Gildiskoma: 26.06.2006
Slag: Fráboðan E

Inngangur

Tekniska høvuðsregluverkið fyri fiskiskip 15 metrar og longri, umframt fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, er sett saman av einari "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E", umframt 3 fylgiskjølum (bilag).

"Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E" - ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð - inniheldur heimildargrundarlag, gildisøki, revsiásetingar og gildiskomureglur.

Í sjálvari fráboðanini verða eisini gjørdar ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti, og í ymiskum tíðarfreistum, nevndar í fylgiskjali 1.

Fylgiskjal 1 inniheldur teknisku krøvini til bygging og útgerð v.m. til fiskiskip. Hesar reglur eru einsljóðandi við fylgiskjølini til "Søfartsstyrelsens tekniske forskrift E af 1. maj 2005", sum eisini verða givin út í pappírsformi (heftir skipað í ringbind).

Fylgiskjal 2 endurgevur sonevnda "Fiskiskipadirektivið" frá EU, meðan fylgiskjal 3 endurgevur Torremolinos-protokollina.

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av teknisku krøvunum í fylgiskjølunum verða settar í gildi í Føroyum við einari nýggjari "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E" sum verður lýst á reglu-portalinum á heimasíðuni hjá Skipaeftirlitinum www.fma.fo.

Gildisøki

Regluverkið er galdandi fyri fiskiskip 15 metrar og longri, og fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira.

Regluverkið er galdandi fyri nýggj skip (jb. kap. I, regel 2(1)) uttan so, at annað verður ásett í einstøku reglunum.

Verandi fiskiskip ("eksisterende skib", jb. kap. I, regel 2(2)) skulu - tá ræður um konstruktión - einans lúka krøvini sum vóru galdandi, tá skipið varð bygt. Undantøk frá hesum kunnu tó vera ásett í nýggjari reglum. Eldri reglur kunnu tí framhaldandi hava týdning, hóast nýggjari reglur eru komnar á økinum.

Heimildargrundarlagið fyri regluverkinum

Heimildargrundarlagið fyri hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum.

Teknisku reglurnar fyri fiskiskip byggja annars á hesi rættargrundarlag:

Kapitlarnir I-X í fylgiskjali 1 eru grundaðir á ískoyti 1 til 1993-Protokollina til Torremolinos konventiónina frá 1977, sum broytt við EU-direktivi 97/70/EF frá 11. december 1997 og EU-direktivi 2002/35/EF. Kapitul IX, grein 7, stk. (4) er grundað á EU-direktiv 99/19/EF, ið broytir EU-direktiv 97/70/EF. Kapitul VI inniheldur harumframt eisini ásetingar sambært EU-direktivi 89/391/EF um íverksetan av tiltøkum til tess at bøta um trygd og heilsuviðurskifti hjá arbeiðstakarum, og 93/103/EF um trygd og heilsuviðurskifti í sambandi við arbeiði umborð á fiskiskipum.

Kapitul XI í fylgiskjali 1 og ískoytið, eru grundað á EU-direktiv 97/70/EF frá 11. december 1997 um íverksetan av harmoniserandi trygdarreglum fyri fiskiskip 24 metrar og longri.

Kapitul XII í fylgiskjali 1 er grundaður á ILO-konventiónina um tilhaldsrúm umborð á fiskiskipum.

Kapitlarnir XXI, XXIV, XXV og XXVI í fylgiskjali 1 eru grundaðir á altjóða konventiónina um fyribyrgjan av dálking til sjós (MARPOL).

Kapitlarnir XIII - XX, XXII og XXIII eru lagdir av til møguliga seinni nýtslu.

Fylgisskjal 1 er annars skipað soleiðis, at danskar reglur, ið antin fylla út ella víðka um altjóða ásetingarnar, eru skrivaðar í skriftslagnum skákskrift. ("kursiv") Tekstur, ið stavar frá ES-fyriskipanum, er skrivaður við skriftslagnum "Arial".

Fylgisskjal 2 er ein endurgeving av EU-direktivi 97/70/EF frá 11. december 1997 um íverksetan av harmoniserandi trygdarreglum fyri fiskiskip 24 metrar og longri.

Fylgisskjal 3 er ein endurgeving av 1993 Protokollini til Torremolinos konventiónina frá 1977.

Høvuðsinnihaldið í dagføringini

∙  Influtt fiskiskip verða viðgjørd sum nýggj fiskiskip
∙  Kap. VII um "Redningsmidler og arrangementer" og Kap. IX um "Radiokommunikation" eru dagførir samsvarandi nýggjastu krøvunum á økinum
∙  Kap. X um "Sejladsens betryggelse" er broyttur við støði í einum nýggjum kap. V í SOLAS
∙  Kap. XXIV um "Forebyggelse af forurening med kloakspildevand fra skibe" - sum byggir á annex IV í MARPOL-konventiónini - er dagførdur
∙  Kap. XXV um "Forebyggelse mod forurening med affald fra skibe" - sum byggir á annex V í MARPOL-konventiónini - er dagførdur
∙  Kap. XXVI um "Forebyggelse af luftforurening fra skibe" er nýggjur og byggir á annex VI í MARPOL-konventiónini, sum kom í gildi 19. mai 2005

Viðmerkjast skal, at omanfyri nevndu broytingar eru framdar í tíðarskeiðnum 2002-2005. Tá galdandi føroyska regluverkið fyri fiskiskip er frá tíðini upp til 2002, og dagføringin, sum nú verður lýst, er samsvarandi nýggjasta Meddelelse E frá mai 2005, er eitt "glopp" í tíðarskeiðnum frá 2002 til 2005 sum ongantíð er sett í gildi í Føroyum. Hetta "gloppið" má havast í huga, tá finnast skal fram til galdandi regluverk fyri verandi fiskiskip.

Aðrar reglur fyri fiskiskip

Mint verður á, at umframt tað í hesi Fráboðan lýsta regluverkið fyri fiskiskip, so finnast eisini aðrar reglur fyri fiskiskip, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini verða settar í gildi í Føroyum:

∙  Framvegis galdandi danskar "Bekendtgørelse", lýstar í Kunngerðablaðnum B áðrenn Skipaeftirlitið varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí www.logir.fo)
∙  Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen ("FSK"), lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum "Meddelelser fra Søfartstyrelsen"
∙  Vegleiðingar av ymiskum slag ("VEJ"), somuleiðis lýstar í "Meddelelser frá Søfartsstyrelsen"
∙  Føroyskar "kunngerðir", lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí www.logir.fo)
∙  "Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum", somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á elektróniska reglu-portalinum hjá Skipaeftirlitinum á www.fma.fo

Reglu-portalurin hjá Skipaeftirlitinum

Hendan Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum, verður einans lýst elektróniskt á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum á heimasíðuni www.fma.fo, har eitt yvirlit eisini verður gjørt yvir samlaðu galdandi lóggávuna fyri fiskiskip 15 metar og longri.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv