíl úr grundlinjunum - í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september tó eisini sjóøkið rundan um Ísland og Skotland

c)      Vísandi til ásetingina í kap. I, regel 1b, pkt. 1.3, kann Sjóvinnustýrið loyva einum fari styttri enn 12 metrar – men ongantíð styttri enn 10 metrar – at sigla í sigliøki F4. Henda áseting er tó ikki galdandi fyri vinnufør, sum eftir 1. oktober 2008 verða bygd, umbygd, keypt ella innflutt við atliti til fiskarí í sigliøki F4

d)      Støddin á einum vinnufari fevnt av hesi Fráboðan, verður altíð ásett sum longdin L1 (Længden L1) samsvarandi kap. 1, regel 2, pkt. 15

e)      Vinnufør, fevnd av hesi Fráboðan F, sum verða innflutt til Føroya, verða viðgjørd sum ”nyt fartøj” jb. kap. I, regel 2 pkt. 4.3

f)        Í kap. V, regel 8 verður ”1. januar 2005” broytt til ”1. oktober 2007”

 

g)      Kravið í kap. VII, regel 7, pkt. 4 um ”kejs eller sele” er ikki galdandi í Føroyum. Í aðramáta eru ásetingarnar í nevndu reglu tó galdandi fyri føroysk skip

h)      Ásetingarnar í kapitel XXI (Forebyggelse af olieforurening), kapitel XXIV (Opbevaring og udledning af kloakspildevand) og kapitel XXV (Forebyggelse af forurening med affald fra fartøjer) skulu lesast við atliti til ásetingarnar í kunngerðunum nr. 122, 123 og 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av ávíkavist burturkasti, kloakkspillivatni og olju frá skipum við seinni broytingum. Í tann mun føroysku reglurnar víkja frá donsku reglunum, skulu tær føroysku reglurnar nýtast

i)        Í kapittul XXVI, Forebyggelse af luftforurening fra skibe, verður ”19. maj 2005” allastaðni  broytt til ”19. mai 2007”. Við nýtslu av ásetingunum í kap. XXVI regel 12, skal atlit havast til kunngerð nr. 117 frá 16. december 2010 um skráseting av upplýsingum um brennievni, sterk vakstrarhúsgass og ozonoyðandi evni, og kunngerð nr. 118 frá 16. december 2010 um ozonoyðandi evni 

 

§ 4. Útgerð til vinnufør, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi galdandi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um útgerð á skipum, kann koma í staðin fyri útgerð, sum er nevnd í hesum regluverki.

 

§ 5.Fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum sambært ásetingunum í kap. I, regel 5 umbyggja føroysk skip fevnd av hesum regluverki, skulu frammanundan boða Sjóvinnustýrinum frá umbyggingini.

 

§ 6. Brot á ásetingarnar í hesi fráboðan íroknað fylgiskjølini verða revsað við bót, hefti ella fongsul í upp til 2 ár.

Stk. 2.Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

 

§ 7. Hendan fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F kemur í gildi 1. november 2014.

 

 

Sjóvinnustýrið, 2. oktober 2014

 

Hans Johannes á Brúgv, stjóri

 

                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                        /  Petur E. Nielsen, ráðgevi

                                                                                                                   

 

 

Broytingarí mun til Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F, 1. januar 2013

(niðanfyri endurgivið úr Bekendtgørelse nr. 1008 af 18. september 2014)

Kapitel F I – Almindelige bestemmelser

De nye bestemmelser om, at anvendelsesområdet for lastskibe er ændret til også at omfatte skibe mellem 15 og 24 meter er blevet indarbejdet – og med henvisning til bilag 3.

Kapitel F III – Stabilitet

Der er indført ændrede bestemmelser for, hvem der skal godkende skibenes stabilitetsbog.

Kapitel F IV – Maskineri

Reglerne for kapacitet på brand og lænsepumpe er præciseret.

Kapitel F VII – Redningsmidler og arrangementer

Det er præciseret, hvilke flåder der kan anvendes for skibe, der sejler indenfor GMDSS havområde A1.

Kapitel F X – Sejladsens betryggelse

Det er ændret i reglerne for brodesign, anvendelse af ECDIS og førerens skøn.

Bilag 3

Dette nye bilag indeholder tillægsregler for lastskibe med en længde mellem 15 og 24 meter

 

Omanfyri nevndu broytingar eru í teknisku kapitlunum markerðar við undirstrikaðum teksti.

 

 

Frágreiðing um regluverkið fyri smærri vinnufør

 

Tekniska høvuðsregluverkið fyri smærri vinnufør er sett saman av eini Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F – íroknað teknisku kapittlarnar I-XXVI, umframt fýra fylgiskjøl.

Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F – ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð – inniheldur  heimildargrundarlag, gildisøki, revsiásetingar og gildiskomureglur, umframt eitt yvirlit yvir galdandi tekniskum kapitlarnar. 

Í sjálvari fráboðanini verða eisini gjørdar ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti, og møguliga eisini í ymiskum tíðarfreistum, nevndar í fylgiskjølunum.

Ásetingin, sum sambært Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum nr. 3 frá 15. august 2013 um broyting í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F, varð gjørd í kap. I, regel 6, pkt. 5.2.5, er nú skrivað inn á rætta stað í hesi dagføring av regluverkinum, tó við onkrum smávegis broytinum í nevndu reglu. Umrødda Fráboðan 3/2013 hevur tí ikki longur sjálvstøðugan týdning. 

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av teknisku krøvunum í fylgiskjølunum verða settar í gildi í Føroyum við einari nýggjari Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F, sum verður lýst á reglu-portalinum á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo.

Uttan so, at annað verður ásett í einstøku kapitlunum/reglunum, skulu verandi (eksisterende) før einans lúka konstruktiónskrøvini sum vóru galdandi, tá farið varð bygt. Undantøk frá hesum kunnu tó vera ásett í nýggjari reglum. Eldri reglur kunnu tí framhaldandi hava týdning, hóast nýggjari reglur eru lýstar á økinum.

Kapittlarnir I-XXVI innihalda teknisku byggi- og útgerðarkrøvini v.m. til smærri vinnufør. Hesar reglur eru einsljóðandi við fylgiskjølini til Bekendtgørelse nr. 1008 af 18. december 2014 om Meddelelser fra Søfartsstyrelsen F, mindre erhvervsfartøjers bygning og ydstyr m.v.

Fylgiskjølini 1 og 2 innihalda tjekklistar (áminningarlistar) sum tað dagliga og árliga áliggur eigaranum/brúkaranum av farinum at eftirkanna av sínum eintingum (sjálvsýn).

Fylgiskjal 3 inniheldur ískoytiskrøv til skip 15-24 metrar til longdar.

Fylgiskjal 4 (sum áður varð nevnt fylgiskjal 3) inniheldur ískoytiskrøv ásett av Sjóvinnustýrinum í sambandi við leinging og/ella umbygging av glastrevjaførum (GRP). Hesi krøv snúgva seg um mannagongdir og skjalprógvan fyri arbeiðnum bæði áðrenn og aftan á at tað er gjørt. Endamálið við hesum er at tryggja, at leinging/umbygging av GRP førum altíð fer fram sambært galdandi reglum og mannagongdum og at farið eisini eftir umbyggingina lýkur lógarásettu krøvini til styrki, stabilitet v.m. Krøvini skulu eisini tryggja Sjóvinnustýrinum ein betri møguleika at fylgja við umbyggingararbeiðnum frá byrjan av. 

 

Heimildargrundarlagið

Heimildargrundarlagið fyri hesi Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broytingum.

Teknisku reglurnar fyri smærri vinnufør byggja annars á hesi rættargrundarlag: 

Kapittlarnir I–V og VII-X snúgva seg um byggi- og útgerðarkrøv til smærri vinnufør, og byggja á Nordisk Bådstandard við teimum ískoytum og broytingum sum menningin og royndir í verki hava gjørt neyðugar. Nevndu kapittlar innihalda harumframt eisini ásetingar frá teirri seinastu endurskoðanini av FAO/ILO/IMO “Voluntary guidelines for the design, construction and equipment of small fishing vessels”.

Ásetingarnar í kapittul VI byggja á partar av EU-direktivi 93/103/EØF om minimumsforskrifter for sikkerhed og sundhed under arbejdet om bord i fiskefartøjer. Viðvíkjandi medisinkistu verður víst til galdandi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um medisinkistu og sjúkuviðgerð umborð á skipum.

Kapittul XII ásetur krøv til uppihaldsrúm og drekkivatnsskipan og er m.a. grundaður á ILO-konventiónina um uppihaldsrúm umborð á fiskiskipum (ILO-konvention nr. 126 af 21. juni 1966)

Kapitlarnir XXI, XXIV, XXV og XXVI áseta dálkingarfyribyrgjandi tiltøk, og eru grundaðir á altjóða MARPOL konventiónina um fyribyrgjan av dálking til sjós (MARPOL, annex I, IV, V og VI)

Kapittlarnir XIII – XX eru lagdir av til møguliga seinni nýtslu.

Kapittlarnir XXII og XXIII vísa til ásetingarnar um dálkingarfyribyrgjandi tiltøk í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B/Meddelelser fra Søfartsstyrelsen B, sum eru galdandi fyri øll skip, sum sigla við skaðiligum evnum í flótandi ella emballeraðum formi. Ásetingarnar eru tó ikki galdandi fyri stores, útgerð og ballastvatn.

 

Aðrar reglur fyri fiskiskip

Mint verður á, at umframt tað í hesi fráboðan lýsta regluverkið fyri smærri vinnufør, so finnast eisini aðrar reglur fyri smærri vinnufør, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini verða settar í gildi í Føroyum:

  • Framvegis galdandi danskar bekendtgørelser, lýstar í Kunngerðablaðnum B áðrenn Skipaeftirlitið/Sjóvinnustýrið varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí www.logir.fo)
  • Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen (FSK), lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum Meddelelser fra Søfartstyrelsen
  • Vegleiðingar av ymiskum slag (VEJ), somuleiðis lýstar í Meddelelser frá Søfartsstyrelsen og/ella á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum
  • Føroyskar kunngerðir, lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí www.logir.fo)
  • Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum/Sjóvinnustýrinum, somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á  regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum á www.fma.fo

 

Regluportalurin

Henda fráboðanin frá Sjóvinnustýrinum, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum v.m., verður einans lýst á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum á heimasíðuni www.fma.fo, har miðað verður eftir at savna alla viðkomandi teknisku lóggávuna fyri smærru vinnuførini.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv