Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at hava eftirlit við frysti- og køliskipanum umborð á øllum1 føroyskum skipum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum. (Økið er tó ikki í løtuni partur av klassaavtaluni, men kann blíva tað í komandi dagføringum)

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Usøkjarin skal hava "Loyvisbræv sum kølimontørur 2" frá Arbeiðseftirlitinum
∙  Umsøkjarin skal skjalprógva royndir við arbeiði í sambandi við køliskipanir, herundir serliga umborð á skipum
∙  Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð og hjálpitól til hetta arbeiði
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri køliskipanir umborð á skipum, herundir eisini tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing av løggilduga arbeiðsøkinum:

Talan er her um "Last- og Proviantkøliskipanir" umborð á skipum við meira enn 50 kg av kølievni, undantikin køliskáp og frystiboksir.

Køliskipanir kunnu byggjast við góðkendum lutum/tilfari undir eftirliti av løggildaðum við teirri treyt, at sveisisertifikat fyriliggur.

Einhvør liðug skipan skal tó sýnast, roynast og góðkennast av løggildaðum, eins og árlig eftirlit skulu gerast og á próvskjali váttast mótvegis Skipaeftirlitinum.

Reglugrundarlag:

∙  § 76 í Bekendtgørelse nr. 387 af 07.07.1969 om maskinanlæg m.v. i skibe
∙  Fráboðan E, Kapitel IV, regel 15: Kølesystemer til bevarelse af fangsten
∙  Fráboðan B, Kapitel II-1, Regel 27: Maskineri
∙  Kap. XXVI í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, D, E og F

Próvskjal fyri kanning v.m. av køliskipan:

Eftir at køliskipanin er sýnað og/ella góðkend, skal tann løggildaði fylla út og undirskriva eitt próvskjal í 3 eintøkum. Í próvskjalinum skulu vera hesar upplýsingar:

1. Upplýsingar um skipið:

Navn, heimstaður, eftirlitsnummar, radiofrámerki og møguligt IMO-nummar.

2. Upplýsingar um skipanina:

3. Upplýsingar um sýnið, frágreiðing:

Úrslitið av sýninum, hvat er kannað, hvat er umvælt, royndarkoyring, trykkroynd, o.s.v.

4. Upplýsingar um løggildaða:

Navn og bústaður.

5. Staðfesting:

Dagfesting, stempul og undirskrift.

Eitt eintak av omanfyri nevnda próvskjali skal latast skipinum. Skipaeftirlitið skal hava eitt eintak, og tann løggildaði skal varðveita eitt eintak í minsta lagi 5 ár.

Uppskot til slíkt próvskjal skal leggjast við umsóknini.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv