Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

 

Grein 1 Gildisøki

(1)  Hetta kapitlið er galdandi fyri bæði nýggj og verandi vinnufør.

Grein 2 Bjargingarvestar

(.1)  Til hvønn persón umborð, skal vera góðkendur bjargingarvestur ið er útgjørdur við góðkendum ljósi.

Grein 3 Bjargingardraktir

(1)  Á førum, sum hava siglingarloyvi til økini F2, F3, F4 og F5, sb. kapitul I, grein-1, stk. (4)-(7) (uttanfyri 15 sjómíl frá grundlinjunum), skal vera ein góðkend bjargingardrakt til hvønn persón umborð.

Grein 4 Bjargingarkransar

(1)  Før, ið eru longri enn 10 metrar, skulu hava 2 góðkendar bjargingarkransar umborð. Annar skal vera útgjørdur við einum elektriskum blussi, hin skal vera útgjørdur við einari í minsta lagi 27,5 m langari línu, sum kann flóta.
(2)  Før, ið eru styttri enn 10 metrar, skulu hava ein góðkendan bjargingarkrans umborð. Bjargingarkransurin skal vera útgjørdur við bæði einum elektriskum blussi og einari í minsta lagi 27,5 m langari línu, sum kann flóta.
(3)  Navnið a farinum og heimstaðurin skal vera ámerkt bjargingarkransinum. Bókstavirnir skulu vera týðiligir og skrivaðir við blokkbókstavum í tí latínsku bókstavarøðini.

Grein 5 Bjargingarflakar

(1)  Øll vinnufør, ið eru fevnd av hesum regluverkinum, skulu vera útgjørt við einum ella fleiri góðkendum "SOLAS" bjargingarflakum ella góðkendum 4 persóna bjargingarflakum, ið kunnu taka allar persónarnar, sum eru umborð. Hvør av bjargingarflakunum skal vera útgjørdur við einum SOLAS B-pakka.
(2)  Endin frá bjargingarflakanum skal vera støðugt festur í farið, og tað skal vera skipað soleiðis fyri, at bjargingarflakin kann gerast leysur og uppblásast av sær sjálvum um so er, at farið søkkur. Um tað er møguligt, skal bjargingarflakin staðsetast soleiðis, at hann, uttan trupulleikar, kann flytast og setast út frá øllum síðum a farinum. Surringin skal vera útgjørd við einum góðkendum hydrostatiskum útloysara.
(3)  Før, ið eru styttri enn 10 m, kunnu ístaðin fyri tann kravda SOLAS- bjargingarflakan, vera útgjørd við einum bargingarflaka, ið er góðkendur og útgjørdur til brúk umborð a leiguførum. Flakin skal staðsetast a sama hátt sum kravt omanfyri og hava hitabjálving í botninum.
(4)  Før, ið eru styttri enn 7 m, og sum ikki fara útum 3 sjómíl úr landi, kunnu ístaðin fyri omanfyri nevndu krøv, velja at lúkaein av hesum báðum møguleikunum:
 
(.1)  Farið skal vera útgjørt við einum bjargingarflaka, sum hevur í minsta lagi 2 flótikømur, og sum er framleiddur sambært einum viðurkendum standardi til bjargingarflakar a frítíðarførum. Flakin skal vera pakkaður í einum kassa, kunna taka í minsta lagi 4 persónar og hava ljósendurskin. Flakin skal hava eitt loyvisbræv frá einari góðkendari kanningarstovu í Føroyum ella einum ES/EØS-landi.
(.2)  Tað er ikki krav um bjargingarflaka a førum, ið eru útgjørd við so nógvum flótitilfari, at tað í øllum førum kann halda seg flótandi soleiðis, at tað, um tað fyllist, kann lensast1. Umborð a slíkum førum skal vera ein hitabjálvað flótidrakt til hvønn persón umborð, sum er framleidd eftir einum góðkendum standardi. Flótievnið a slíkum førum skal vera skjalprógvað.
(5)  Tað er ikki krav um bjargingarflaka a førum, ið eru styttri enn 7 m, og sum einans sigla í havnum, áum, vøtnum, firðum ella innanfyri 1,5 sjómíl úr næsta landi. Umborð a slíkum førum skal tó vera ein hitabjálvað flótidrakt til hvønn persón umborð, sum er framleidd eftir einum góðkendum standardi.
(6)  Innan fyri 3 sjómíl úr næsta landi er ikki krav um bjargingarflaka a einum arbeiðsprámi, tá hann eru í fylgi við einum fari, ið hevur bjargingarflaka, ið kann taka allar persónarnar, sum eru umborð a farinum og a práminum.
(7)  Før, ið brúkt verða í avmarkaðari sigling inni a vardum økjum, kunnu, eftir einari ítøkiligari meting gjørda av Skipaeftirlitinum, við serligum treytum sleppa undan kravinum um bjargingarflaka.
(8)  Bjargingarflakar og hydrostatiskir útloysarar, undantikið einnýtis hydrostatiskir útloysarar, skulu eftirkannast við í mesta lagi 12 mánaða millumbili. Kanningararbeiðið skal fremjast av einari góðkendari tænastustøð. Har ið tað av royndum ikki ber til at lúka 12 mánaða kravið, kann Skipaeftirlitið leingja tíðarskeiðið til 17 mánaðir.
1Víst verður eisini til reglurnar í Nordisk Båt Standard um flótievni á frítíðarførum undir 15 metra longd.

Grein 6 Neyðrakettir og neyðbluss

(1)  Øll før skulu vera útgjørd við í minsta lagi 3 neyðrakettum við fallskíggja og 3 neyðblussum, sum geva frá sær eitt bjart reytt ljós. Á førum, hvørs siglingarloyvi er til F3, F4 og F5, skal talið a neyðrakettum tó økjast til 6.
(2)  Neyðrakettirnar og neyðblussini skulu vera av einum góðkendum slagi og liggja soleiðis, at hesar eru lættar at koma til. Staðsetingin skal vera týðiliga merkt. Neyðrakettirnar og neyðblussini skulu útskiftast skjótast møguligt eftir 4 ára aldur, roknað frá framleiðsludegnum.
(3)  Skiparin og/ella eigarin av farinum skulu síggj til, at neyðrakettir og neyðbluss, sum vegna aldurin ella av øðrum orsøkum skulu skiftast út, verða latnar veitaranum av teimum nýggju rakettunum og blussunum, samstundis sum endurnýggjanin verður framd.

 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv