Prenta
Gildiskoma: 07.07.2020

Í dag, 07/07-20 eru tríggjar tekniskar kunngerðir settar úr gildi á Regluportalinum. Kunngerðirnar, ið ikki eru galdandi longur, eru hesar:

Bjjargingarfør eru framyvir fevnd av fráboðan F frá Sjóvinnustýrinum. Teknisku reglurnar skulu lesast í samanhangi við § 6, stk. 1 í løgtingslóg um trygd á sjónum. § 6, stk. 1 ásetur m.a. soleiðis  “...við atliti at tí brúki, skipið til hvørja tíð er ætlað.” Við hesum er greitt, at tað er ábyrgdin hjá reiðaranum at tryggja, at skipið er smíðað og útgjørt í trá við ta nýtslu, ið skipið skal setast í sigling til. Undir hesum koma eisini krøv til sokallaði spesialiseraði skip og før, ið bjargingarfør verða mett at vera.