Við gildiskomuni av MLC-sáttmálanum (Maritime Labour Convention) í 2013 var aldursmarkið fyri at fara til skips hækkað til 16 ár og varð hetta ásett í føroyskari lóggávu í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki. Við nýggju kunngerðini er talan um eina tillaging í mun til lógina og hevur sostatt ikki praktiskar broytingar við sær. 

 

Við nýggju kunngerðini verða samstundis gjørdar aðrar smærri dagføringar í mun til eldri kunngerðina, sum tó væntandi ikki hava við sær broytingar í praksis.

 

Krøvini fyri útgávu av siglingarbókum verða tey somu eins og í eldru kunngerðini. Sostatt verður meginreglan framvegis, at umsøkjarar skulu hava heimarætt fyri at fáa føroyska siglingarbók, tó so at undantaksheimild verður ásett, soleiðis at siglingarbók í serligum førum kann útflýggjast persónum, sum ikki hava heimarætt, men sum sigla við føroyskum skipum. Við uppskotinum verður ásett, at siglingarbókin verður útgivin mótvegis einum gjaldið á kr. 200. Upphæddin er hin sama, sum ásett er í eldri kunngerðini.

 

Eisini reglurnar um, hvussu siglingarbókin skal áteknast verða tær somu. Í mun til eldri kunngerðina, verður við hesi kunngerð tó ikki longur eitt krav um, at skiparin altíð skal útfylla siglingarbókina. Hetta skal skiparin harafturímóti gera eftir áheitan frá sjófólkinum sjálvum. Orsøkin til hesa broyting er, at tað ikki er eitt altjóða krav um, at siglingarbókin verður áteknað við siglingartíð sjófólksins.

 

Føroyar hava staðfest ILO 108 sáttmálan um samleikaprógv fyri sjófólk. Nýggja kunngerðin, eins og føroyska siglingarbókin, liva upp til sáttmálan. Sáttmálin ásetir, at sjófólk sum hava siglingarbók úr einum landi, ið hevur staðfest sáttmálan, skulu hava loyvi at koma í land í einum øðrum landi, ið hevur staðfest sáttmálan. Hetta tó bara í tilknýti til sítt starv sum sjófólk. Harafturat eru ásetingar um, hvør kann fáa siglingarbók og hvørjar upplýsingar skulu standa í siglingarbókini. 

Viðheft skjøl:
FílaLýsingSeinast dagførd
Tak hesa fílu niður (Kunngerð nr.48 2019-Kunngerðablað A.pdf)Kunngerð nr. 48 frá 30. apríl 2019 um siglingarbøkur 2019-05-28
Gildiskoma: 01.11.2021
Slag: Lógarkunning

Stutt gjøgnumgongd av høvuðsbroytingunum í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (SOLAS)

Við hesi kunngerð verða øll krøv sambært altjóða sáttmálanum SOLAS samla á einum stað.  Teir kapitlar, ið áður hava verið grundaðir á MARPOL-sáttmálan eru strikaðir, tí teir í dag eru settir í gildi við kunngerð nr. 155 frá 23. desember 2019 frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum (MARPOL). Kapitlar II-3, II-4 og kapittul XV í galdandi kunngerð, ið seta í verk MLC-sáttmálan verða settir í gildi við serstøkum kunngerðum komandi tíðina. Á sama hátt er kap. II-5, ið er grundaður á Load Lines sáttmálan strikaður, og kap. II-1, afs. B-5, ið er grundaður á Stockholmavtaluna strikaður. Tað skal tó viðmerkjast at uppskotið ásetur skiftisreglur, ið áseta at Fráboðan B framvegis er galdandi, um ikki annað er ásett í kunngerðini. Sostatt varðveita umrøddu kapitlar sítt gildi til onnur kunngerð er komin í staðin.

Afturat hesum, eru fleiri innihaldsligarbroytingar í sjálvum uppskotinum. Stutt gjøgnumgongd av hesum broytingum er niðanfyri.

 

Kapitul II-1, Lekastabilitetur

Við hesum broytingum verður endaliga farið frá verandi reglum innan lekastabilitet: Frá deterministiskum til probalistiskar reglur. Samstundis hækkar trygdin umborð á størri ferðamannaskipum munandi.

Kapitul II-2, Tyrlupallar, evakuerings-greiningar o.a.

Krøv verða ásett til skúmsløkkiútgerð á tyrlupallum, soleiðis at evakueringsgreiningar skulu gerast fyri ferðafólkaskip, sum ikki eru ro-ro ferðafólkaskip, og at eisini minni sentralhitaketlar skulu hava eina fasta eldsløkkingarskipan á staðnum eins og bjargingarútgerð og evakueringsøkir v.m. skulu hava brandverju. Hetta er eisini galdandi fyri minni ferðafólkaskip.

Kapitul III, Bjargingarútgerð og fyriskipanir

Regla 19, Skrásetingar

Galdandi ásetingar um skráseting av mynstringum og venjingum v.m. í eini serligari leiðbeiningarbók, eisini kallað bláa bók, verða strikaðar við tí í hyggju, at tær kunnu skrásetast har, sum manningin á skipinum metir tað vera best at gera tað.

Regla 20, eftirlit av bjargingarútgerð

Altjóða reglur um eftirlit, viðlíkahald, kanningarroyndir, umsjón og umvæling av bjargingarútgerð hjá skipum verða settar í gildi. Við hesum verður skipað ein felags einsháttað tilgongd til viðlíkahald av bjargingarútgerð, sum skal tryggja, at útgerðin er trygg og fult nýtilig.

Nýggju reglurnar fara at fevna um øll ferðafólkaskip uttan mun til stødd og farmaskip, sum eru 500 BT ella meira og áseta, at sýn og viðlíkahald skal vera framt av einum uttanhýsis tænastuveitara eina ferð árliga.

Regla 30, Venjingar í at avmarka skaða

Ásett verður, at viðkomandi partar av manningini á nýggjum ferðafólkaskipum skulu hava eina nærri lýsta “havarikontrol” venjing triðja hvønn mánað. Kravið um havarikontrol ”venjing” er bara galdandi fyri ferðamannaskipum.

Regla 31, Bjargingarflaki í framenda á skipi

Føroyskt serkrav um serlig handfaringarkrøv til tann bjargingarflaka, sum skal vera frammi á størri farmaskipum, verður við hesum uppskoti strikað.

Kapitul IV, Farfylgisveinatænastur

Kapittulin verður broyttur við tí í hyggju at viðurkenna  nýggjar útbjóðarar av farfylgisveinatænastum til trygdar- og neyðsamskifti (Global Maritime Distress and Safety System – GMDSS).

Kapitul XI-I

Talan er um eina konskvensrætting, sum ger tað møguligt hjá skipum, sum ikki eru fevnd av ESP-kotuni at velja, um tey vilja halda fram í sama eftirlitsskipan ella um tey vilja samantvinna eftirlitini sambært ásetingunum í ESP-kotuni.

Viðheft skjøl:
FílaLýsingSeinast dagførd
Tak hesa fílu niður (Kunngerð nr.141 2021-Kunngerðablað A (1).pdf)Kunngerð frá Sjóvinnustyrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (SOLAS) 2021-11-12

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um broyting í SOLAS kunngerð

Talan er um rættingar ella konsekvensbroytingar í verandi kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (SOLAS). Tað vil siga, at kunngerðin ikki hevur við sær nýggjar innihaldsligar broytingar.

Kunngerðin kemur í gildi 1. september 2022.

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um lastalinjur o.a.

Kunngerð um lastalinjur er grundað á kapittul 1, II-5 í fráboðan B og kapittul 1, II-5 í fráboðan D. Altjóða sáttmálin um lastalinjur er í fullum líki í skjalinum til kunngerðina meðan sjálv kunngerðin hevur meiri yvirskipaðar ásetingar. Sostatt er einki stórvegis nýtt innihaldsliga í uppskotinum. Uppskotið er liður í at sundurskilja fráboðan B, soleiðis at hvør altjóða sáttmáli verður settur í verk í serstakari kunngerð heldur enn at samla alt í einum stóra kunngerð, ið áður hevur verið leisturin. Frameftir er altjóða sáttmálin um lastalinjur einans settur í verk við hesi kunngerð frá Sjóvinnustýrinum.

Kunngerðin kom í gildi 27. august.

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um uppihaldsrúm o.a.

Kunngerðin er grundað á kapittul II-3 í áður galdandi kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (fráboðan B).

Kunngerðin setur í høvuðsheitum í verk krøv sambært MLC-sáttmálanum, ið kom í altjóða gildi í 2013. Endamálið við kunngerðini er at gera eina serstaka kunngerð fyri teknisku krøvini til upphaldsrúmini o.a.í handilsskipum sambært MLC-sáttmálanum. Hetta er liður í at sundurskilja kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (fráboðan B), soleiðis at hvør altjóða sáttmáli verður settur í verk í serstakari kunngerð heldur enn at samla alt í einari stórari kunngerð, ið áður hevur verið leisturin.

Kunngerðin hevur ikki einans formligar broytingar við sær, men eisini innihaldsligar broytingar.

Høvuðsbroytingarnar eru hesar:

- Ásetingar um kabússur, proviantrúm, drekkivatn og drekkivatnsskipanir eru strikaðar, og verða ásettar í uppskoti til kunngerð um kost og drekkivatn o.a. í handilsskipum.

- Bygnaðurin í kunngerðini er lagdur eftir ásetingunum í MLC-sáttmálanum standard A 3.1.

- Í reglu 2, nr. 4 í skjali 2 er ásett, at verandi skip eisini verða fevnd av ásetingunum í kunngerðini soleiðis, at tað eisini ber til at viðgera hesi skip sambært nýggju undantøkunum. Tó verða verandi skip ikki fevnd av nýggju konstruktiónskrøvunum.

Kunngerðin kom í gildi 27. august.

 

Talan er um eina minni broyting sum avleiðing av avgerð, ið bleiv tikin í altjóða felagskapinum ILO um at loyva at leingja gildið á MLC 2006 loyvisbrævinum.

Við hesi nýggju heimild ber sostatt til at leingja gildistíðina á MLC 2006 loyvisbrævinum við upp til 5 mánaðum í tí føri at endurnýggjanarsýnið er gjørt, men tað av ávísum ávum ikki ber til at fáa útskriva loyvisbrævið ella fáa tað sent umborð, áðrenn gildistíðin gongur út. Henda áseting er í samsvar við ásetingar í altjóða sáttmálunum í SOLAS og MARPOL um tað sama.

Viðheft skjøl:
FílaLýsingSeinast dagførd
Tak hesa fílu niður (Kunngerð nr.77 2019-Kunngerðablað A (2).pdf)Broyting í Fráboðan B 2019 2019-05-28

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv