Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at gera mátingar av larmi umborð á øllum1 føroyskum skipum. Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum. (Økið er ikki í løtuni partur av klassaavtaluni, men kann blíva tað í komandi dagføringum)

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. verkfrøðingur ella aðra útbúgving so sum skipsførari ella maskinmeistari
∙  Umsøkjarin skal skjalprógva drúgvar royndir við at gera mátingar av larmi umborð á skipum
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við galdandi reglur og vegleiðingar v.m. fyri hetta økið, og vera førur fyri at útinna arbeiðið sambært hesum

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing av løggilduga arbeiðnum:

Talan er her um at gera tær mátingar av larmi, sum Skipaeftirlitið krevur umborð á skipum, og í hesum sambandi skriva frágreiðing sambært vegleiðing frá Skipaeftirlitinum.

Reglugrundarlag:

Fráboðan frá Skipaeftirlitinum nr. 6 frá 8. november 2007 um larm umborð á skipum

Upplýsingar sum skulu vera tøkar hjá Skipaeftirlitinum

Frágreiðing um úrslitið av mátingunum skal sendast til Skipaeftirlitið í einari til endamálið gjørdari talvu sum skal innihalda fylgjandi:

- eina tekning yvir skipið, har mátiúrslit og mátistøð eru eyðmerkt;

- tey viðurskifti, sum hava týdning fyri meting av larminum, undir hesum:

1) djúpgangur framman og aftan,

2) vindur og alda,

3) ferð og rætningur,

4) last og snúningstal á høvuðs- og hjálpimaskinaríði,

5) aðrar keldur til larm, sum koyra, meðan mátingarnar verða gjørdar, t.d. ventilatión í maskinrúmi, last og í innrættingini.

6) framleiðari og merki av mátitóli og mikrofon,

7) upplýsningar um hvør hevur gjørt mátingarnar, og

8) dýpið undir kjøli.

Úrslitið verður lýst sum tað samlaða A-vigaða ljóðtrýstið í mátitalvuni til frágreiðingina.

Í teimum førum, tá larmurin fer uppum hægst loyvda markvirði fyri larmi, ella tá órógvandi neðraljóð ella reinir tónar, sum hoyrast skilliga, finnast, skal tað gerast ein títtleikakanning á 1/1 oktav títtleikabylgjuni.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv