Gildiskoma: 01.10.2007
Slag: Fráboðan

 

Fráboðan D, 1. oktober 2007

 

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

 

§ 1. Samsvarandi ásetingunum og avmarkingunum í kap. D I í fylgiskjali 1, er hendan Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum galdandi fyri ferðamannaskip og skjóttgangandi ferðamannaskip (”High Speed Crafts”/”HSC”) í innanoyggja sigling uttan mun til, hvat flagg skipið siglir undir.

Stk. 2. Tær higartil galdandi reglurnar fyri ferðamannaskip og skjóttgangandi ferðamannaskip (HSC) í innanoyggja sigling eru tó framvegis galdandi fyri verandi (eksisterende) skip uttan so, at annað verður ásett í hesum regluverki.

 

§ 2. Nærri teknisku ásetingarnar um byggikrøv og útgerð v.m finnast í niðanfyri nevnda fylgiskjali 1, sum endurgevurteknisku reglurnar í ”Meddelelser fra Søfartsstyrelsen D”, umframt fylgiskjal 2, sum inniheldur serføroyskar reglur viðvíkjandi glasfipur:

 

Kapitul

Innihald

Dagfesting

D I

Almindelige bestemmelser

1. maj 2007

D II-1 A

Konstruktion - inddeling og stabilitet, maskineri og elektriske anlæg

Afsnit A: Almindelige bestemmelser

1. maj 1999

D II-1 B

Konstruktion - inddeling og stabilitet, maskineri og elektriske anlæg

Afsnit B: Intakt stabilitet, inddeling og stabilitet ved havari

1. oktober 2002

D II-1 B-1

Konstruktion - inddeling og stabilitet, maskineri og elektriske anlæg

Afsnit B-1: Særlige stabilitetskrav til ro-ro passagerskibe

1. november 2004

D II-1 C

Konstruktion - inddeling og stabilitet, maskineri og elektriske anlæg

Afsnit C: Maskineri

1. oktober 2002

D II-1 D

Konstruktion - inddeling og stabilitet, maskineri og elektriske anlæg

Afsnit D: Elektriske installationer

1. oktober 2002

D II-1 E

Konstruktion - inddeling og stabilitet, maskineri og elektriske anlæg

Afsnit E: Yderligere krav til periodisk ubemandede motorrum

1. oktober 2002

D II-2 A

Brandsikring, opdagelse og slukning af brand

Afsnit A: Almindelige bestemmelser

1. maj 2007

D II-2 B

Brandsikring, opdagelse og slukning af brand

Afsnit B: Brandsikkerhedsforanstaltninger

1. oktober 2002

D II-2 N (1)

Brandsikring, opdagelse og slukning af brand.

Tillæg til bestemmelserne i "Fire Safety Systems Code" (FSS-Code), kapitel 5, stk. 2.1 og 2.2

1. oktober 2002

D II-2 N (2)

Brandsikring, opdagelse og slukning af brand.

Tillæg til bestemmelserne i "Fire Safety Systems Code" (FSS-Code), kapitel 5

1. oktober 2002

D II-2 N (3)

Brandsikring, opdagelse og slukning af brand.

Tillæg til bestemmelserne i kapitel 4 i "Fire Safety Systems Code" (FSS-Code)

1. oktober 2002

D II-3

Opholdsrum m.v.

1. november 2004

D II-4

(Avlagdur til møguliga seinni nýtslu)

 

D II-5

Lastelinjer

1. maj 1999

D III

Redningsmidler

1. november 2003

D IV

Radiokommunikation GMDSS

1. maj 2007

D V

Sejladsens betryggelse

1. november 2003

D VI

Transport af skibsladninger

1. oktober 2002

D VII

Transport af farligt gods

1. oktober 2002

D VIII

(Avlagdur til møguliga seinni nýtslu)

 

D IX

Sikker skibsdrift

1. oktober 2006

D X

(Avlagdur til møguliga seinni nýtslu)

 

D XI

(ikki galdandi í Føroyum)

 

D XII-XX

(Avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

 

D XXI

Forebyggelse af olieforurening fra skibe

1. maj 2007

D XXII

(Avlagdur til møguliga seinni nýtslu)

 

D XXIII

Forebyggelse af forurening med skadelige stoffer, der transporteres til søs i emballeret form

1. maj 1999

D XXIV

Forebyggelse mod forurening med kloakspildevand fra skibe

1. november 2004

D XXV

Forebyggelse mod forurening med affald fra skibe

1. november 2004

D XXVI

Forebyggelse af luftforurening fra skibe

1. maj 2007

D XXX

Rådets direktiv 98/18/EF om sikkerhedsregler og -standarder for passagerskibe

1. maj 1999

Bilag 1 A

Sikkerhedscertifikater

1. maj 2005

Bilag 1 B

Lastelinie- og fribordscertifikater

1. maj 2005

Bilag 1 C

MARPOL certifikater

1. maj 2007

(omanfyri nevndu kapitlar verða eisini útgivnir í pappírsformi (hefti skipað í ringbind) av Iver C. Weilbach & Co A/S, Toldbogade 35, DK-1253 København K, undir heitinum "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen D")

Fylgiskjal 2

Ískoytiskrøv til ferðamannaskip undir 15 metrar bygd úr glasfipur (GRP)

1. august 2006

 

§ 3. Ásetingarnar ífylgiskjali 1 skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til hesar broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti:

 

Stk. 1  Generelt fyri alt regluverkið:

1)      Allastaðni, har ”Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal  - tá ræður um føroyskt myndugleikaøki  - skiljast ”Skipaeftirlitið” ella møguliga annar avvarðandi føroyskur myndugleiki

 

2)      Allastaðni, har orðingar sum ”Danmark”/”dansk”, ”Grønland”/”grønlandsk” ella ”dansk skib”/”grønlandsk skib” verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast ”Føroyar/føroyskt” ella ”føroyskt skip” uttan so, at ásetingarnar viðvíkjandi viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki

3)      Tá Føroyar ikki er limur í EU, eru ásetingar í regluverkinum viðvíkjandi rættindum og skyldum hjá einum EU-limalandi mótvegis einum øðrum EU-limalandi, ella mótvegis einum EU-myndugleika ikki galdandi fyri Føroyar. Uttan so at annað verður ásett, eru teknisku krøvini í EU-reglunum (direktivum v.m.) tó galdandi fyri føroyskt skip, fevnd av hesum regluverki.

4)      Skipaeftirlitið kann – antin generelt, ella í tí einstaka førinum - víkja frá teimum í hesum regluverki nevndu tíðarfreistunum fyri uppfyllan av krøvunum, um tað ikki stríðir ímóti skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum, og annars bara, um tað verður mett neyðugt, rímiligt og ráðiligt við atliti til trygdina á sjónum

5)      Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki.

6)      Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Skipaeftirlitinum.

7)      Ásetingarnar í kapitel XXI (”Forebyggelse af olieforurening”), kapitel XXIV (”Opbevaring og udledning af kloakspildevand”) og kapitel XXV (”Forebyggelse af forurening med affald fra fartøjer”) skulu lesast við atliti til ásetingarnar í kunngerðunum nr. 122, 123 og 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av ávíkavist burturkasti, kloakkspillivatni og olju frá skipum. Í tann mun føroysku reglurnar víkja frá donsku reglunum, skulu tær føroysku reglurnar nýtast.

 

Stk. 2.  Serstakar broytingar í Kapitul D I:

1)      Ferðamannaskip, sum verða innflutt til Føroya, verða viðgjørd sum ”nyt skib” jb. kap. D I, regel 2.8

2)      Ásetingarnar í kap. D I, regel 3, dagfest 1. november 2004 í pappírsútgávuni av Meddelelser D og á regluportalinum hjá Søfartsstyrelsen: ”Klasser af passagerskibe i danske og grønlandske farvande” eru ikki galdandi í Føroyum. Í staðin verða serligu ásetingarnar um føroysku havøkini við tilhoyrandi korti sett inn sum regla 3 í kap. D I í hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum.  

3)      Krøvini í kap. I, regel 4.1.6 og 4.3.2 um stál- ella líknandi konstruktión, eru í føroyska regluverkinum bert galdandi fyri ferðamannaskip sum eru 15 metrar ella longri.

Ferðamannaskip undir 15 metrar, kunnu verða bygd úr glasfipur, og skulu tey tá – umframt krøvini í hesum regluverki, sum galda fyri ferðamannskip uttan mun til hvørjum tilfari tey eru bygd úr - harumframt eisini lúka tey konstruktivu krøvini um tilfar og bygging av glasfipurførum samsvarandi krøvunum hjá einum góðkendum klassafelagi, tó í minsta lagi sambært krøvunum í Nordisk Båt Standard for Yrkesbåter 1990 og tað í fylgiskjali 2 til hesa fráboðan galdandi ískoyti, dagfest 1. august 2006.

Glasfipurfør undir 15 metrar, sum áðrenn 1. august 2006eru góðkend sum ferðamannaskip, kunnu av Skipaeftirlitinum heilt ella lutvíst verða frítikin frá krøvum í hesum regluverki, og í staðin framhaldandi verða góðkend sum ferðamannaskip eftir teimum reglum, sum tey higartil hava verið góðkend eftir.

 

Stk. 3.  Tillagingar av ymiskum tíðarfreistum

 

      Við fyrivarni fyri skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum, og við fyrivarni fyri EU-reglum sum seta krøv til triðjalandsskip, verða dagfestingarnar/tíðarfreistirnar í fylgiskjali 1 broyttar og tillagaðar soleiðis:

 

1)                  ”1. januar 2003” verður generelt broytt til 1. januar 2007

2)                  Í kap. II-1, Afsnit C, regel 1 verður ”1. juli 2002” broytt til 1. januar 2007

3)                  Í kap. II-1, Afsnit D, regel 3.7 verður ”1. juli 2002” broytt til 1. januar  2007

4)                  Í kap. II-2, Afsnit A, regel 6.9 verður ”1. oktober 2005” broytt til 1. januar 2010

5)                  Í kap. II-2, Afsnit A, regel 10.2.16 verður ”1. juli 2003” broytt til 1. juli 2007

6)                  Í kap. II-3, afsnit III, regel 28 verður ”1. oktober 2004” broytt til 1. januar 2007

7)                  Í kap. III, regel 5-1, pkt. 1 verður ”1. januar 2006” broytt til 1. januar 2010

8)                  Í kap. IV, regel 1, pkt. 1 verður ”1. februar 2003” broytt til 1. februar 2007

9)                  Í kap. V, regel 17, 18 og 19 verður ”1. juli 2002” broytt til 1. januar 2007

10)              Í kap. V, regel 19, stk. 2, pkt. 2.4.3 verður ”1. juli 2003” broytt til 1. juli 2007

11)              Í kap. V, regel 20, pkt. 1.3 verður ”1. januar 2004” broytt til 1. januar 2009   

12)              Í kap. XXIV, Part 2, regel 4, pkt. 1.1 verður ”1. januar 2005” broytt til 1. januar 2007

 

Stk. 4. Lógargrundarlagið fyri verandi (eksisterende) ferðamannaskip í innanoyggja sigling

 

Í tann mun, eitt ferðamananskip í innanoyggja sigling skal viðgerast eftir tekniskum reglum, sum vóru galdandi frammanundan 1. august 2006, skal avvarðandi lóggávan, sum var galdandi her á landi fram til 1. januar 2002 nýtast. Tær broytingar og dagføringar av Meddelelser D frá Søfartsstyrelsen sum eru framdar í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2002 og fram til 1. august 2006, eru ongantíð settar í gildi í Føroyum, og hava tí ongantíð verið partur av galdandi rætti í Føroyum. 

 

§ 4. Eitt eintak av hesum regluverki skal altíð verða umborð á skipum 15 metrar og longri, sum eru fevnd av regluverkinum. Elektrónisk atgongd til regluverkið verður eisini góðtikin undir teirri fortreyt, at regluverkið kann takast fram og lesast umborð.

 

§ 5. Brot á reglurnar í hesi fráboðan verða revsað við bót ella fongsul upp til 1 ár.

Stk. 2.Revsingin kann økjast til fongsul upp til 2 ár, um

1)     brotið hevur havt við sær skaða á lív ella heilsu, ella ført til vanda fyri hesum,

2)     tað áður eru givin boð ella forboð viðvíkjandi somu ella líknandi viðurskiftum, ella

3)     brotið hevur havt við sær fíggjarligan vinning, ella ætlaðan fíggjarligan vinning, fyri ein sjálvan ella onnur.

Stk. 3.  Umstøðurnar verða mettar serliga tyngjandi, um tað er hendur skaði, ella vandi fyri skaða, á lív ella heilsu hjá ungum undir 18 ár, sb. stk. 2, nr. 1.

Stk. 4.Verður hald ikki er lagt á vinningin, ið er fingin við at bróta reglurnar, verður støddin á bótini, undir hesum ískoytisbót, ásett við serligum atliti til støddina á tí fíggjarliga vinninginum ella ætlaða fíggjarliga vinninginum av lógarbrotinum.

Stk. 5.Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í føroysku revislógini.

 

§ 6. Hendan fráboðanin frá Skipaeftirlitinum kemur í gildi tann 1. oktober 2007.

Stk. 2. Uttan so at annað verður ásett í hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum, eru konstruktiónskrøvini sambært higartil galdandi reglunum framvegis galdandi fyri verandi (eksisterende) skip.

 

Skipaeftirlitið, tann 1. august 2007

 

 Óli Hans Hammer Olsen, deildarstjóri

 

                                                                                                                      / Petur E. Nielsen, ráðgevi

 

 

Broytingar í mun til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D, 1. august 2006

(Niðanfyri endurgivið úr Søfartsstyrelsens tekniske forskrift D af 1. oktober 2006)

 

Kapitel IX. Sikker skibsdrift

I Kapitel IX er tilføjet en indledning, hvori det anføres, at kapitlets bestemmelser tillige er gennemført ved Europa-parlamentet og Rådets forordning, nr. 336/2006 af 15. februar 2006 om gennemførelse af den internationale kode for sikker skibsdrift i Fællesskabet og ophævelse af Rådets forordning (EF) nr. 3051/95 for danske og udenlandske passagerskibe, som sejler i dansk indenrigsfart i havområderne A og B.

Kapitlet er i øvrigt uændret.

 

Kapitel XXI. Forebyggelse af olieforurening fra skibe

Der er foretaget en omfattende revision af kapitel XXI efter IMO Resolution MEPC.117(52), som ændrer MARPOL konventionens anneks I om olieforurening. Konventionstekstens afsnit vedrørende tankskibe finder ikke anvendelse i dette regelværk, hvorfor de er udeladt. I stedet er følgende tekst indsat: "Ikke relevant for skibe omfattet af dette regelværk". Ændringer er markeret med en streg i margin, hvis de ikke kun er af redaktionel karakter. Konventionens bestemmelser i er i sin helhed optrykt i kapitel B XXI i Meddelelser fra Søfartsstyrelsen B.

 

Kapitel XXVI. Forebyggelse af luftforurening fra skibe

Kapitlet gengiver bestemmelserne i MARPOL konventionens anneks VI om luftforurening. Bestemmelserne om syn og certifikater er blevet ændret efter Resolution MEPC.132(53), således at det harmoniserede system for syn og certifikater er gennemført for dette kapitel. Kapitlet er fælles for Meddelelser B, D, E og F.

 

Bilag 1C. MARPOL certifikater

Gengiver modelcertifikater og record of construction and equipment (engelsk tekst) for de relevante MARPOL certifikater. Certifikatformularerne er fælles for Meddelelser B og D, dog finder afsnit og tillæg som vedrører tankskibe ikke anvendelse for skibe omfattet af Meddelelser fra Søfartsstyrelsen D.

 

(Niðanfyri endurgivið úr Søfartsstyrelsens tekniske forskrift D af 1. maj 2007)

 

Kapitel I. Almindelige bestemmelser

Der er foretaget en udvidelse af anvendelsesområdet således, at skibe, der udelukkende er i fart i havneområder, og som har en længde på 24 m eller derover, er omfattet af forskriften. Der er endvidere indsat en henvisning i regel 10 til fribordscertifikatet, jf. Kapitel II-5, og endelig er regel 11 revideret, idet den tidligere tilsynsbog nu er erstattet af den såkaldte "bilagsmappe".

 

Kapitel II-2 A. Brandsikring, opdagelse og slukning af brand (Almindelige bestemmelser)

I regel 11.3.4 er der foretaget en mindre opretning af teksten i overensstemmelse med teksten i Kommissionens direktiv 2002/25/EF. Endvidere er anvendelsesområdet for regel 5.5 bragt i overensstemmelse med samme direktivtekst.

 

Kapitel IV. Radiokommunikation GMDSS

I regel 15.9.2 er der indført krav om serviceeftersyn af satellit EPIRB'er på en landstation mindst hvert 5 år. Bestemmelsen indføres i overensstemmelse med et tilsvarende SOLAS-krav, for at formindske antallet af utilsigtede alarmer. Derudover er bestemmelsen om terminen for den årlige afprøvning om bord i regel 15.9.1 justeret i henhold til
SOLAS. I den øvrige del af kapitlet er der foretaget diverse korrekturrettelser

 

Kapitel XXI. Forebyggelse af olieforurening fra skibe.

I alle afsnit markeret med "M" er der tilføjet en henvisning til de gældende bekendtgørelser fra Miljøstyrelsen. Endvidere er kapitlet revideret efter Res. MEPC.141(54) ved ny regulering for brændselsolietanke i skibe med en samlet brændselsolie tankkapacitet på over 600 m3.Endelig er Regel 10.4 Certifikatets gyldighedsperiode ændret, idet perioden ifølge RES. MEPC.141(54) ikke må overstige 5 måneder.

 

Kapitel XXVI. Forebyggelse af luftforurening fra skibe.

I alle afsnit markeret med "M" er der tilføjet en henvisning til de gældende bekendtgørelser fra Miljøstyrelsen.

 

Bilag 1C. MARPOL certifikater

IOPP certifikatet er ændret i overensstemmelse med Res. MEPC.141(54).

 

Frágreiðing um regluverkið fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling

 

Hetta regluverkið fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling er sett saman av einari ”Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D”, umframt tveimum fylgiskjølum (bilag).

“Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D” – ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð - inniheldur heimildargrundarlagið, gildisøki, tillagingar til føroysk viðurskifti, revsiásetingar og gildiskomureglur.

Tey bæði fylgiskjølini innihalda teknisku reglurnar um konstruktión og útgerð v.m. til ferðamannaskip í innanoyggja sigling. Reglurnar í fylgiskjali 1 eru einsljóðandi við fylgiskjølini til ”Søfartsstyrelsens tekniske forskrift D af 1. maj 2007” sum eisini verða givin út í pappírsformi (hefti skipað í ringbind undir heitinum “Meddelelser D”).

Fylgiskjal 2 inniheldur serføroysk ískoytiskrøv til ferðamannaskip undir 15 metrar, sum eru bygd úr glasfipur (GRP).

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av teknisku krøvunum í fylgiskjølunum verða settar í gildi í Føroyum við einari nýggjari ”Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D” sum verður lýst á reglu-portalinum á heimasíðuni hjá Skipaeftirlitinum www.fma.fo.

 

Gildisøki

Samsvarandi ásetingunum og avmarkingunum í kap. I, er hetta regluverkið galdandi fyri ferðamannaskip og skjóttgangandi ferðamannaskip (”High Speed Crafts”/”HSC”) í innanoyggja sigling uttan mun til, hvat flagg skipið siglir undir.

Eitt ”ferðamannaskip” er eitt skip, sum siglir við meira enn 12 ferðandi, jb. kap. D I, regel 2.5. Manningin og børn undir 1 ár verða í hesum sambandi ikki tald við.

Eitt skjóttgangandi ferðamannaskip (”High Speed Craft”/”HSC”/”Højhastighedspassagerskib”) er eitt skip, sum siglir við meira enn 12 ferðandi (manningin og børn undir 1 ár ikki íroknað) og sum kemur undir ásetingarnar í kap. X, reglu 1 í SOLAS 1974.

Ferðamannaskip í innanoyggja sigling í havøkjunum B, C og D verða tó ikki roknaði sum HSC, um deplacement við konstruktiónsvatnlinjuna er minni enn 500 m³ og mesta ferðin – roknað sambært pkt. 1.4.30 í HSC-koduni – er minni enn 20 míl.

Regluverkið er ikki galdandi fyri ferðamannaskip, sum eru:

  • krígsskip ella troppatransportskip
  • skip, hvørs framdrift ikki er mekanisk
  • primitivt konstrueraði træskip
  • upprunalig og kopieraði søgulig ferðamannaskip, konstruerað áðrenn 1965 og í høvuðsheitum bygd úr uppruna tilfarinum
  • stuttleikafør (”fritidsfartøjer”) uttan so, at tey eru ella verða mannaði, og við vinnuligum  endamáli sigla við meira enn 12 ferðandi
  • skip, sum bara sigla í havnaøkjum (”havneområde”) jb. kap. I, regel 2.19

Regluverkið er heldur ikki galdandi fyri hesi skjóttgangandi ferðamannaskip (”HSC”):

  • krígsskip ella troppatransportskip
  • stuttleikafør (”fritidsfartøjer”) uttan so, at tey eru ella verða mannaði og við vinnuligum  endamáli sigla við meira enn 12 ferðandi
  • skip, sum bara sigla í havnaøkjum (”havneområder”) jb. kap. I, regel 2.19

Regluverkið er galdandi fyri nýggj skip (jb. kap. I, regel 2.8) uttan so, at annað verður ásett í einstøku reglunum. Verandi skip (”eksisterende skib”, jb kap. I, regel 2.9) skulu lúka higartil galdandi reglurnar uttan so, at annað verður ásett í einstøku kapitlunum/greinunum (§ 1, stk. 2 í sjálvari Fráboðanini frá Skipaeftirlitinum D). Eldri reglur kunnu sostatt framhaldandi hava týdning, hóast nýggjari reglur eru komnar á økinum. Gomlu kapittlarnir (heftini) eiga tí framhaldandi at verða goymd.

Higartil galdandi regluverkið fyri ferðamananskip í innanoyggja sigling (Meddelelse D) hevur ikki fevnt um ferðamannaskip, sum eru bygd úr glasfipur (GRP). Verandi ferðamannaskip, sum eru bygd úr glasfipur, hava tí higartil verið góðkend eftir regluverkinum fyri smærri vinnufør undir 15 metrar (Meddelelser F) umframt glasfipur-krøvunum í Nordisk Båt Standard for Yrkesbåter (1990).

Síðani 1. august 2006 – tá hetta regluverkið seinast varð dagført - hava ferðamannaskip undir 15 metrar, sum eru bygd úr glasfipur, verið fevnd av hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D. Fyri at taka neyðug atlit til tey glasfipurfør undir 15 metrar, sum longu tá vóru góðkend sum ferðamannaskip, er heimilað Skipaeftirlitinum heilt ella lutvíst at frítaka hesi før frá krøvunum í hesi Fráboðan, og í staðin framhaldandi góðkenna tey eftir teimum reglum, sum tey upprunaliga vórðu góðkend eftir. 

Hesar broytingar og tillagingar í mun til reglurnar áðrenn dagføringina, eru nevndar í § 3 í Fráboðanini frá Skipaeftirlitinum, har eisini aðrar generellar tillagingar til føroysk viðurskifti verða gjørdar í fylgiskjølunum (teknisku krøvini í ”heftunum”).

Nevndu broytingar og tillagingar mugu havast í huga, tá regluverkið verður nýtt í føroyskum høpi.

Mint verður eisini á fylgiskjal 2 sum inniheldur serføroysar reglur um ferðamannaskip bygd úr glasfipur (GRP).   

 

Heimildargrundarlagið

Heimildargrundarlagið fyri hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum.

Teknisku reglurnar fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling byggja annars á altjóða reglur (IMO og ILO konventiónir) umframt EU-ásetingar:

Ásetingarnar í kapittlunum I, II-1, II-2 og III stava frá ”bilag 1 til EU-direktiv 98/18/EF om sikkerhedsregler og –standarder i passagerskibe”, sum broytt við EU-direktivi 2002/25/EF, umframt EU-direktivunum 2002/84/EF, 2003/24/EF og 2003/75/EF.

Ásetingarnar í kapittul II-3 um uppihaldsrúm v.m. stava frá ILO-konventión nr. 92 frá 18. juni 1949 og ILO-konventión nr. 133 frá 30. oktober 1970 viðvíkjandi uppihaldsrúm hjá manningini umborð á skipum, umframt EU-direktivi 2003/24/EF.   

Ásetingarnar í kapittul II-5 stava frá EU-direktivi 98/18/EF, umframt altjóða konventiónini um lastalinjur frá 5. apríl 1966 (LL66) og tilhoyrandi protokollini frá 1988.

Ásetingarnar í kapittlunum IV til VI stava frá EU-direktivi 98/18/EF, sum broytt við EU-direktivi 2002/84/EF, umframt altjóða konventiónini um trygd fyri mannalívi á sjónum (SOLAS 1974) við seinni broytinum og tilhoyrandi protokollum og kodum.

Ásetingarnar í kapittul VII stava frá SOLAS 1974 við seinni broytingum og tilhoyrandi protokollum og kodum, umframt Memorandum om transport af farligt gods med ro-ro skibe i Østersøområdet (Østersøaftalen) við seinast samtyktu broytingunum.

Ásetingarnar í kapittul IX eru grundaðar á kapittul IX í SOLAS 1974 við seinni broytingum og tilhoyrandi protokollum og kodum, umframt Europa-parlamentets og Rådets forordning nr. 336/2006 af 15. februar 2006 om gennemførelse af den internationale kode for sikker skibsdrift i Fællesskabet og ophævelse af Rådets forordning (EF) nr. 3051/95.

Ásetingarnar í kapittul XXI, XXIII, XXIV, XXV og XXVI stava frá bilag (annex) I, III, IV, V og VI til altjóða konventiónina um fyribyrgjan av dálking frá skipum (MARPOL 73/78) við  tilhoyrandi protokoll frá 1997, umframt IMO-resolutiónunum MEPC.117(52) og MEPC.132(53), MEPC.141(54) og MEPC.154(55).

Kapittul XXX endurgevur artiklarnar í Rådets direktiv 98/18/EF af 17. marts 1998 om sikkerhedsregler og –standarder i passagerskibe.    

At ásetingar eru skrivaðar í „kursiv“ merkir, at teksturin víkir frá omanfyri nevndu rættarkeldum. Talan kann verða um supplerandi ella samsvarandi trygdarkrøv, undantøk givin sambært artikul 7 í EU-direktivi 98/18/EF, ella danskar vegleiðingar, sum ikki broyta substansin, men sum greiða nærri frá serligum donskum viðurskiftum, ella einari danskari tulking av reglum, sum flaggstaturin hevur heimild at tulka.

Tílíkur kursiv-tekstur skal í hesum regluverkií lesast við atliti til føroysk viðurskifti.

Eitt „R“ aftaná yvirskriftina til kapittlarnar II-1, II-2 og III vísir til samsvarandi ásetingina í SOLAS 1974, sum er grundarlagið undir avvarðandi reglum.    

 

Aðrar reglur

Mint verður á, at umframt tað í hesi Fráboðan lýsta regluverkið fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling (sjálv Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum D og tilhoyrandi fylgiskjølini við teknisku krøvunum), so finnast eisini aðrar reglur fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling í Føroyum, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini kunnu verða settar í gildi í Føroyum:

  • Framvegis galdandi danskar „Bekendtgørelse“, lýstar í Kunngerðablaðnum B áðrenn Skipaeftirlitið varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí logir.fo)
  • Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen („FSK“), lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum „Meddelelser fra Søfartstyrelsen“
  • Vegleiðingar av ymiskum slag („VEJ“), somuleiðis lýstar í „Meddelelser frá Søfartsstyrelsen“
  • Føroyskar „kunngerðir“, lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí logir.fo)
  • „Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum“, somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á elektróniska reglu-portalinum hjá Skipaeftirlitinum á www.fma.fo

 

Regluportalurin

Hendan Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum, verður einans lýst elektróniskt á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum á heimasíðuni www.fma.fo, har miðað eisini verður eftir at savna alla viðkomandi tekniska lóggávu fyri ferðamannskip í innanoyggja sigling í Føroyum. 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv