Gildiskoma: 05.10.2005
Slag: Varðveitingarverd

Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum

"Teknisk forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)" hevur verið galdandi her á landi síðani 1. januar 2001. Tá var tað danska Søfartsstyrelsen sum hevði heimildina at áseta tekniskar reglur fyri føroysk skip.

Tann 1. januar 2002 varð málsøki "Trygd á sjónum" yvirtikið sum føroysk sermál, og heimildin at áseta tekniska reglur varð í hesum sambandi latin Skipaeftirlitinum sambært ásetingunum í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum.

Reglur, sum Skipaeftirlitið ásetur sambært hesum heimildum, verða nevndar "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum". Hesar fráboðanir kunnu sammetast við eina vanliga kunngerð, men eru tó sermerktar við at vera av tekniskum slagi og venda sær vanliga til ein avmarkaðan fakligan málbólk.

Tað er við einari tílíkari Fráboðan frá Skipaeftirlitinum, at tann longu frammanundan galdandi "Teknisk forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)" nú verður dagførd og broytt samsvarandi broytingunum sum danir hava framt í somu forskrift, sum eisini hevur verið galdandi í Danmark síðani 1. januar 20011.

1Sí "Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 2 af 12. juni 2006 om ændring af teknisk forskrift om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)" sum er kunngjørd í "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen" 2/2006.

Høvuðsinnihaldið í broytingini/dagføringini

Stutt sagt, er tekniska forskriftin frá 2000 eitt samlað tekniskt lógarsavn fyri eldri skip sum í vinnuligum høpi sigla við fleiri enn 12 ferðafólkum. Reglurnar eru tillagaðar til tey serligu viðurskiftini, sum gera seg galdandi fyri hesi skip (aldur, byggiháttur, byggitilfar, innrætting v.m.).

Fortreytin fyri, at viðgera eitt skip sambært reglunum í "Teknisk forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)" hevur higartil verið, at avvarðandi skip formliga er viðurkent av Føroya Fornminnissavni sum varðveitingarvert. Stuttleikaskip hava tó ikki verið fevnd av reglunum, hóast tey formliga eru viðurkent sum varðveitingarverd.

Hetta hevur gjørt, at nøkur skip - sum reint teknisk kunnu sigast at lúka treytirnar fyri at verða mett varðveitingarverd - ikki hava verið fevnd av forskriftini, tí tey mangla formligu viðurkenningina sum varðveitingarverd.

Broytingarnar, sum danir framdu í teirra samsvarandi lóggávu í august í ár, leggur ikki longur avgerandi dent á, um eitt skip formliga er viðurkent sum varðveitingarvert ella ikki. Nú skal Søfartsstyrelsen við støði í fleiri lógarásettum atlitum ítøkliga meta um, hvørt skipið lýkur treytirnar fyri at koma undir serligu reglurnar fyri eldri ferðamannaskip ella ikki. At skipið formliga er viðurkent sum varðveitingarvert, er nú bara eitt - men tó týdningarmikið - atlit millum fleiri onnur.

Ein onnur høvuðsbroyting er eisini, at stuttleikafør/frítíðarfør nú eru fevnd av forskriftini, um tey í vinnuligum høpi sigla við ferðafólki, ella verða útleigaði við førara.

Skipaeftirlitið heldur, at broytingarnar sum danir hava framt eru skilagóðar og vilja bøta um tey ivamál og trupulleikar, sum Skipaeftirlitið higartil hevur havt av at umsita teknisku forskriftina frá 2000. Somuleiðis heldur Skipaeftirlitið, at broytingarnar vilja verða til fyrimuns fyri tey skip, sum higartil eru "dottin ímillum".

Skipaeftirlitið hevur tí avgjørt at seta donsku broytingarnar í gildi í Føroyum frá 1. oktober 2006. Hetta verður gjørt við at lýsa eina Fráboðan frá Skipaeftirlitinum, har broytingarnar verða skrivaðar inn í verandi teknisku forskriftina frá 2000, sum síðani verður endurgivin í fullum líki og á donskum máli sum eitt fylgiskjal til sjálva fráboðanina.

Skipaeftirlitið, oktober 2006

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv