Gildiskoma: 01.07.2011
Slag: Fráboðan

Fráboðan D, 1. juli 2011

 

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

 

§ 1. Samsvarandi ásetingunum og avmarkingunum í kap. D I, regel 1 í fylgiskjali 1, er hendan Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum galdandi fyri ferðamannaskip og skjóttgangandi ferðamannaskip (”High Speed Crafts/HSC”) í innanoyggja sigling uttan mun til, hvat flagg skipið siglir undir.

Stk. 2. Tær higartil galdandi reglurnar fyri ferðamannaskip og skjóttgangandi ferðamannaskip (HSC) í innanoyggja sigling eru tó framvegis galdandi fyri verandi (eksisterende) skip uttan so, at annað verður ásett í hesum regluverki.

 

§ 2. Nærri teknisku ásetingarnar um byggikrøv og útgerð v.m finnast í niðanfyri nevnda fylgiskjali 1, sum endurgevurteknisku reglurnar í Bekendtgørelse nr. 556 af 26. maj 2011 om Meddelelser fra Søfartsstyrelsen D, teknisk forskrift for skibes bygning og udstyr m.v., passagerskibe i national fart”), umframt fylgiskjal 2, sum inniheldur serføroyskar reglur um ferðamannaskip bygd úr glasfipur.

Fylgiskjal 1:

Kapitul

Innihald

Dagfesting

D I

Almindelige bestemmelser

29. juni 2011

D II-1

Konstruktion - inddeling og stabilitet, maskineri og elektriske anlæg

29. juni 2011

D II-2

Konstruktion - Brandsikring, opdagelse og slukning af brand

29. juni 2011

D II-3

Opholdsrum m.v.

29. juni 2011

D II-4

(Avlagdur til møguliga seinni nýtslu)

 

D II-5

Lastelinjer

1. maj 1999

D III

Redningsmidler

29. juni 2011

D IV

Radiokommunikation GMDSS

29. juni 2011

D V

Sejladsens betryggelse

29. juni 2011

D VI

Transport af skibsladninger

29. juni 2011

D VII

Transport af farligt gods

29. juni 2011

D VIII

(Avlagdur til møguliga seinni nýtslu)

 

D IX

Sikker skibsdrift

29. juni 2011

D X

(Avlagdur til møguliga seinni nýtslu)

 

D XI

Særlige tiltag til fremme af maritim sikring

29. juni 2011

D XII-XX

(Avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

 

D XXI

Forebyggelse af olieforurening fra skibe

29. juni 2011

D XXII

(Avlagdur til møguliga seinni nýtslu)

 

D XXIII

Forebyggelse af forurening med skadelige stoffer, der transporteres til søs i emballeret form

29. juni 2011

D XXIV

Behandling og opbevaring af kloakspildevand (tidligere benævnt kap. D XX)

29. juni 2011

D XXV

Forebyggelse mod forurening med affald fra skibe (tidligere benævnt kap. D XXIV)

29. juni 2011

D XXVI

Forebyggelse af luftforurening fra skibe

29. juni 2011

D XXX

Rådets direktiv 98/18/EF om sikkerhedsregler og -standarder for passagerskibe

 

Bilag 1 A

Sikkerhedscertifikater

 

Bilag 2 B

Lasteliniecertifikater

 

Bilag 3 C

MARPOL certifikater

 

(omanfyri nevndu kapittlar verða eisini útgivnir í pappírsformi av Iver C. Weilbach & Co A/S, Toldbogade 35, DK-1253 København K, undir heitinum "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen D")

Fylgiskjal 2

Ískoytiskrøv til ferðamannaskip undir 15 metrar bygd úr glasfipur (GRP)

1. august 2006

§ 3. Ásetingarnar ífylgiskjali 1 skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til hesar broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti:

 

Stk. 1  Generelt fyri alt regluverkið:

1)      Allastaðni, har ”Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal  - tá ræður um føroyskt myndugleikaøki  - skiljast ”Sjóvinnustýrið” ella møguliga annar avvarðandi føroyskur myndugleiki

2)      Allastaðni, har orðingar sum ”Danmark”/”dansk”, ”Grønland”/”grønlandsk” ella ”dansk skib”/”grønlandsk skib” verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast ”Føroyar/føroyskt” ella ”føroyskt skip” uttan so, at ásetingarnar viðvíkjandi viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki

3)      Tá Føroyar ikki er limur í EU, eru ásetingarnar í hesum regluverki viðvíkjandi formligum innanhýsis rættindum og skyldum hjá einum EU-limalandi mótvegis einum øðrum EU-limalandi, ella fráboðanarskyldur v.m. mótvegis einum EU-myndugleika ikki galdandi fyri Føroyar, uttan so at hetta verður beinleiðis álagt triðjalandsskipum. Teknisk krøv, sum stava frá EU-reglum (direktivum v.m.) og sum eru ásett í hesum regluverki, eru tó galdandi fyri føroyskt skip, fevnd av hesum regluverki í tann mun nevndu EU reglur eisini eru galdandi fyri skip, sum ikki sigla undir EU-flaggi (triðjalandsskip)

4)      Sjóvinnustýrið kann – antin generelt, ella í tí einstaka førinum - víkja frá teimum í hesum regluverki nevndu tíðarfreistunum fyri uppfyllan av krøvunum, um tað ikki stríðir ímóti skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum, og annars bara, um tað verður mett neyðugt, rímiligt og ráðiligt við atliti til trygdina á sjónum

5)      Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki.

6)      Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Sjóvinnustýrinum.

7)      Ásetingarnar í kapitel XXI (forebyggelse af olieforurening fra skibe), kapitel XXIV (forebyggelse mod forurening med kloakspildevand fra skibe) og kapitel XXV (forebyggelse af forurening med affald fra skibe) skulu lesast við atliti til ásetingarnar í kunngerð nr. 122, 123 og 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av ávíkavist burturkasti, kloakkspillivatni og olju frá skipum. Í tann mun føroysku reglurnar víkja frá donsku reglunum, skulu tær føroysku reglurnar nýtast.

 

Stk. 2.  Serstakar broytingar í Kapitel D I:

1)      Ferðamannaskip, sum verða innflutt til Føroya við atliti til innanoyggja ferðamannasigling, verða viðgjørd sum ”nyt skib” jb. kap. D I, regel 2.8

2)      Ásetingarnar í kap. D I, regel 3 (klasser af passagerskibe i danske og grønlandske havområder) eru ikki galdandi í Føroyum. Í staðin verða serligu ásetingarnar um føroysku havøkini við tilhoyrandi korti sett inn sum regla 3 í kap. D I í hesa Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum.  

3)      Krøvini í kap. D I, regel 4, stk. 1, pkt. 1.6 og regel 4, stk. 3, pkt. 3.2 um stál- ella líknandi konstruktión, eru í føroyska regluverkinum bert galdandi fyri ferðamannaskip sum eru 15 metrar ella longri.

Ferðamannaskip undir 15 metrar, kunnu verða bygd úr glasfipur, og skulu tey tá – umframt krøvini í hesum regluverki, sum galda fyri ferðamannskip uttan mun til hvørjum tilfari tey eru bygd úr - harumframt eisini lúka tey konstruktivu krøvini um tilfar og bygging av glasfipurførum samsvarandi krøvunum hjá einum góðkendum klassafelagi, tó í minsta lagi sambært krøvunum í Nordisk Båt Standard for Yrkesbåter 1990 og tað í fylgiskjali 2 til hesa fráboðan galdandi ískoyti, dagfest 1. august 2006.

Glasfipurfør undir 15 metrar, sum áðrenn 1. august 2006eru góðkend sum ferðamannaskip, kunnu av Sjóvinnustýrinum heilt ella lutvíst verða frítikin frá krøvum í hesum regluverki, og í staðin framhaldandi verða góðkend sum ferðamannaskip eftir teimum reglum, sum tey higartil hava verið góðkend eftir.

 

Stk. 3.  Tillagingar av dagfestingum/tíðarfreistum í fylgiskjali 1

      Allar tær í fylgiskjali 1 til hesa fráboðan ásettu dagfestingarnar/tíðarfreistirnar ímillum 1. januar 2002 og 1. august 2006, skulu í føroyskum høpi lesast sum ”1. januar 2007”, tó soleiðis, at

1)      Ásetta tillagingartíðarskeiðið (intervallið) fyri uppfyllan av krøvunum skal í føroyskum høpi verða tað sama sum ásett fyri donsk/grønlendsk skip

2)      Serligar tillagingar av ávísum dagfestingum/tíðarfreistum í eldri útgávum av Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D hava framvegis gildi

3)      Dagfestingar/tíðarfreistir, sum eru ásettar sambært altjóða konventiónum ella EU-reglum galdandi fyri triðjalandsskip, skulu verða loknar tá altjóða konventiónin ella EU-reglurnar krevja tað        

 

§ 4. Eitt eintak av hesum regluverki skal altíð verða umborð á skipum 15 metrar og longri, sum eru fevnd av regluverkinum. Elektronisk atgongd til regluverkið verður eisini góðtikin undir teirri fortreyt, at regluverkið kann takast fram og lesast umborð.

 

§ 5. Brot á ásetingarnar í hesi fráboðan verða revsað við bót ella fongsul í upp til 2 ár.

Stk. 2.Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsing sambært kapittul 5 í revsilógini.

 

§ 6. Hendan fráboðanin frá Sjóvinnustýrinum kemur í gildi tann 1. juli 2011.

Stk. 2. Uttan so at annað verður ásett í hesi Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum, eru konstruktiónskrøvini sambært higartil galdandi reglunum framvegis galdandi fyri verandi (eksisterende) ferðamannaskip í innanoyggja sigling.

 

Sjóvinnustýrið, tann 24. juni 2011

 

 Tommy Petersen, stjóri

                                                                                                                  /Petur E. Nielsen, ráðgevi

 

 

Broytingarí mun til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D, 1. oktober 2007

(Niðanfyri endurgivið úr Bekendtgørelse nr. 556 af 26. maj 2011 om Meddelelser fra Søfartsstyrelsen D, teknisk forskrift for skibes bygning og udstyr m.v., passagerskibe i national fart)

 

Forskriften udstedes for at gennemføre kommissionens direktiv 2010/36/EU om ændring af Europaparlamentets og Rådets direktiv 2009/45/EF om sikkerhedsregler og – standarder for passagerskibe Endvidere er der foretaget de for skibstypen relevante ændringer til MARPOL konventionens annekser, som er vedtaget af Den Internationale Søfartsorganisation, IMO, ved MEPC resolutioner siden sidste udgivelse af forskriften. Yderligere er der ændringer til kapitel IV om radiokommunikation og GMDSS, som følge af ændringer i SOLAS.

Kapitel I. Almindelige bestemmelser

Der er med en ny regel 10-1 tilføjet bestemmelser om opretholdelse af skibets tilstand efter syn.

Der er endvidere foretaget opdatering af henvisninger til anden relevant EU lovgivning, samt gældende internationale resolutioner.

Henvisning til relevante bestemmelser og definitioner vedrørende højhastighedsfartøjer er udvidet til at indbefatte den internationale kode for sikkerhed i højhastighedsfartøjer af 2000 (HSC-koden 2000).

Kapitel II-1 Konstruktion - inddeling og stabilitet, maskineri og elektriske anlæg

I afsnit A-1, regel 1 er der indført nye bestemmelser, der ikke tillader brug af asbestholdige materialer.

I regel 2 er der ligeledes indført bestemmelser om, at der om bord på skibe skal være et sæt konstruktionstegninger. Endelig er der tilføjet regler om slæbe- og fortøjningsudstyr om bord.

I afsnit B-1 er der indført en opdateret reference til den ny kode om intakt stabilitet (2008 Intact Stability), som vedtaget ved resolution MSC 267(85).

I afsnit C regel 3 og 4 er der indført krav til dræn fra ro-ro vogndæk. De hidtidige danske særkrav er bibeholdt for at præcisere reglerne.

I regel 12 indføres nye krav til drifts og kontrol midler for nye skibes hoved og hjælpemotorer.

I afsnit D regel 2 indføres der krav om nødbelysning i alle kahytter. I regel 5 indføres krav til elektrisk udstyr i rum hvor der kan samle sig brandfarlige blandinger. Ændringerne er gældende for nye skibe bygget efter den 1. januar 2012.

Kapitel II-2 Brandsikring, opdagelse og slukning af brand

I afsnit A regel 10 indføres nye krav for brændstoftanke med et indhold under 500 liter, dette gælder for nye skibe bygget efter den 1. januar 2012 samt for eksisterende skibe ved det 1. periodiske syn herefter.

I regel 11 indføres der mulighed for lempelser for krav til brandudrustning baseret på skibets og besætningens størrelse.

I afsnit B regel 6 indføres skærpede krav til udgangsveje. I regel 8 indføres mulighed for anvendelse af andre materialer end stål til konstruktion af trapper såfremt materialet giver tilsvarende beskyttelse.

Kapitel II-2 N(1) er nu sammenskrevet med kravene i FSS-koden.

Kapitel II-3 Opholdsrum m.v.

I regel 4 er indført krav om, at afløb skal dimensioneres således så der sikres dræn fra både kondens og brandslukning. I regel 19 er der indført mulighed for at drikkevandstankes overfladebehandling kan være godkendt af sundhedsmyndigheder som er accepteret af Søfartsstyrelsen eller af anerkendte organisationer. Der er endvidere tilføjet bestemmelser til at imødegå saltvandskontaminering af ferskvandssystemet. I regel 23 er indført krav om mærkning af udgangsveje med piktogrammer.

Kapitel III Redningsmidler

I regel 2 er indført ændrede krav om redningsdragter samt krav om børne- og spædbørnsegnede redningsveste.

I regel 5-1 er indført nye krav til ro-ro passagerskibe om skibsevakueringssystemer, samt krav om radartransponder i visse regningsflåder. I regel 13 er der tilføjet retningslinjer for afholdelse af båd-øvelser.

Kapitel IV Radiokommunikation GMDSS

Der er tilføjet ny regel 4-1 om GMDSS satellit udbydere. Bestemmelserne henvender sig kun til Søfartsstyrelsen.

Passagerskibe af klasse D er blevet fritaget for bestemmelser vedrørende nødpanel, udstyr til luftfarts frekvenser, sekundær alarmeringsmetode og metoder for vedligehold. Der er ændret i regel 17 om radioregistreringer, disse registreringer kan føres hhv. i skibsdagbogen eller i en radiodagbog. Der er ligeledes indført en ny regel 18 vedrørende positionsopdatering.

Kapitel V Sejladsens betryggelse

I regel 21 er indført krav om, at alle skibe skal medføre en opdateret udgave af bind III af »the International Aeronautical and Maritime Search and Rescue (IAMSAR) Manual«.

Anvendelse af regel 22 om udsyn fra styrehuset er ændret med hensyn til længdekriterierne for skibe samt ballastoperationer.

Kapitel VI Transport af skibsladninger

Kapitlet er revideret således at bestemmelser der ikke er relevant for skibstypen er udeladt. Endvidere er henvisninger til internationale koder m.v. opdateret.

Kapitel VII Transport af farligt gods

Kapitlet er revideret således at bestemmelser der ikke er relevant for skibstypen er udeladt. Endvidere er henvisninger til internationale koder m.v. opdateret og der er sket redaktionelle ændringer.

Kapitel XXI Forebyggelse af olieforurening fra skibe

Kapitlet er opdateret i henhold til MARPOL ændringer vedrørende definitioner og krav til tanke med olierester (slam).

Kapitel XXVI Forebyggelse af luftforurening fra skibe

Der er indført skærpede krav til udledninger af SOx og NOx. De første nye krav til skærpede SOx udledninger trådte i kraft 1. juli 2010 i de særlige emissionskontrolområder, mens de første skærpede krav til NOx udledninger trådte i kraft 1. januar 2011.

Bilag 1 A - Sikkerhedscertifikater

De konkrete certifikater er ikke længere medtaget i denne forskrift men kan findes på Søfartsstyrelsens hjemmeside.

Bilag 2 A - Lastliniecertifikater

De konkrete certifikater er ikke længere medtaget i denne forskrift men kan findes på Søfartsstyrelsens hjemmeside.

Bilag 3 A - MARPOL certifikater

De konkrete certifikater er ikke længere medtaget i denne forskrift men kan findes på Søfartsstyrelsens hjemmeside.

 

Frágreiðing um regluverkið fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling

 

Hetta regluverkið fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling er sett saman av eini ”Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum D”, umframt tveimum fylgiskjølum.

“Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum D” – ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð - inniheldur heimildargrundarlagið, gildisøki, tillagingar til føroysk viðurskifti, revsiásetingar og gildiskomureglur.

Tey bæði fylgiskjølini innihalda tekniskar reglur um konstruktión og útgerð v.m. til ferðamannaskip í innanoyggja sigling. Reglurnar í fylgiskjali 1 eru einsljóðandi við fylgiskjølini til ”Bekendtgørelse nr. 556 af 26. maj 2011 om Meddelelser fra Søfartsstyrelsen D, teknisk forskrift for skibes bygning og udstyr m.v., passagerskibe i national fart” (Meddelelser fra Søfartsstyrelsen D).

Fylgiskjal 2 inniheldur serføroysk ískoytiskrøv til ferðamannaskip undir 15 metrar, sum eru bygd úr glasfipur (GRP).

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av hesum regluverki verða settar í gildi í Føroyum við einari nýggjari Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum D sum verður lýst á regluportalinum á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo.

 

Gildisøki

Samsvarandi ásetingunum og avmarkingunum í kap. I, er hetta regluverkið galdandi fyri ferðamannaskip og skjóttgangandi ferðamannaskip (High Speed Craft/HSC) í innanoyggja sigling uttan mun til, hvat flagg skipið siglir undir.

Eitt ”ferðamannaskip” er eitt skip, sum siglir við meira enn 12 ferðandi, jb. kap. D I, regel 2.5. Manningin og børn undir 1 ár verða í hesum sambandi ikki tald við.

Eitt skjóttgangandi ferðamannaskip (High Speed Craft/HSC/Højhastighedspassagerskib) er eitt skip, sum siglir við meira enn 12 ferðandi (manningin og børn undir 1 ár ikki íroknað) og sum kemur undir ásetingarnar í kap. X, reglu 1 í SOLAS 1974.

Ferðamannaskip í innanoyggja sigling í havøkjunum B, C og D verða tó ikki roknaði sum HSC, um deplacement við konstruktiónsvatnlinjuna er minni enn 500 m³ og mesta ferðin – roknað sambært pkt. 1.4.30 í HSC-koduni – er minni enn 20 míl.

Regluverkið er ikki galdandi fyri ferðamannaskip, sum eru:

  • krígsskip ella troppatransportskip
  • skip, hvørs framdrift ikki er mekanisk
  • primitivt konstrueraði træskip
  • upprunalig og kopieraði søgulig ferðamannaskip, konstruerað áðrenn 1965 og í høvuðsheitum bygd úr uppruna tilfarinum
  • stuttleikafør (fritidsfartøjer) uttan so, at tey eru ella verða mannaði, og við vinnuligum  endamáli sigla við meira enn 12 ferðandi
  • skip, sum bara sigla í havnaøkjum (havneområde) jb. kap. I, regel 2.19

Regluverkið er heldur ikki galdandi fyri hesi skjóttgangandi ferðamannaskip (HSC):

  • krígsskip ella troppatransportskip
  • stuttleikafør (fritidsfartøjer) uttan so, at tey eru ella verða mannaði og við vinnuligum  endamáli sigla við meira enn 12 ferðandi
  • skip, sum bara sigla í havnaøkjum (”havneområder”) jb. kap. I, regel 2.19

Regluverkið er galdandi fyri nýggj skip (jb. kap. I, regel 2.8) uttan so, at annað verður ásett í einstøku reglunum. Verandi skip (”eksisterende skib”, jb kap. I, regel 2.9) skulu lúka higartil galdandi reglurnar uttan so, at annað verður ásett í einstøku kapitlunum/greinunum. Eldri reglur kunnu sostatt framhaldandi hava týdning, hóast nýggjari reglur eru komnar á økinum.

Higartil galdandi tekniska regluverkið fyri ferðamananskip í innanoyggja sigling, hevur ikki fevnt um ferðamannaskip, sum eru bygd úr glasfipur (GRP). Verandi ferðamannaskip, sum eru bygd úr glasfipur, hava tí higartil verið góðkend eftir regluverkinum fyri smærri vinnufør undir 15 metrar (Meddelelser F) umframt glasfipurkrøvunum í Nordisk Båt Standard for Yrkesbåter (1990).

Síðani 1. august 2006 hava ferðamannaskip undir 15 metrar, sum eru bygd úr glasfipur, verið fevnd av hesum regluverki. Fyri at taka neyðug atlit til tey glasfipurfør undir 15 metrar, sum longu tá vóru góðkend sum ferðamannaskip, er heimilað Sjóvinnustýrinum heilt ella lutvíst at frítaka hesi før frá krøvunum í hesi fráboðan, og í staðin framhaldandi góðkenna tey eftir teimum reglum, sum tey upprunaliga vórðu góðkend eftir. 

Hesar broytingar og tillagingar í mun til reglurnar áðrenn dagføringina, eru nevndar í § 3 í hesi fráboðan, har eisini aðrar generellar tillagingar til føroysk viðurskifti verða gjørdar í teknisku krøvunum sambært fylgiskjølunum.

Nevndu broytingar og tillagingar mugu havast í huga, tá regluverkið verður nýtt í føroyskum høpi.

Mint verður eisini á fylgiskjal 2 sum inniheldur serføroyskar reglur um ferðamannaskip bygd úr glasfipur (GRP).   

 

Heimildargrundarlagið

Heimildargrundarlagið fyri hesi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum D er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broyting.

Teknisku reglurnar fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling byggja annars á altjóða reglur (IMO og ILO konventiónir) umframt EU-reglur:

Ásetingarnar í kapittlunum I, II-1, II-2 og III stava frá ”bilag 1 til EU-direktiv 2009/45/EU om sikkerhedsregler og –standarder i passagerskibe”, sum seinast broytt við EU-direktivi 2010/36/EU.

Ásetingarnar í kapittul II-3 um uppihaldsrúm v.m. stava frá ILO-konventión nr. 92 frá 18. juni 1949, ILO-konventión nr. 133 frá 30. oktober 1970, umframt EU-direktivi 2003/24/EF.   

Ásetingarnar í kapittul II-5 stava frá EU-direktivi 2009/45/EU, umframt altjóða konventiónini um lastalinjur frá 5. apríl 1966 (LL66) og tilhoyrandi protokollini frá 1988 við seinni samtyktum ískoytum og kapittlum (lastalinjukonventiónin sum heild sæst í kap. B II-5 í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B).

Ásetingarnar í kapittlunum IV til VI stava frá EU-direktivi 2009/45/EU við seinni broytingum, umframt altjóða konventiónini um trygd fyri mannalívi á sjónum (SOLAS 1974) við seinni broytinum og tilhoyrandi protokollum og kodum.

Ásetingarnar í kapittul VII stava frá SOLAS 1974 við seinni broytingum og tilhoyrandi protokollum og kodum, umframt Memorandum om transport af farligt gods med ro-ro skibe i Østersøområdet (Østersøaftalen) við seinni samtyktum broytingum.

Ásetingarnar í kapittul IX eru grundaðar á kapittul IX í SOLAS 1974 við seinni broytingum og tilhoyrandi protokollum og kodum, umframt Europa-parlamentets og Rådets forordning nr. 336/2006 af 15. februar 2006 om gennemførelse af den internationale kode for sikker skibsdrift i Fællesskabet og ophævelse af Rådets forordning (EF) nr. 3051/95.

Ásetingarnar í kapittul XI eru grundaðar á kapittul XI í SOLAS 1974 við seinni broytingum og tilhoyrandi protokollum og kodum, umframt Europa-parlamentets og Rådets forordning nr. 725/2004 af 31. marts 2004 om bedre sikring af skibe og havnefaciliteter.

Ásetingarnar í kapittul XXI, XXIII, XXIV, XXV og XXVI stava frá annex I, III, IV, V og VI til altjóða konventiónina um fyribyrgjan av dálking frá skipum (MARPOL 73/78) við  tilhoyrandi protokoll frá 1997 og seinni broytingum.

Kapittul XXX endurgevur artiklarnar í Rådets direktiv 2009/45/EU om sikkerhedsregler og –standarder i passagerskibe.    

At ásetingar eru skrivaðar í „kursiv“ merkir, at teksturin víkir frá omanfyri nevndu rættarkeldum. Talan kann verða um supplerandi ella samsvarandi trygdarkrøv, undantøk givin sambært artikul 9 í EU-direktivi 2009/45/EU, ella danskar vegleiðingar, sum ikki broyta substansin, men sum greiða nærri frá serligum donskum viðurskiftum, ella einari danskari tulking av reglum, sum flaggstaturin hevur heimild at tulka.

Tílíkur kursivtekstur skal í hesum regluverki lesast við atliti til føroysk viðurskifti.

Eitt „R“ aftaná yvirskriftina til kapittlarnar II-1, II-2 og III vísir til samsvarandi ásetingina í SOLAS 1974, sum er grundarlagið undir avvarðandi reglum.    

 

Aðrar reglur

Mint verður á, at umframt tað í hesi fráboðan lýsta regluverkið fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling, so finnast eisini aðrar reglur fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling í Føroyum, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini kunnu verða settar í gildi í Føroyum:

  • Framvegis galdandi danskar bekendtgørelser, lýstar í Kunngerðablaðnum B, áðrenn málsøkið trygd á sjónum varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí logir.fo)
  • Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum „Meddelelser fra Søfartstyrelsen“
  • Vegleiðingar av ymiskum slag, somuleiðis lýstar í „Meddelelser frá Søfartsstyrelsen“
  • Føroyskar kunngerðir, lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí logir.fo)
  • Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum/Sjóvinnustýrinum, somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á elektróniska regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum á www.fma.fo

 

Regluportalurin

Henda Fráboðanin frá Sjóvinnustýrinum, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum, verður einans lýst elektróniskt á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum á heimasíðuni www.fma.fo, har miðað verður eftir at savna alla viðkomandi tekniska lóggávu fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling í Føroyum. 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv