Slag: Fráboðan

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7 - 9, §§ 13 - 15 og § 49 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, verður ásett:

§ 1. Fyriskipanin er galdandi fyri minni vinnufør, soleiðis sum hesi eru allýst í kapitul I, grein 1 í fylgisskjalinum til hesa fyriskipanina.

§ 2. Tey nærri ásettu byggikrøvini til smærri vinnufør og krøvini til útgerð tess v.m. eru at finna í fylgisskjalinum til hesa tøkniligu fyriskipan.

Stk. 2. Fylgisskjalið inniheldur hesar kapitlarnar:

Kapittul I

Almennar reglur, dagfest 01.09.2004.

Kapittul II

Konstruktiónin, vatntættleiki og útgerð, dagfest 01.09.2004

Kapittul III

Stabilitetur og sjódyggleiki, dagfest 01.09.2004.

Kapittul IV

Maskinarí og elektriskar skipanir, dagfest 01.09.2004.

Kapittul V

Eldtrygging, elduppdaging og eldsløkking, dagfest 01.09.2004.

Kapittul VI

Arbeiðsumhvørvi og trygd umborð v.m., dagfest 01.09.2004.

Kapittul VII

Bjargingarútgerð og -skipanir, dagfest 01.09.2004.

Kapittul VIII

Tiltøk í neyðstøðum, mynstringar og venjingar, dagfest 01.09.2004.

Kapittul IX

Radiosamskifti, dagfest 01.09.2004.

Kapittul X

Siglingartól, dagfest 01.09.2004.

Kapitul XI

Eingin tekstur

Kapittul XII

Tilhaldsrúm, dagfest 01.09.2004.

Kapitul XIII til XIX

Hesir kapitlarnir eru lagdir av til møguligt seinni brúk.

Kapittul XX

Goymsla og útlát av kloakkfrárensluvatni, dagfest 01.09.2004.

Kapittul XXI

Fyribyrgjan av oljudálking, dagfest 01.09.2004.

Kapitul XXII til XXIII

Hesir kapitlarnir eru lagdir av til møguligt seinni brúk.

Kapittul XXIV

Fyribyrgjan av dálking frá burturkasti, dagfest 01.09.2004.

§ 3. Kapitlarnir I - V og VII - X innihalda fyriskipanir viðvíkjandi byggikrøvum til smærri vinnufør og krøv til útgerð tess v.m. Hesar fyriskipanirnar eru grundaðar á Nordisk Bådstandard, men eru harumframt, vegnað tøknifrøðiligari menning og royndum frá vinnuni, tillagaðar og/ella víðkaðar samsvarandi hesum.

Stk. 2. Kapitul VI inniheldur partar av ES- fyriskipan nr. 93/103/EF um trygd og heilsuviðurskifti í sambandi við arbeiði umborð á fiskiskipum.

Stk. 3. Kapitul XII inniheldur fyriskipanir viðvíkjandi tilhaldsrúmum og drekkivatnsskipanini og eru hesar grundaðar á ILO-sáttmálan um tilhaldsrúm umborð á fiskiskipum.

Stk. 4. Kapitlarnir XX, XXI og XXIV innihalda fyriskipanir viðvíkjandi tiltøk móti dálkingarvanda frá skipum, og hesar eru grundaðar á IMO- sáttmálan um fyribyrging av dálking frá skipum (MARPOL).

Stk. 5. Kapitlarnir XI, XIII - XIX, XXII og XXIII eru lagdir av til møguliga seinni nýtslu.

§ 4. Kravd útgerð til fiskiskip, kann verða býtt um við útgerð, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi tí tøkniligu fyriskipanini um útgerð á skipum.

§ 5. Brot á reglurnar í hesari fyriskipanini verða revsað við bót ella fongsul við upp til 1 ár.

Stk. 2. Revsingin kann økjast til fongsul við upp til 2 ár, um

1)  brotið hevur havt við sær skaða á lív ella heilsu, ella ført til vanda fyri hesum,
2)  tað áður eru givin boð ella forboð fyri sama ella líknandi viðurskifti, ella
3)  brotið hevur havt við sær fíggjarligan vinning, ella ætlaðan fíggjarligan vinning, fyri viðkomandi ella fyri onnur.

Stk. 3. Umstøðurnar verða mettar tyngjandi, um tað er hendur skaði, ella vanda hevur verið fyri hesum, á lív ella heilsu hjá ungfólki undir 18 ár, sb. stk. 2, nr. 1.

Stk. 4. Um so er, at hald ikki er lagt á vinningin, ið er fingin við at bróta reglurnar, verður støddin á bótini, undir hesum ískoytisbót, ásett við serligum atliti at støddini á tí fíggjarliga vinninginum ella ætlaða fíggjarliga vinninginum.

Stk. 5. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

§ 6. Fyriskipanin kemur í gildi 01.09.2004.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi "Teknisk forskrift om mindre erhvervsfartøjers bygning og udstyr m.v.", jf. Søfartsstyrelsens tekniske forskrift F, 10. november 2000.

Stk. 3. Tey konstruktivu krøvini í "Skibstilsynets Meddelelser F, Forskrifter for bygning og udstyr m.v. for mindre erhvervsfartøjer", sum seinast broytt við tøkniligari fyriskipan F frá 27. juli 1995, eru framvegis galdandi fyri verandi før uttan so, at annað er ásett í teimum einstøku kapitlunum.

Skipaeftirlitið, tann 01.september 2004

_____________________________

Stjórin

____________________

Embætismaður

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv