Gildiskoma: 01.04.2014
Slag: Fráboðan

§ 1. Í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E um byggikrøv og útgerð v.m. til fiskiskip, sum seinast dagførd 1. januar 2013, verða gjørdar hesar broytingar:

1. § 3 a) verður orðað soleiðis:

"Fyri fiskiskip, fevnd av hesum regluverki, sum verða innflutt til Føroya eftir 1. apríl 2014, galda hesi serkrøv:

1)  fiskiskip 24 metrar og longri, og uttan mun til nær tey eru bygd, skulu eftir nærri ítøkiligari meting Sjóvinnustýrisins hava sjálvvirkandi eldávaringar- og eldávísingarskipan við roykvarnarum í øllum rúmum, sum galdandi Fráboðan E, kap V, reg. 2, pkt. 10-12 fevnir um. Skipanin skal lúka standardin í kap. V, reg. 15
2)  fiskiskip 15-24 metrar, og uttan mun til nær tey eru bygd, skulu lúka ásetingarnar í Fráboðan E, kap. V, reg. 51 um sjálvvirkandi eldávaringarskipan
3)  Bjargingarbátar, MOB-bátar og davidar umborð á innfluttum fiskiskipum, sum eru bygd áðrenn 1999, kunnu eftir nærri ítøkiligari meting Sjóvinnustýrisins verða kravd skift út við samsvarandi nýggjari, tryggari ella skjótari útgerð

§ 2. Henda fráboðan kemur í gildi tann 1. apríl 2014.

Sjóvinnustýrið tann 6. mars 2014

Hans Johannes á Brúgv, stjóri

/ Petur E. Nielsen, ráðgevi

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv