Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir á øllum1 føroyskum skipum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva viðkomandi tekniska útbúgving so sum verkfrøðingur við skipsbygging sum serfrøði ella aðra tilsvarandi útbúgving
∙  Umsøkjarin skal skjalprógva royndir við at gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir, hava til taks og vera kendur við viðkomandi reglur, forskriftir, standardir og vegleiðingar á økinum, og kunna tryggja, at arbeiðið kann vera gjørt sambært nevndu reglum

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Lættskipsuppgerðir og hallroyndir skulu gerast undir eftirliti av Skipaeftirlitinum ella einum av Skipaeftirlitinum góðkendum klassafelagi.

Hallroyndir og lættskipsuppgerðir skulu gerast á fylgjandi skipum:

∙  Nýggjum ferðamannaskipum
∙  Nýggjum lastskipum við tonsatali minni enn 500 BT
∙  Nýggjum fiskiskipum
∙  Nýggjum vinnuførum við L1 minni enn 15 m

-og-

∙  Við millumliggjandi stabilitetskanning á ferðamanaskipum hvørt 5. ár
∙  Við millumliggjandi stabilitetskanning á fiskiskipum hvørt 10. ár
∙  Við millumliggjandi stabilitetskanning á vinnuførum við L1 minni enn 15 m bygd ár 2001 ella seinni hvørt 10. ár
∙  Við millumliggjandi stabilitetskanning á S- og V-skipum2 við ferðafólkaloyvi hvørt 5. ár
∙  Við umbygging av omanfyri nevndu skipum
2S- og V-skib, eru skip til serlig endamál, varðveitingarverd skip sambært Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 1/2007 um broyting í teknisku forskriftini um varðveitingarverd skip

Reglugrundarlagið:

Søfartsstyrelsens vejledning nr. 7 af 3. oktober 2000 om skibes stabilitet

Krøv í.smb. við gerð av hallroyndum og lættskipsuppgerð.

Tann løggildaði skal tryggja, at í minsta lagi ein persónur, sum ger hallroyndina, hevur eina útbúgving sum verkfrøðingur við skipabygging sum serfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving.

Tá tað fyri eitt skip sambært reglunum skal fremjast lættskipsuppgerð og hallroynd - fyri at staðfesta lættskipvektina (deplacement) og tyngdipunkti - kann úrslitið góðkennast, um ásetingarnar í vegleiðing í Code on Intact Stability, Res. A.749(18), Annex I, við eftirfylgjandi broytingum eru uppfylt.

Standard talva skal tillagast, sambært IMO Res. A.749(18) fyri skip > 24 m)

Fyri skip minni enn 24 m kann standard talva frá Skipaeftirlitinum nýtast.

Avtalast skal í góðari tíð við Skipaeftirlitið, nær og hvar royndirnar skulu gerast.

Hallroynd:

Eitt skip skal verða so liðugtgjørt sum møguligt, tá hallroyndin verður framd. Fyribils útgerð, amboðskassar, arbeiðspallar, rusk o.s.v., skal umgangast mest møguligt.

1.  Royndin skal vera gjørd á tryggan hátt, tá hugsað verður um vind, aldu, streym, slakar endar og neyvleika av hallroyndsmátingunum.
2.  Vektfyllan av vatninum/sjónum skal mátast við kalibreraðari flótivekt.
3.  Djúpgangur skal mátast framman og aftan og fríborði mittskips á skipum við lastalinjumerki. Um fótatølini ikki eru eftirkannaði, skal fríborði málast framman og aftan, og linjutekning leggjast við hallroyndsfrágreiðingini.
4.  Útrokning av skipsvektini (deplacementinum) undir hallroyndini skal grundast á hydrostatik, sum er útroknaður við teldu-forriti, sum er góðkent av Skipaeftirlitinum.
5.  Kalibreraðar hallroyndsvektir skulu brúkast. Hallroyndsvektir, sum kunnu taka til sín stórar nøgdir av vætu, kunnu bert brúkast, um tær eru vigaðar beint undan hallroyndini. Í størri skipum kunnu "heeling tangar" nýtast, um peilingin er neyv.
6.  Tað skulu brúkast 2 pendulir við passandi longd, sum geva eitt útslag uppá uml. 15 cm. Pendulini festast væl og so langt frá hvørjum øðrum sum gjørligt. Tá kør við vatni verða nýtt til at dempa svingningarnar av loddinum, skal frítt útsving tryggjast. Inclinometur ella anna mátitól kann brúkast ístaðin fyri annað pendulið.
7.  Peilingar av tangum skulu vitnast. Vekt og tyngdarpunkt av innihaldi sambært peilitalvu skal eftirkannast. Tómir dagtangar kunnu krevjast kannaðir við at kaglúka verður opnað. Gev gætur, at smáar restir í botnunum á breiðum tangum kunnu merkja stóran óneyvleika. Í fullum tangum skal yvirflatan verða omanfyri tanktoppin t.v.s. uppi í peilirørinum. Gev gætur, at luftlummar kunnu verða, sum ofta fyrst sleppa burtur undir hallroyndini, eftirkanna tí peilingarnar eftir hallroyndina. Í fullum ballasttangum skal flóta yvir úr luftrørinum. Talið av sløkum tangum skal avmarkast til hægst ein tanga til hvørt slag av innihaldi.
8.  Tómir lasttangar skulu eftirkannast, og møguligar restir staðfestast og tømast um neyðugt.
9.  Ein uppgerð yvir manglandi- og ikki tilhoyrandi vektum við ásettum langskips- og hæddartyngdarpunkti skal leggjast við hallroyndsfrágreiðingini.

Dynamometurroynd:

I nøkrum førum loyva reglurnar fyri smærri før/bátar, at ein dynamometurroynd verður framd í staðin fyri vanligu hallroyndina, um so er at brúkiligar hydrostatiskar uppmátingar av skrokkinum ikki finnast. Royndin verður gjørd sæmbært fylgjandi vegleiðing:

1. Royndin skal gerast í teimum lastastøðum, sum eru kravd í reglunum. Vanliga er tað tann í lastastøða, sum í veruleikanum er tann mest vandamikla. Um ivamál er, kann royndin gerast við fleiri ymiskum lastastøðum.

2. Skipsvektin D (deplacementi) hjá farinum/bátinum skal staðfestast við løggildaðari vekt ella dynamometri við kalibreringsváttan.

3. Eitt pendul ella líknandi tól verður sett upp til at mála hall-stigini við.

4. Ein kranaveirur við innsettum dynamometri við kalibreringsváttan verður fastgjørdur soleiðis, at tað er møguligt at koppa fari/bátin minst 30°. Vektin P (kg) sum verður brúkt til at koppa fari/bátin, skal avlesast við millumrúmum uppá 5° upp til 30° ella til innstreymningsvinkulin, um hesin er minni enn 30°. Royndin heldur fram til størri vinklar, um hetta letur seg gera.

5. Avstandurin a (m) frá metta tyngdarpunktinum á farinum/bátinum verður máldur vinkulrætt uppá kranavirin í einum tvørskurði av farinum/bátinum.

6. Víddin undir GZ-kurvini skal, fyri at stabiliteturin skal kunna roknast fyri at vera nøktandi, uppfylla viðkomandi stabilitetskrøv í reglunum.

7. Úrslitið skal skrivast í eina standardtalvu, sum kann fáast frá Skipaeftirlitinum.

Fylgjandi skjøl kunnu eisini sendast inn í sambandi við fyrispurning/løggilding:

∙  Hallroyndsfrágreiðing sambært IMO Res. A.749(18) fyri skip > 24 m.
∙  Rokniark til eftirkannan av hallroyndini. (Kann skaffast talgilt)
∙  Hallroyndsfrágreiðing fyri skip undir 24 m.

Krøv til skjøl o.a. sum skulu innsendast.

Eftir at hallroynd ella lættskipsuppgerð er gjørd, skal frágreiðingin saman við stabilitetsupplýsingunum sendast Skipaeftirlitinum3 til góðkenningar.

3Fyri klassaði skip kann reiðarí frítt velja at lata klassan góðkenna stabilitetsupplýsingarnar.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv