Vælkomin til Regluportalin

Skeiðbundin tænastuveiting til bjargingarbátar, MOB-bátar, dávitar og útloysiskipanir - Løggildingarøki nr. 17  (05.02.2014 – Rev. 1)                                                                                        

Innihald

1. Løggildingartreytir. 1

1.1 Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007. 1

1.2 Endamál1

1.3 Arbeiði fevnir um.. 1

2. Krøv til løggildir undirveitarar. 1

2.1 Tilgongd. 1

2.2 Góðkenning av skjølum.. 1

2.3 Góðkenning frá framleiðara ella Sjóvinnustýrinum.. 2

2.4 Góðskutrygdarskipan. 2

2.5 Læruskrá til starvsfólk. 2

2.6 Umsjónarfólk. 2

2.7 Eftirlitsfólk. 2

2.8 Frásøgn um starvsfólk. 2

2.9 Útgerð, tól, tilfar, eykalutir og umstøður. 2

2.10 Umsitingarligar mannagongdir. 2

2.11 Mannagongdir og leiðbeiningar. 2

2.12 Váttan. 2

2.13 Undirútvegarar (Leverandørar). 2

2.14 Frágreiðingar. 2

3. Mannagongdir um góðkenning. 2

3.1 Góðkenning av skjølum, skoðan og praktiskari roynd. 2

3.2 Sambandið millum undirveitarar og framleiðarar. 2

3.2.1 Góðkendir undirveitarar hjá framleiðara. 2

3.2.2 Løggilding av undirveitarum írokna umboð og/ella dóttirfeløg. 2

3.2.3 Løggilding av undirveitarum, ið ikki eru útnevnd umboð av framleiðara. 2

 

1. Løggildingartreytir

1.1 Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøv fyri at verða løggildaður vegna Sjóvinnustýrið at gera skeiðbundna tænastuveiting til bjargingarbátar, MOB-bátar, dávitar og útloysiskipanir umborð á øllum1føroyskum skipum.

 

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

 

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

1.2 Endamál

Endamálið við hesi løggilding er, at tryggja, at løggilt fyritøka hevur fólk við kravdum útbúgvingar- og førleikakrøvum.At løggilt fyritøka setur í verk skriftligar skipanir viðvíkjandi útbúgving, eftirliti og frágreiðingum. Harafturat skal ein løggilt fyritøka útvega sær tøkniliga útgerð og hentleikar, ið er neyðugt samsvarandi serkønari tænastu innan løggildingarøkið.

1.3 Arbeiði fevnir um

Hesar løggildingartreytir allýsa kravdar mannagongdir til skeiðbundnar tænastuveitingar til bjargingarbátar, MOB-bátar, dávitar og útloysiskipanir, ið eru neyðugar, fyri at fáa løggilding frá Sjóvinnustýrinum. Harumframt eru hesar løggildingartreytir samsvarandi tilráðingini í IMO MSC.1/Circ.1277.

2. Krøv til løggildir undirveitarar

2.1 Tilgongd

Umsøkjarin skal kunna vísa á, at krøvini sambært grein 2.2 til 2.14 eru uppfylt. At viðkomandi hevur tey neyðugu útbúgvingar- og førleikakrøvini og hóskandi eftirlitsskipan v.m. til at fullføra løggilt arbeiði vegna Sjóvinnustýrið.

2.2 Góðkenning av skjølum   

Fylgjandi skjøl skulu sendast inn til góðkenningar:

 

a.       Yvirlit yvir samlaða bygnaðin hjá fyritøkuni, leiðslubygnað og aðrar fyritøkur í bygnaðinum, sum henda løggilding skal fevna um.

b.      Lista við útnevndum umboðsfólkum.

c.       Royndir innan løggildingarøkið, sum heild.

d.      Lista yvir tøkningar, eftirlitsfólk og umsjónarfólk, ið hava yvirumsjón um hendi. Útbúgvingar- og førleikakrøv samsvarandi krøvunum í Annex’inum í IMO MSC.1/Circ.1277, grein 1.1 og tilhoyrandi Appendix skulu eisini viðleggjast.

e.      Frágreiðing / lýsing av tólum og útgerð, ið skal brúkast til løggilt arbeiði.

f.        Vegleiðingar til starvsfólk, sum skal passa viðkomandi tól og útgerð.

g.       Útbúgvingarskrá til tøkningar og eftirlitsfólk.

h.      Kekklistar og skrásetingarháttur av gjørdum arbeiði, sum tilvíst í grein 2.14 í hesum skjalinum.

i.         Góðskuhondbók og / ella skjalprógvaðar mannagongdir, ið umfata krøvini í grein 2.14.

j.        Góðkenningar ella skjalprógv av týdningi frá øðrum stovnum.

k.       Løggilding, sertifikatir ella góðkenningar frá møguligum framleiðara.

Undirveitarar skulu prógva fyri Sjóvinnustýrinum, at hava fingið heimild ella fingið loyvið frá viðkomandi framleiðara, at geraskeiðbundna tænastuveiting til bjargingarbátar, MOB-bátar, dávitar og útloysiskipanirvegna Sjóvinnustýrið.

 

Alternativt kann grein 5 í Annex’inum tilhoyrandi IMO MSC.1/Circ.1277 brúkast, sum grundarlag fyri eini løggilding frá Sjóvinnustýrinum. (Sí umframt grein 2.3 í hesum skjalinum).

2.3 Góðkenning frá framleiðara ella Sjóvinnustýrinum    

Undirveitarar skulu verða góðkendir av framleiðara sambært MSC.1/Circ.1206, Annex 1.

 

Alternativt kunnu undirveitarar fáa løggilding frá Sjóvinnustýrinum. Ein slík løggilding skal verða í samsvar við fylgjandi:

 

1.       MSC.1/Circ.1206, Annex 1, grein 9

2.       MSC.1/Circ.1277, grein 5.       

2.4 Góðskutrygdarskipan

2.4.1 Góðskuskipan

Undirveitarar skulu hava eina skjalfesta góðskuskipan, sum í samband við løggilt arbeiði, í minsta lagi inniheldur fylgjandi:

 

1.       Ábyrgdarreglur tilhoyrandi virkseminum.

2.       Viðlíkahald og kalibratión av tólum og útgerð.

3.       Skrá til upplæring av starvsfólkum.

4.       Umsjón og váttan, ið tryggjar samsvar við mannagongdir, ið verða settar í verk.

5.       Viðgerð og arkivering av frágreiðingum og upplýsingum.

6.       Góðskustýring av dóttirfyritøkum og øðrum umboðum.

7.       Hóskandi fyrireiking í samband við arbeiði.

8.       Tíðarbundin gjøgnumgongd av mannagongdum í samband við arbeiði.

9.       Viðgerð av klagum og rættingum í málsviðgerðini.

10.   Viðlíkahald, dagføringar og eftirlit av skjølum.

2.4.2 Góðskutrygdarskipan  

Umframt omanfyri nevndu punktir, krevur Sjóvinnustýrið eina skjalfesta góðskutrygdarskipan, sum lýkur nýggjastu útgávuna av ISO 9000.

2.5 Læruskrá til starvsfólk

Løggildir undirveitarar hava ábyrgdina av førleikum, upplæring og viðurkenningum hjá umsjónarfólkum, eftirlitsfólkum og tøkningum. Galdandi krøv um ábyrgd skulu verða í samsvar við Annex tilhoyrandi MSC.1/Circ.1277, grein 1.1 og tilhoyrandi Appendix um skeiðbundna tænastuveiting til bjargingarbátar, MOB-bátar, dávitar og útloysiskipanir.

2.6 Umsjónarfólk       

Løggildir undirveitarar skulu hava umsjónarfólk, ið hevur ábyrgdina av, at sýn, viðlíkahald og umvælingar verður gjørt sambært galdandi reglum. At eftirlitsfólk fylgja mannagongdum og at útgerðin er dagførd og í lagi. Umsjónarfólk skulu hava minst 2 ára royndir sum eftirlitsfólk ella tøkningur. Umsjónarfólk hava samlaðu ábyrgdina av, at løggilt arbeiði, tess avhending og eftirfylgjandi eftirlitsfrágreiðing verður gjørt nøktandi.   

2.7 Eftirlitsfólk

Løggildir undirveitarar hava ábyrgdina av, at eftirlitsfólk sum gera løggilt arbeiði, hava fingið nøktandi upplæring samsvarandi hesum løggildingartreytum. Eftirlitsfólk skulu í minsta lagi hava 1 ára royndir innan løggildingarøki, áðrenn loyvi verður givið, at gera løggilt arbeiði – uttan umsjón av praktiska arbeiðinum.

2.8 Frásøgn um starvsfólk

Løggildir undirveitarar skulu upprættað og dagføra frásøgn um góðkend umsjónarfólk, eftirlitsfólk og tøkningar. Frásøgnin skal skal innihalda, aldur, útbúgving- og førleikar, upplæring og royndir.

2.9 Útgerð, tól, tilfar, eykalutir og umstøður

Løggildir undirveitarar skulu hava fylgjandi tøkt: Neyðuga útgerð, tól, tilfar, eykalutir og umstøður samsvarandi Annex’inum tilhoyrandi MSC.1/Circ.1277, grein 1. Frásøgn ella listi yvir útgerð og tól skal verða tøkur og innihalda upplýsingar um viðlíkahald,  kalibratión o.s.fr.

2.10 Umsitingarligar mannagongdir

Løggildir undirveitarar skulu hava eina skipan við bíleggingum og tilvísingum, ið kann vísa til verandi arkiv. Og soleiðis kunna leita fram liðugt viðgjørt løggilt arbeiði.

2.11 Mannagongdir og leiðbeiningar

Løggildir undirveitarar skulu skjalprógva mannagongdir og leiðbeiningar, ið greiða frá hvussu skeiðbundin tænastuveiting til bjargingarbátar, MOB-bátar, dávitar og útloysiskipanirverður gjørt. Mannagongdirnar skulu eisini fevna um skráseting og flokking av skaðum, brekum og umvælingum. Viðkomandi framleiðari skal gerast kunnugur við feilir og skaðar. Broytingar og umvælingar skulu góðkennast ella viðurkennast av framleiðara.

2.12 Váttan

Løggildir undirveitarar skulu váttað fyri Sjóvinnustýrinum og ella framleiðara, at skeibundin tænastuveiting og viðlíkahald avbjargingarbátum, MOB-bátum, dávitum og útloysiskipanumverður gjørd samsvarandi góðkendum mannagongdum.

2.13 Undirútvegarar (Leverandørar)

Løggildir undirveitarar skulu upplýsa í málsviðgerðini, um avtalur og tilrættisleggingar við undirútvegarar eru gjørdar. Dentur skal leggjast á góðskustýring í samband við tænastu og  framhaldsviðgerð. Undirútvegarar, sum útum fólk og útgerð veita tænastu, skulu eisini uppfylla krøvini í grein 2.2 til 2.14 í hesum løggildingartreytum.

2.14 Frágreiðingar

Samanhangur skal verða millum frágreiðingar, tilvísingar og skipan hjá umsitingini. Frágreiðingar skulu skrivast á standard skjøl og skulu í minsta lagi innihalda fylgjandi:

 

           I.            Lýsing av gjørda arbeiðinum

         II.            Kunning um funnin brek í staklutum ella útgerð

       III.            Kunning um møgulig frávik og útskifting av staklutum ella útgerð

       IV.            Frásøgn sambært MSC.1/Circ.1206, Annex 1, grein 15, ið váttar at útgerðin áhaldandi er í lagi og tænir endamálinum.

         V.            Galdandi sertifikat útskriva eftir góðkenning

 

Frágreiðingar og kekklistar skulu verða undirskrivaðir av viðkomandi persóni, sum hevur gjørt løggilt arbeiði. Nevndu skjølini skulu eisini undirskrivast av umboði hjá løggilda undirveitaranum ella skiparanum. Eitt avrit av frágreiðingini skal handast skipinum og eitt avrit skal varðveitast hjá løggilda undirveitaranum.

3. Mannagongdir um góðkenning

3.1 Góðkenning av skjølum, skoðan og praktiskari roynd

Øll innkomin skjøl og upplýsingar skulu góðkennast. Síðan verður undirveitarin skoðaður. Tá fyrsta praktiska arbeiði saman við frágreiðing  er liðugt og mett at verða nøktandi, verður undirveitarin endaliga løggildur av Sjóvinnustýrinum

3.2 Sambandið millum undirveitarar og framleiðarar

3.2.1 Góðkendir undirveitarar hjá framleiðara

Sjóvinnustýrið krevur at undirveitarar, ið starvast sum undirveitarar hjá framleiðara, skulu góðkennast og verða útnevndir umboð av viðkomandi framleiðara. Framleiðarin skal tryggja sær, at teirra umboð hava neyðugar leiðbeiningar og vegleiðingar o.s.fr. eru tøkar. Og at starvsfólk hjá  undirveitaranum fáa ordiliga upplæring. Undirveitarar, sum verða góðkendir av framleiðara kunnu fáa “case by case” løggilding frá Sjóvinnustýrinum treyta av, at Sjóvinnustýrið metir góðkenningina frá framleiðara verða nøktandi.

3.2.2 Løggilding av undirveitarum írokna umboð og/ella dóttirfeløg

Undirveitarar, sum sambært grein 3.2.1, ið ynskja síni umboð og/ella dóttirfeløg løggilt av Sjóvinnustýrinum skulu lúka krøvini í hesi grein. Sjóvinnustýrið krevur eina skjalfesta góðskutrygdarskipan, ið lýkur nýggjastu útgávuna av ISO 9000.

Undirveitarin skal tryggja sær, at eftirlit av umboðum og/ella dóttirfeløgum verður gjørt. Eftirlit skal gerast, sjálvt um hesi eisini hava nýggjastu útgávuna av ISO 9000.

Løggilding verður grunda á metingar av góðskutrygdarskipanini, ið er sett í gildi av móðirfelagnum.

Góðskutrygdarskipanin hjá løggildum undirveitarum, skal skoðast av viðurkendum stovni, ið bæði skoðar umboð og dóttirfeløg sambært nýggjastu útgávuni av ISO 9000.

3.2.3 Løggilding av undirveitarum, ið ikki longur eru útnevnd umboð av framleiðara  

Sjóvinnustýrið kann í einstøkum førum áhaldandi løggilda ella viðurkenna undirveitarar, at veita tænastu, tá framleiðarin ikki finnist ella ikki longur hevur møguleika at útnevna síni umboð. Í øðrum førum verður víst til grein 3.2.1 ella grein 2.2 – 2.14 omanfyri.

 

Slíkar løggildingar verða einans viðgjørdar, um undirveitarin kann framleggja haldgóð prógv, ið greitt vísa, at møguleikin ikki er til staðar, at verða útnevndur, sum umboð vegna viðkomandi framleiðara.

 

Undirveitarar sum søkja løggilding undir hesum treytum frá Sjóvinnustýrinum, mugu leggja fram alternativ tiltøk á ein slíkan hátt, soleiðis at undirveitarin tryggjar sær, at góðskustýring og tað tøkniliga er líka álítandi, sum tænastan hjá fyrrverandi framleiðara. Alternativ tiltøk skulu í minsta lagi fevna um fylgjandi:

 

A.      Mannagongdir viðvíkjandi førleika- og útbúgvingarkrøvum til starvsfólk

B.      Atgongd til viðkomandi leiðbeiningar og handbøkur tilhoyrandi bjargingarútgerðina, sum skal veitast tænastu

C.      Atgongd til amboð og eykalutir

D.      Frágreiðing um gjørd tiltøk fyri at fáa fatur á upplýsingum, um møguligar veikleikar ella ólukkur í samband við tænastuna

E.       Víðka um praktisku royndirnar av bjargingarbátum, dávitum og útloysiskipanum Hetta fyri at umfevna møguliga óvissu í omanfyri nevndu tiltøkunum A til D orsaka av, at framleiðarin ikki finnist ella ikki longur hevur møguleika, at útnevna síni umboð.      

 

 

 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv