Prenta

Higartil hava teknisku reglurnar hjá Sjóvinnustýrinum einans verið lýstar á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum undir heitinum "Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum". Framyvir verða reglurnar lýstar umvegis almenna Kunngerðaportalin (www.kunngerdaportalur.fo) á sama hátt sum aðrar kunngerðir, og heitið á teknisku reglunum verður samsvarandi broytt til "Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum". Kunngerðaportalurin hevur eina tíðindatænastu, har skrásettir brúkarar fáa boð umvegis teldupost, tá lógarreglur innan útvald øki verða lýstar á Kunngerðaportalinum.

Tá teknisku reglurnar hjá Sjóvinnustýrinum eru lýstar á Kunngerðaportalinum, verða tær lagdar í almenna føroyska lógarsavnið www.logir.fo undir evnið "Sjóvinna". Hóast teknisku reglurnar frá Sjóvinnustýrinum sostatt framyvir koma at síggjast bæði á Kunngerðaportalinum og logir.fo, so hevur Sjóvinnustýrið framvegis tørv á egnum regluportali, har rúgvismiklu teknisku reglurnar kunnu skipast og savnast undir avvarðandi skipabólkar og økir. Nærri kunning um regluportalin hjá Sjóvinnustýrinum, herundir um bólking av skjølum og avmarkingar í lógartilfarinum sæst á forsíðuni undir evninum "Um regluportalin". 

GG! Bara kunngerðir, sum eru lýstar á Kunngerðarportalinum hava løgfrøðiligt gildi! Regluportalurin er ein eyka tænasta, sum Sjóvinnustýrið veitir fyri betri greiðleika og yvirlit til brúkaran. Tað kunnu tí vera seinkingar millum tað, sum er lýst á Kunngerðarportalinum og tað tilfarið, ið liggur á Regluportalinum.