Prenta
Gildiskoma: 01.10.2007
Slag: Tíðindir

Regluportalurin og sjálvvirkandi tíðindatænastan

Skipaeftirlitinum er heimilað at áseta lógarreglur viðvíkjandi trygd á sjónum í "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum.

Hesar fráboðanir frá Skipaeftirlitinum verða ikki lýstar á vanligan hátt í Kunngerðablaðnum A, men bara í elektroniskum formi á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum sum sæst umvegis heimasíðuna www.fma.fo ella beinleiðis á http://fma.lovportaler.dk

Regluportalurin hevur eina innbygda tíðindatænastu, sum sjálvvirkandi sendir skrásettum brúkarum eina teldupost-fráboðan, hvørja ferð nýtt, dagført ella broytt tilfar verður lagt út á regluportalin. Skráseting til hesa tænastu fer fram við at fylgja leiðbeiningini undir teiginum "Tíðindatænastan".

Regluverkið hjá Skipaeftirlitinum

Regluverkið sum Skipaeftirlitið umsitur, snýr seg í høvuðsheitum um tekniskar reglur viðvíkjandi bygging, útgerð og rakstur av skipum við atliti til trygdina á sjónum og verju av havumhvørvinum.

Tekniska regluverkið er so mikið rúgvismikið og verður so tíðum broytt, at Skipaeftirlitið ikki hevur orku til at gera føroyskar reglur á økinum. Harumframt kemur, at meginparturin av núgaldandi tekniska regluverkinum há Skipaeftirlitinum javnan skal dagførast samsvarandi serliga nýggjastu altjóða krøvinum.

Skipaeftirlitið hevur tí valt framhaldandi at nýta teknisku reglurnar hjá Søfartsstyrelsen, og verða dagføringarnar tí framdar við at seta nýggjastu útgávurnar av hesum reglum í gildi í Føroyum - tó við neyðugum tillagingum til føroysk viðurskifti.

Tá talan er um tey í Føroyum longu galdandi teknisku høvuðsregluverkini fyri ymisku skipabólkarnar (t.d. Meddelelser B, D, E og F) verða dagføringarnar framdar við at lýsa eina føroyska "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum" fyri hønn skipabólkin sær, har nýggjastu teknisku reglurnar hjá Søfartsstyrelsen beinleiðis verða endurgivnar á donskum máli í fylgiskjølum til fráboðanina. Fyri at gera lesaran varugan við ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti, er notur settar í danska tekstin, sum vísa aftur til hesar tillagingar í sjálvari Fráboðanini frá Skipaeftirlitinum.

Aðrar tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen verða antin settar í gildi á sama hátt (t.v.s. við einari Fráboðan frá Skipaeftirlitinum, har danska forskriftin verður endurgivin í einum fylgiskjali), ella við at danska forskriftin beinleiðis verður lýst á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum.

Møguligar serføroyskar Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum verða somuleiðis bara lýstar beinleiðis á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum.

Kunngerðir, sum landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetur við heimild í løgtingslógini um trygd á sjónum, verða kunngjørdar á vanligan hátt í Kunngerðarblaðnum A, men verða harumframt eisini endurgivnar á regluportalinum undir avvarðandi skipabólki.

Sum frálíður er ætlanin, at allar tær í Føroyum galdandi teknisku reglurnar skulu verða savnaðar á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum undir ymisku skipabólkunum. Miðað verður eisini eftir at fáa savnað viðkomandi reglur av meira generellum slagi undir ymisku skipabólkarnar.

Umframt møguleikan at printa reglurnar beinleiðis út frá regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum, ber eisini til at keypa (og gerast haldari) av regluverkunum hjá Søfartsstyrelsen í pappírsformi (ringbindum) við at venda sær til útgevaran:

 

Iver C. Weilbach & Co A/S

 

Toldbogade 35

 

DK-1253 København K

 

Tlf.: +45 33 13 59 27

 

Fax.: +45 33 93 59 27

 

Heimasíða: www.weilbach.dk

 

Teldupostur: nautical@weilbach.dk