Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

Hetta kapitlið er galdandi fyri nýggj før, soleiðis sum hesi er allýst í kapitul I, grein 2.

Grein 1 Almennar reglur

(1)  Tilhaldsrúm a fiskiførum, ið hava eina longd uppá 10 m ella meira, skulu lúka ásetingarnar í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, kapitul XII. Hetta krav er tó ikki galdandi fyri før, ið einans verða brúkt í dagsigling.
(2)  Á øðrum førum skulu neyðug tilhaldsrúm ella deksskjól vera í tann mun tað er neyðugt við atliti at, hvussu leingið farið er a sjónum, hvat farið verður brúkt til, siglingarøkinum hjá farinum og talinum a persónum, sum eru um borð.
 
(.1)  Før, ið eru styttri enn 10 m í longd, ið einans verða brúkt í sigling um dagin, skulu hava deksskjól ella annað vart tilhaldsrúm við sessum til allar persónar, sum eru umborð. Deksfør skulu harumframt vera útgjørd við vesi.
(.2)  Onnur før skulu vera útgjørd við møguleikanum fyri upphiting, sessum til allar persónar, ið eru umborð, kúgveygum, kabússu ella kokkahúsi umframt vesi.

Grein 2 Staðseting og bygningsháttur

(1)  Tilhaldsrúm skulu vera skipaði og smíðað soleiðis, at tey veita góða verju móti veðri, sjógvi, kulda, hita og óneyðugum gangi.
(2)  Dúrk, skott innan ella klædningur umframt loft, skulu vera nóg væl ljóð- og hitabjálvaði, og yvirflaturnar skulu vera soleiðis, at tær eru lættar at halda reinar.
(3)  Í gongum, ella har ið persónar ganga, skulu dúrk og dekk vera hálkutryggjaði.
(4)  Neyðugir leytarar ella trappustig skulu vera settir upp soleiðis, at tað er trygt at koma niður í ella upp úr tilhaldsrúmum. Handlistar ella handtøk skulu vera sett upp, um møguligt a báðum síðum, í gongum og har ið leytarar eru.
(5)  Standihæddin skal vera í minsta lagi 1,98 m í stýrihúsinum og í øðrum tilhaldsrúmum. Á førum undir 10 metra longd, skal standihæddin í øðrum tilhaldsrúmum vera í minsta lagi 1,8 m, tó kann ein lægri hædd loyvast í durum, neyðútgongum og yvir sessum.
(6)  Hurðar, gongdir og smogur, skulu hava eina breidd uppá í minsta lagi 600 mm.
(7)  Frá afturlatnum tilhaldsrúmum skulu vanliga vera í minsta lagi tvær útgongdir, av hesum kann onnur vera ein neyðútgongd. Frá smærri rúmum kann loyvast, eftir meting í hvørjum einstøkum føri, at bert ein útgongd er treytað av, at útgongdin ikki kann steingjast um eldur skuldi komið í maskinrúmið, galluna ella tílíkt.
(8)  Útgongdirnar skulu vera so langt burtur frá hvørji aðrari sum møguligt og vera gjørdar soleiðis, at tær kunnu brúkast í einari neyðstøðu.
(9)  Onnur av útgongdunum kann vera ein neyðútgongd ígjøgnum eina lúku/hurð ella kúgveyga/vindeyga, tá skulu hesi krøv fylgjast:
 
(.1)  Ein lúka/hurð, ið gongur útum, skal hava eitt op uppá í minsta lagi 600 x 600 mm.
(.2)  Lúkan/hurðin skal kunna latast upp innanífrá uttan at nýta lyklar ella amboð. Uttanífrá skal lúkan/hurðin somuleiðis kunna latast upp beinleiðis, tó er tað loyvt at hava handtøk ella líknandi, ið kunnu takast av og verða goymd nærhendis ella í t.d. stýrihúsinum. Lúkan/hurðin skal ikki hava áslag til heingilás.
(.3)  Eitt kúgveyga/vindeyga, sum brúkt verður til neyðútgongd, skal hava eitt ljósop uppá í minsta lagi ávikavist 450 mm í tvørmáli fyri kúgveygu og 450 mm a tí smælra partinum a vindeygum.
(.4)  Um so er, at atgongdin frá manningarrúminum til neyðútgongdina er um eitt sjálvstøðugt rúm (stýrimaskinurúm, kamar ella tílíkt), mugu hurðar til slík rúm ikki kunna læsast uttan so, at tær eru útgjørdar við sparkilúku, sum kann brótast ella takast burtur móti rýmingarleiðini.
(.5)  Neyðugir leytarar, stig og handtøk skulu setast upp við neyðútgongdina til tess at lætta um flýggjanina.
(.6)  Á hóskandi støðum, t.d. a hurðum, a sparkilúkum, við vindeygu/kúgveygu v.m., skal ámerkjast: "NEYÐÚTGONGD, skal ikki steingjast".
(10)  Útgongdirnar skulu harumframt vera skipaðar soleiðis, at ein møguligur eldur a einari hædd ikki skal kunna hava við sær, at persónar a einari aðrari hædd verða innilæstir.
(11)  Um so er, at ikki er beinleiðis útgongd til veðurdekkið úr radiorúminum, skulu vera tveir útgongumøguleikar úr hesum rúminum. Ein av hesum útgongdunum kann vera eitt vindeyga ella kúgveyga, ið lýkur krøvini í stk. (9) omanfyri.

Grein 3 Ljós og upphiting

(1)  Øll tilhaldsrúm skulu vera nóg væl upplýst og kunna upphitast til í minsta lagi 20 °C.
(2)  Tað skal í mest møguligan mun vera dagsljós í tilhaldsrúmum. Harumframt skulu tilhaldsrúmini vera útgjørd við elektriskum ljósi við hóskandi lýsi. Koyggjur og tílíkt skulu hava sjálvstøðugt ljós.

Grein 4 Luftskifti

(1)  Í øllum rúmum, har ið persónar kunnu halda til, skal vera ein hóskandi luftskiftisskipan.
(2)  Luftskiftisskipanin skal kunna veita nóg nógva luft til og frá rúmunum, tá ið hurðar, kúgveygu, skeilett og samsvarandi eru afturlatin.
(3)  Luftskiftisopini til bæði tilførslu og fráførslu av luft, skulu skipast soleiðis, at rúmið fær nóg nógva fríska luft. Tilførsluopini skulu setast soleiðis, at tað ikki er vandi fyri at vandamikil gasssløg verða sogin inn.
(4)  Luftskiftisop mugu ikki koma út uppi yvir ella beint við eina koyggju.
(5)  Tá talan er um eina luftskiftisskipan við natúrligum luftskifti, skulu rørini vera so stutt sum møgulig a við so fáum bendum sum til ber. Innara tvørflatan a luftskiftisrørum (bæði tilførsku- og fráførslu) skal vera í minsta lagi 7,5 cm², roknað fyri hvønn sessin sær í rúminum. Í sovirúmum skal hendan tvørflatan tó vera í minsta lagi 30 cm² fyri hvørja koyggju sær.
(6)  Við mekaniskari luftskiftisskipan skal luftmongdin kunna stillast og veita eitt luftskifti uppá í minsta lagi 6 ferðir um tíman. Tilførslu- og fráførslurørini skulu vera so mikið rúm, at luftferðin inni í rørunum ikki gerst størri enn 6 m/s.
(7)  Uppi yvir kókiplátum skal vera ein roykhetta. Fráførslurørið frá roykhettuni skal ganga útum til fría luft. Um so er, at roykhettan ikki hevur eina mekaniska útsúgving, skal ein gjóstrarhetta sita omaná tí partinum a rørinum, sum er uttanfyri.
(8)  Vesirúm skulu hava eina sjálvstøðuga luftskiftisskipan, ið gongur útum til fría luft.
(9)  Tey rúm, ið eru ætlaði til eldvandamikil, etsandi ella illa luktandi evnir, skulu hava eina sjálvstøðuga luftskiftisskipan

Grein 5 Koyggjur og sessir

(1)  Støddin a koyggjum innan skal vera í minsta lagi 1,98 x 0,58 m. Í serligum føri kann loyvast, at breiddin a í øðrum endanum er smælri.
(2)  Tað er ikki loyvt at hava fleiri enn tvær koyggjur uppi yvir hvørjari aðrari, og tær mugu ikki vera við síðuna av hvørjari aðrari soleiðis, at ein skal noyðast at klíva tvørtur um aðra fyri at koma í hina.
(3)  Koyggjurnar skulu vera gjørdar úr hørðum, slættum og rustfríum tilfari. Har ið koyggjur eru yvir hvørjari aðrari, skal tann ovara koyggjan hava ein dusttættan botn úr træi, lørifti ella øðrum hóskandi tilfari.
(4)  Sessirnir skulu hava eina breidd uppá í minsta lagi 0,5 m, eina fría hædd yvir setrinum uppá í minsta lagi 0,9 m og við beinplássi uppá 0,75 roknað frá ryggjarstuðlinum.

Grein 6 Galla, kokkahús og proviantrúm

(1)  Tá ið farið er innrættað við gallu ella kokkahúsi, skulu hesi rúm vera a í hóskandi stødd, væl upplýst, løtt at halda rein og vera útgjørd við hóskandi luftskiftisskipan. Á staðnum skal vera møguleiki fyri kóking og kókiútgerð umframt eitt rustfrítt vask og hóskandi borðpláss til tilvirking av matinum. Harumframt skal nærhendis vera hóskandi goymslumøguleikar til proviantin í køldum umhvørvi.
(2)  Drekkivatnstangin skal vera lættur at reingera. Á tanganum skal vera ein eftirlitslúka, ið hevur eitt vørmál uppá í minsta lagi 0,15 m. Tangin skal kunna tømast fullkomiliga gjøgnum ein botnventil, ið situr a lægsta staðnum a tanganum ella gjøgnum eina súgvileiðing, ið gongur frá botninum a tanganum.

Grein 7 Vesi

(1)  Tá ið farið er innrættað við vesi, skal hetta vera í einum rúmi, ið er skilt frá øðrum tilhaldsrúmum umborð við einari hurð, ið kann steingjast. Á førum, ið eru úti í meira enn 24 tímar í einum, skal vesi vera av vatnskolandi slagi, og inni í vesirúminum skal vera eitt handvask við vatni og frárensli.

 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv