Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at gera tjúgdarmátingar við ultraljóði á øllum1 føroyskum skipum. Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. verkfrøðingur við skipsbygging sum serfrøði ella aðra útbúgving
∙  Umsøkjarin skal hava nomið sær servitan innan viðkomandi økið (NDT tøkningur e.l.)
∙  Umsøkjarin skal skjalprógva nøktandi royndir innan hetta økið, vera førur fyri at brúka ultraljóð útgerð, og hava mannagongdir og vegleiðingar til kalibrering av hesari
∙  Umsøkjarin skal hava drúgvar royndir í at gera tjúgdarmátingar og hava kunnleika til viðkomandi reglur galdandi fyri hetta økið
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur frá Skipaeftirlitinum, sum eru galdandi fyri hetta økið, og vera førur fyri at gera hetta arbeiðið samsvarandi hesum og viðkomandi reglum annars fyri hetta økið

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing av løggildaða arbeiðnum:

Talan er her um at gera tjúgdarmátingar og frágreiðing í hesum sambandi, sum kravt verður av Skipaeftirlitinum.

Tjúgdarmátingarnar verða gjørdar við føstum tíðarbilum. Tær skulu brúkast av Skipaeftirlitinum sum skjalprógv fyri, at skrokkurin lýkur øll styrkikrøv.

Vegleiðandi tjúgdarmátingar í sambandi við millumliggjandi umvælingar krevja ikki løggilding.

Kravd tjúgdarmáting skal gerast av sokallaðum triðja parti, t.v.s., at er skip til umvælingar á ávísari skipasmiðju, kann henda ikki gera tjúgdarmátingarnar, hóast hon er løggildað.

Ultraljóðkanningar kunnu gerast av løggildaðum (virki/persóni). Máting av skipssíðu og dekki verður vanliga gjørt í trimum beltum runt um skrokkin, aftan, í miðjuni og framman. Avstívingar og dekk, sum er nortið, verður tikið við í uppmátingarnar.

Tann, sum ger mátingarnar, skal gera eina serstaka frágreiðing við skitsum ella tekningum, har mátingarnar skulu vera eyðmerktar. Tíðarskeiðini fyri tjúgdarmáting eru sum fylgjandi:

Niðanfyri eru víst tjúgdarmátingsskeið:

Tíðarskeið og umfatan av tjúgdarmáting.

Við 5 ára skeið verður gjørt*:

0 - 5 ár

5 - 10 ár

10 - 15 ár

15 - 20 ár

frá 20 ár

Nummar ella samanseting:

1

2 + 1

2 + 1

3 + 1

3 + 1

*Mátingarnar skulu gerast í sambandi við høvuðssýn. Tíðarskeiðini eru vanliga 5 ár. Eru tíðarskeiðini fyri skipið 4 ár, verða hesi brúkt. Ferðamannaskip hava 5 ára skeið.

1.  Ivasom øki samsvarandi tilvísing frá sýnsmanni.
2.  Ein máting í hvørjum plátuøkið á skipssíðu og á dekki í trimum beltum runt um skrokkin, framman, í miðjuni og aftan (við høvuðsskottir).
3.  Allar plátur á tanktoppi, dekki, høvuðsskottum og skrokki.

Upplýsingar sum skulu vera tøkar fyri skipaeftirlitið:

Í sambandi við hvørja máting skal serstøk frágreiðing gerast, sum í avriti verður latin skipinum og send Skipaeftirlitinum við posti ella telduposti fma@fma.fo . Hon verður annars goymd hjá løggildaða. Í frágreiðingini skulu í minsta lagi vera hesar upplýsingar:

1.  Navn og heimstaður hjá skipinum.
2.  Løggildingarnummar (stendur á løggildingarpróvnum).
3.  Hvat skipið verður brúkt til.
4.  Úrslitið av tjúgdarmátingini (eyðmerkt á tekning av skipinum).
5.  Dagfesting og staður, har mátingin var gjørd.
6.  Navn og bústaður hjá løggildaða.

Tjúgdarmáting:

Ultraljóðmátingar kunnu gerast av løggildaðum virki/skipasmiðju eftir avtalu við viðkomandi sýnsmann, tó skal kravd tjúgdarmáting gerast av sokallaðum triðja parti, t.v.s., at er skip til umvælingar á ávísari skipasmiðju, kann henda ikki gera tjúgdarmátingarnar, hóast hon er løggildað. Ein neyvleiki uppá +/- 3% roknast fyri at vera nøktandi. Máting av plátuklædningi og dekki verður vanliga gjørd í trimum beltum runt um skrokkin, aftan, í miðjuni og framman. Avstívingar og dekk, sum er nortið, skal takast við í mátingarnar.

Tann, sum ger mátingarnar, skal gera eina serstaka frágreiðing við tekning, har mátingarnar eru eyðmerktar.

Tjúgdarmátingarnar skulu eisini umfata plátuklædning undir høvuðsmaskinu og økir, har tað verður lensað frá við maskindrivnum lensipumpum, og eisini har tað eru súgvurør av koparsamansettum tilfari. Víðari skulu mátingar gerast av plátuklædninginum omanfyri propellina og í fore-peek økinum millum tyngstu og lættastu vatnlinju.

Meðal tæringin fyri eina samling av líknandi økjum (t.d. øll veðurdekk undir einum) má ikki fara upp um 10% fyri berandi dekk og botnkonstruktión, íroknað avstívingar. Fyri plátuklædning og millumdekk, íroknað avstívingar, tó ikki upp um 15%.

Lokalt kann góðtakast, at upp til 25% av tilfarinum er burturtært, tó er minsta tjúgd 4,5 mm fyri skip, har longdin er millum 15 og 24 m og 3,5 mm fyri skip frá 8 - 15 m í longd.

Við "grube"- foyrutæring kann loyvast tæring upp til 35%, tá hendan umfatar minni enn 1 % av tí kannaða økinum. Umfatar foyrutæringin upp til 50 % av tí kannaða økinum, kann tæring upp til 20 % loyvast. Onnur tæringsmørk interpolerast rættlinja.

Er tæringin størri enn hesi mørk, skal tilfarið skiftast.

Akkersketur kunnu í mesta lagi tærast 10 % av nýggjum tvørmáti.

Í sambandi við leingingar má tæringin á samankomandi dekks- og plátuklædningi

ikki fara upp um 15 - 20 % av uppruna tjúgdini, annars sum omanfyristandandi. Tjúgdarmáting kann gerast við royndarboring og máting við t.d. skjótilæru ella við máting við ultraljóðmátitóli.

Umvæling av plátum og brúk av doblingsplátum:

Allar umvælingar av plátum skulu vanliga gerast við at gamla plátan verður tikin burtur, og nýtt tilfar verður sveisað ístaðin.

Ísveising av nýggjum tilfarsstykkjum mugu í ongan rætning verða minni enn 300 mm við minsta hjørnarundingi uppá 50 mm, uttan so, at hetta skal ímóti einum langseymi.

Umvæling av skaðum ella tærdum plátum í botni, síðuklædningi, berandi dekki, tanktoppi, vatntøttum skottum og tangum kunnu vanliga ikki gerast við doblingum.

Doblingar kunnu tó í avmarkaðan mun brúkast til:

a. Fyribils umvælingar, tá endalig umvæling verður gjørd við fyrstkomandi høvuðssýn.

b. Skip, sum hava avmarkað sigliøki, sum t.d. sigling í havnum, áum og vøtnum.

c. Ómannaðar flakar og annað flótandi.

d. Ávís skip, har tað eftir meting frá sýnsmanni er besti máti at gera umvælingina.

Er dobling er størri enn 500x500 mm, skulu sveisinaglar brúkast soleiðis, at eingi plátuøkir, sum eru frí, í nakran rætning vera størri enn 500 mm. Doblingar skulu fullsveisast og A-máti fyri sveisingarnar bæði naglar og runt um, skal í minimum vera 0,5 x plátutjúgdina, tó minst 3,5 mm.

Áðrenn doblingsplátan verður sveisað, skulu atkomandi plátur reinsast ordiliga.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv