Gildiskoma: 15.07.2019
Slag: Kunngerð

Kunngerð um krøv til sigling við motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar

(Vatnskutarakunngerðin)

Við heimild í § 8, stk. 5, § 10, stk. 2 og § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, § 2, stk. 5, § 7, § 15, stk. 2, § 31 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum og í samráð við Sjóvinnustýrið verður ásett:

§ 1. Henda kunngerð ásetur førleikakrøv og krøv til sigling við vatnskutara, luftpútufari og øðrum líknandi fari, ið er bygt til at verða ført av persóni, ið situr ella stendur á skrokkinum.

§ 2. Førari av fari, fevnt av § 1, skal:

1)   hava fylt 16 ár, og

2)   hava føraraprógv frá góðkendum skeiðsveitara.

§ 3. Førari av fari, fevnt av § 1, skal undir siglingini hava við sær skjalprógv fyri, at krøvini í § 2 eru lokin. Skjalprógvið skal verða víst Sjóvinnustýrinum, løgregluni ella øðrum eftirlitsmyndugleika, tá biðið verður um tað.

§ 4. Ein og hvør, ið siglir við fari, nevnt í § 1, skal nýta bjargingarvest og skal vera ílatin hóskandi kuldabjálvandi drakt.

Stk. 2. Hevur kuldabjálvandi draktin flotføri, eins og bjargingarvestur, verður ikki kravt at brúka bjargingarvest.

§ 5. Kommunur ella aðrir myndugleikar, ið hava heimild at áseta nærri reglur um sigling á sjógvi ella á vøtnum í sínum øki, kunnu søkja Sjóvinnustýrið um, at ávíst øki í kommununi verður undantikið krøvunum í hesi kunngerð í ávíst tíðarskeið.

§ 6. Brot á §§ 2-4 verður revsað við sekt.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. § 2, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2021.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 15. juli 2019

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv