Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 01.01.2013
Slag: Fráboðan

 

Fráboðan E, 1. januar 2013

 

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-9, § 18, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

 

§ 1. Hendan fráboðanin er galdandi fyri fiskiskip 15 metrar og longri[1], umframt fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira[2].

 

§ 2. Nærri teknisku ásetingarnar um byggikrøv og útgerð v.m finnast í niðanfyri nevndu fylgiskjølum (bilag 1-3) sum endurgevateknisku reglurnar í Meddelelser fra Søfartsstyrelsen E:

[1]Sum útgreinað í fylgiskjali 1, kapitul E I, regel 2 (5).

[2]Dimensiónstalið verður funnið við at falda størstu longd á skipinum (Loa – sum er fjarstøðan í beinari linju millum fremsta punktið á forstavninum, til aftasta punktið á afturstavninum) við størstu breidd á skipinum, soleiðis sum hesi mát eru ásett í málibrævi skipsins.

Kapitul

Innihald

Dagfesting

E I

Almindelige bestemmelser

15. december 2008

E II

Konstruktion, vandtæthed og udstyr

1. januar 2003

E III

Stabilitet og sødygtighed

14. december 2010

E IV

Maskineri og elektriske installationer, periodisk ubemandede maskinrum

1. januar 2003

E V (1 2)

Brandsikring, opdagelse og slukning af brand

15. december 2008

E VI (A B C)

Beskyttelse af besætningen (arbejdsmiljø og sikkerhed m.v.)

15. december 2008

E VII (1 2)

Redningsmidler og -arrangementer

15. december 2008

E VIII

Foranstaltninger i nødsituationer, mønstring og øvelser

1. februar 1999

E IX

Radiokommunikation

1. januar 2005

E X

Sejladsens betryggelse

14. december 2010

E XI

Regionale og lokale bestemmelser (direktivets bilag III)

1. februar 1999

E XII

Opholdsrum m.v.

1. maj 2007

E XIII - XX

(Avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

 

E XXI

Forebyggelse mod olieforurening fra skibe

14. december 2010

E XXII-XXIII

(Avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

 

E XXIV

Forebyggelse mod forurening med kloakspildevand fra skibe

14. december 2010

E XXV

Forebyggelse mod forurening med affald fra skibe

14. december 2010

E XXVI

Forebyggelse af luftforurening fra skibe

14. december 2010

Tillæg

Certifikater, formularer og udstyrsfortegnelser

1. februar 1999

Bilag 2

Rådets direktiv 97/70/EF af 11. december 1997 om etablering af harmoniserede sikkerhedsforskrifter for fiskeskibe med en længde på 24 meter og derover.

1. februar 1999

Bilag 3

Torremolinos Protokollen 1993 der relaterer sig til den internationale konference om fiskeskibes sikkerhed, 1977

1. februar 1999

Tillæg 1

(Er einsljóðandi við fylgiskjal 1 og tí ikki endurtikið her)

 

Tillæg 2

Resolutioner fra konferencen

1. februar 1999

Tillæg 3

Konferencens rekommandationer

1. februar 1999

 

§ 3. Ásetingarnar í omanfyri nevndu fylgiskjølum skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til hesar broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti:

 

a)      Fiskiskip, sum verða innflutt til Føroya, verða viðgjørd sum ”nyt fiskeskib” jb. kap. I, regel 2 (1)

b)      Allastaðni, har ”Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal  - tá ræður um føroysk myndugleikaøki - skiljast ”Sjóvinnustýrið” ella møguliga annar avvarðandi føroyskur myndugleiki

c)      Allastaðni, har orðingar sum ”Danmark”/”dansk”, ”Grønland”/”grønlandsk”, ”dansk skib”/”grønlandsk skib”, ella ”dansk søterritorium” verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast ”Føroyar/føroyskt”, ”føroyskt skip” og ”føroyskt sjóumveldi” uttan so, at ásetingarnar viðvíkja viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki

d)      Tá Føroyar ikki er limur í EU, eru ásetingar í regluverkinum viðvíkjandi rættindum og skyldum hjá einum EU-limalandi mótvegis einum øðrum EU-limalandi, ella mótvegis einum EU-myndugleika ikki galdandi fyri Føroyar. Teknisku krøvini í EU-reglunum (direktivum v.m.) eru tó galdandi fyri føroyskt skip, fevnd av hesum regluverki

e)      Sjóvinnustýrið kann – antin generelt ella í tí einstaka førinum - víkja frá teimum í hesum regluverki nevndu tíðarfreistunum fyri uppfyllan av krøvunum, um tað ikki stríðir ímóti skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum, og annars bara, um tað verður mett neyðugt, rímiligt og ráðiligt við atliti til trygdina á sjónum

f)        Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki

g)      Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Sjóvinnustýrinum

h)      Í tann mun, eitt fiskiskip skal viðgerast eftir teknisku reglunum, sum vóru galdandi frammanundan 1. august 2006 (tá hetta regluverkið fyrstu ferð varð dagført síðani yvirtøkuna av málsøkinum 1. januar 2002), skal avvarðandi lóggávan, sum var galdandi her á landi fram til 1. januar 2002 nýtast. Broytingar og dagføringar av Meddelelser E frá Søfartsstyrelsen, sum eru framdar í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2002 og fram til 1. august 2006, eru ongantíð settar í gildi í Føroyum, og hava tí heldur ongantíð verið partur av galdandi rætti í Føroyum

i)        Ásetingarnar í kapitel XXI (”Forebyggelse af olieforurening fra skibe”), kapitel XXIV (”Forebyggelse mod forurening med kloakspildevand fra skibe”) og kapitel XXV (”Forebyggelse mod forurening med affald fra skibe”) skulu lesast við atliti til ásetingarnar í kunngerðunum nr. 122, 123 og 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av ávíkavist burturkasti, kloakkspillivatni og olju frá skipum við seinni broytingum. Í tann mun føroysku reglurnar víkja frá donsku reglunum, skulu tær føroysku reglurnar nýtast

j)        Ásetingarnar í kap. XXVI, regel 12 viðv. ”ozonnedbrydende stoffer”, skulu lesast við atliti til kunngerð nr. 117 frá 16. december 2010 um skráseting av upplýsingum um brennievni, sterk vakstrarhúsgass og ozonoyðandi evni, og kunngerð nr. 118 frá 16. december 2010 um ozonoyðandi evni. Í tann mun teknisku reglurnar í hesum regluverki víkja frá nevndu kunngerðunum, skulu ásetingarnar í føroysku kunngerðunum nýtast

 

§ 4. Við fyrivarni fyri skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum, og við fyrivarni fyri EU-reglum sum seta krøv til triðjalandsskip, verða dagfestingarnar/tíðarfreistirnar í fylgiskjali 1 (bilag 1) broyttar og tillagaðar soleiðis:

 

a)      Í kapittul I, II, III, IV, V, VI og XII verður ”1. januar 2003” generelt broytt til ”1. august 2006”.

b)      Í kapittul X verður ”1. januar 2005” generelt broytt til ”1. august 2006”.

Í regel 19, stk. 2, pkt. 7 (brovagtsalarm) verða dagfestingarnar broyttar soleiðis:

            ”1. marts 2002” verður broytt til ”1. august 2006”

”1. marts 2003” verður broytt til ”1. januar 2007”

”1. marts 2004” verður broytt til ”1. januar 2008”

”1. marts 2005” verður broytt til ”1. januar 2009”

”1. marts 2006” verður broytt til ”1. januar 2010” 

c)      Í kapittul XXIV, Part 2, regel 2.1 verður ”1. januar 2000” broytt til ”1. august 2006”, og í regel 4.1 verður ”1. januar 2005” broytt til ”1. august 2008” 

 

Stk. 2. Kravið í kap. X, regel 19, pkt. 2.4 um, at AIS skal vera av klassa A, er bert galdandi fyri føroysk skip, sum koma í EU/EØS farvatn ella havn. Føroysk fiskiskip, ið ongantíð koma í EU/EØS farvatn ella havn, kunnu í staðin brúka AIS av klassa B.

 

§ 5. Útgerð til fiskiskip, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi teirri til eina og hvørja tíð galdandi Fráboðanini frá Sjóvinnustýrinum um útgerð umborð á skipum, kann koma í staðin fyri útgerðina nevnd í fylgiskjølunum til hesa Fráboðanina.

 

§ 6. Fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum umbyggja og umvæla føroysk skip sambært kap. I, regel 5.3, skulu boða Sjóvinnustýrinum frá umbyggingini/umvælingini.

 

§ 7. Brot á ásetingarnar í fylgiskjølunum til hesa fráboðan verða revsað við bót, hefti ella fongsul í upp til 2 ár.

Stk. 2.Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

 

§ 8. Henda Fráboðan frá Sjóvinnustýrinumkemur í gildi tann 1. januar 2013.

 

 

Sjóvinnustýrið, tann 13. december 2012

 

                                    Tommy Petersen, stjóri                                    

                                                                                                                                                                                                                                                                               / Petur E. Nielsen, ráðgevi

                                         

 

Broytingarí mun til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, 1. apríl 2011

 

Í kap. X, regel 19, pkt. 2.4.verða sett nýggj krøv um AIS umborð á fiskiskipum 15 metrar og longri. Kravið stavar frá einum EU-direktivi (2002/89/EF sum broytt við EU-direktivi 2009/17/EF), sum áleggur øllum fiskiskipum 15 metrar og longri at hava AIS umborð, tá tey sigla/fiska í EU sjógvi ella landa í eini EU havn. AIS skipanin skal vera av klassa A. Søfartsstyrelsen implementeraði AIS kravið í danska lóggávu við einum bekendtgørelse frá 2012, og endurgav ásetingarnar í kap. X, regel 19, okt. 2.4. í Meddelelser E fyri at hava AIS reglurnar fyri fiskiskip savnaðar á einum stað. Nevndu AIS reglur komu av misgávum ikki við í seinastu dagføring av Fráboðan E frá Sjóvinnustýrinum, og verður tí nú ein dagføring framd við gildi frá 1. januar 2013, har einasta broytingin í mun til seinastu dagføring sostatt er AIS kravið í kap. X, regel 19, pkt. 2.4. Sambært § 4, stk. 2 í fráboðanini, kunnu føroysk fiskiskip, ið ongantíð fara í EU/EØS farvatn ella havn, hava AIS klassa B umborð í staðin fyri klassa A.

 

 

Frágreiðing um regluverkið

 

Hetta regluverkið fyri fiskiskip 15 metrar og longri, umframt fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, er sett saman av einari Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E, umframt 3 fylgiskjølum.

Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E – ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð – inniheldur  heimildargrundarlag, gildisøki, revsiásetingar og gildiskomureglur.

Í sjálvari fráboðanini verða eisini gjørdar ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti, og í ymiskum tíðarfreistum, nevndar í  fylgiskjali 1.

Fylgiskjal 1 inniheldur teknisku krøvini til bygging og útgerð v.m. til fiskiskip. Hesar reglur eru einsljóðandi við fylgiskjølini til Søfartsstyrelsens tekniske forskrift E af 14. december 2010, (Meddelelser E)sum eisini sæst á www.sofartsstyrelsen.dk umframt á www.retsinfo.dk. har forskriftin nevnist Bekendtgørelse nr. 1459 af 14. december 2010.

Fylgiskjal 2 endurgevur sonevnda Fiskiskipadirektivið frá EU, meðan fylgiskjal 3 endurgevur Torremolinos-protokollina.

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av teknisku krøvunum í fylgiskjølunum verða settar í gildi í Føroyum við einari nýggjari Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E sum verður lýst á reglu-portalinum á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo.

 

Gildisøki

Regluverkið er galdandi fyri fiskiskip 15 metrar og longri, og fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira.

Regluverkið er galdandi fyri nýggj skip (jb. kap. I, regel 2(1)) uttan so, at annað verður ásett í einstøku reglunum.

Verandi fiskiskip (eksisterende skib, jb. kap. I, regel 2(2)) skulu – tá ræður um konstruktión -  lúka krøvini sum vóru galdandi, tá skipið varð bygt. Undantøk frá hesum kunnu tó vera ásett í nýggjari reglum. Eldri reglur kunnu tí framhaldandi hava týdning, hóast nýggjari reglur eru komnar á økinum.

 

Heimildargrundarlagið

Heimildargrundarlagið fyri hesi Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broyting.

Teknisku reglurnar fyri fiskiskip byggja annars á hesi rættargrundarløg: 

Kapittlarnir I–V og VII-IX snúgva seg um byggi- og útgerðarkrøv til fiskiskip, og eru grundaðir á ískoyti 1 (tillæg 1) til 1993-Protokollina til Torremolinos konventiónina frá 1977, sum broytt við EU-direktivi 97/70/EF frá 11. december 1997.

Ásetingarnar í Kapittul VI byggja á partar av EU-direktivi 93/103/EØF om minimumsforskrifter for sikkerhed og sundhed under arbejdet om bord i fiskefartøjer.

Kapittul X byggir á SOLAS, kap. V, Safety of navigation, sum kom í gildi 1. juli 2002. Í kapitlinum verða m.a. krøvini til navigatiónsútgerð umborð á nýggjum fiskiskipum nútímansgjørd.

Kapittul XI og ískoytið (tillæg) innihalda ískoytiskrøv til fiskiskip, sum sigla í norður-evropa. Hesi krøv byggja á EU-direktiv 97/70/EF om etablering af harmoniserede sikkerhedsforskrifter for fiskeskibe med en længde på 24 meter eller derover.

Kapittul XII ásetur krøv til uppihaldsrúm og drekkivatnsskipan og er grundaður á ILO-konventiónina um uppihaldsrúm umborð á fiskiskipum.

Kapitlarnir XXI, XXIV, XXV og XXVI áseta dálkingarfyribyrgjandi tiltøk, og eru grundaðir á altjóða MARPOL konventiónina um fyribyrgjan av dálking til sjós.

Kapittlarnir XIII – XX, XXII og XXIII eru lagdir av til møguliga seinni nýtslu.

 

Fylgisskjal 1 er annars skipað soleiðis, at danskar reglur, ið antin fylla út ella víðka um altjóða ásetingarnar, eru skrivaðar í skriftslagnumskákskrift. (”kursiv”)

Tekstur, ið stavar frá ES-direktivum, er skrivaður inn í fýrakantaði klombur [….]

Nýggjar ásetingar eru undirstrikaðar

Fylgisskjal 2 er ein endurgeving av EU-direktivi 97/70/EF frá 11. december 1997 om etablering af harmoniserede sikkerhedsforskrifter for fiskeskibe med en længde på 24 meter eller derover. Nevnda direktiv inniheldur 5 fylgiskjøl við broytingum og ískoytum til 1993 protokollina til Torremolinos konventiónina frá 1977. Hesi fylgiskjølini til direktivið eru innbygd í fylgiskjal 1 til hesa fráboðanina frá Skipaeftirlitinum.

Fylgisskjal 3 er ein endurgeving av 1993 Protokollini til Torremolinos konventiónina frá 1977, íroknað ískoytini 2 og 3.

Ískoyti 2 til Torremolinos-protokollina inniheldur resolutiónir frá Torremolinos-fundinum (konferencen) og vendir sær til stjórnir.

Ískoyti 3 til Torremolinos-protokollina inniheldur týðandi teknisk viðmæli, harav nøkur teirra verða sett sum beinleiðis krøv í fylgiskjali 1 til Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E.

Ásetingarnar í EU-direktivi 96/98/EF frá 20. december 1996 om udstyr i skibe við seinni broytingum eru settar í gildi í Føroyum við eini Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um útgerð umborð á skipum, sum er galdandi fyri útgerð sum verður kravd sambært SOLAS-konventiónini, Lastalinju-konventiónini frá 1966 (LL66), Altjóða sjóferðslureglunum 1972 (COLREG) og MARPOL-konventiónini frá 1973.

Altjóða konventiónir eru bara í avmarkaðan mun galdandi fyri fiskiskip. Hesi er í staðin fevnd av 1993 protokollini til Torremolinos-konventiónina frá 1977, sum ásetur sjálvstøðugar standardir fyri fiskiskip. Har tað er viðkomandi, kann útgerð til fiskiskip tó verða erstattað av útgerð sum er ”EU-overensstemmelsesmærket”.   

 

Aðrar reglur

Mint verður á, at umframt tað í hesi Fráboðan lýsta regluverkið fyri fiskiskip, so finnast eisini aðrar reglur fyri fiskiskip, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini verða settar í gildi í Føroyum:

  • Framvegis galdandi danskar bekendtgørelser, lýstar í Kunngerðablaðnum B, áðrenn Skipaeftirlitið varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí www.logir.fo)
  • Tekniskar forskriftir (FSK) og vegleiðingar (VEJ) frá Søfartsstyrelsen, lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum Meddelelser fra Søfartstyrelsen, á regluportalinum hjá Søfartsstyrelsen www.sofartsstyrelsen.dkella í almenna danska lógarsavninum www.retsinfo.dk
  • Føroyskar kunngerðir, lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí www.logir.fo)
  • Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum/Sjóvinnustýrinum, somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á elektroniska regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum á www.fma.fo

 

Regluportalurin

Henda Fráboðanin frá Sjóvinnustýrinum, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum, verður einans lýst elektroniskt á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum sum sæst umvegis heimasíðuni www.fma.fo. Miðað verður eftir at savna alla viðkomandi teknisku lóggávuna fyri avvarðandi skipabólkar á regluportalinum, so brúkarin skjótt og lætt kann fáa eitt samlað yvirlit yvir galdandi teknisku lóggávuna fyri avvarðandi skipabólk. 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv