Nýggj sjókort nr. 82 og 83

Beint fyri jól 2014 vórðu sjókort nr. 82 og 83 broytt, soleiðis at nýggju sjókortini nú innihalda knattstøðurnar fyri loðs- og fráboðanarpunktunum sambært føroysku loðslóggávuni.

Upplýsingarnar verða eisini lagdar inn í ECDIS skipanina.

 

Broyting í loðskunngerðini (nýtt fylgiskjal við tillagaðum knattstøðum fyri loðs- og fráboðanarpunkt o.a.)

Sjóvinnustýrið arbeiðir við at broyta galdandi “kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012 um loðsing, gjøld o.a.”. Hetta kemst av, at upprunaligu knattstøðurnar o.a., sum vórðu uppgivnar í fylgiskjalinum til kunngerðina, eru broyttar undir tilgongdini at broyta sjókortini. Fyri at samsvar skal verða millum lógargrundarlagið og sjókortini, verður tí neyðugt at broyta nevndu kunngerð. Broytingarnar verða lýstar á Kunngerðaportalinum (www.kunngerdaportalur.fo) skjótast møguligt. 

 

Broyttar vitaføringar í Tangafirði, Sørvági og Sandsvág/havn

Í umrøddu sjókortunum nr. 82 og 83 eru nýggju vitaføringarnar á Tangafirði og Sørvági eisini settar inn í kortini. Arbeitt verður við at broyta vitaføringina á Sandoynni (Sandsvág/havn), men hesar broytingar eru ikki gjøgnumførdar enn, og síggjast tí heldur ikki í nýggju sjókortunum. Tá broytingarnar á Sandsvág/havn eru framdar, verður gjørt ein rætting til avvarðandi sjókort, sum verður lýst í “Efterretning for Søfarende” hjá danska Søfartsstyrelsen (www.sofartsstyrelsen.dk).