Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at hava eftirlit við og gera trýstroyndir á tangum- og trýsttangum umborð á øllum1 føroyskum skipum. Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva viðkomandi handverksútbúgving so sum maskinsmiðjur e.l., hetta er tó ikki nøkur avgerandi treyt, um førleikarnir og royndirnar annars eru nøktandi
∙  Umsøkjarin skal hava hollan kunnleika til trýstroyndir og sýn av trýsttangum og øðrum tangum og kunna skjalprógva royndir við tílíkum arbeiði
∙  Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð og hjálpitól til hetta arbeiði
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri trýstroyndir av tangum umborð á skipum, herundir eisini tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing:

Talan er her um trýst- og lekaroyndir á tangum, so sum leysum og innskottaðum tangum, trýsttangum og fløskum, t.d.startluftfløskum o.l.

Reglugrundarlag:

∙  Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, kap. II-1, afsnit C: Maskininstallationer
∙  Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F, kap. IV, Afsnit B, Regel 4 og 5: Maskininstallationer
∙  §§ 369-374 í Bekendtgørelse nr. 173 af 21.05.1965 (Hovedbekendtgørelsen)
∙  Kunngerð frá Arbeiðseftirlitinum nr. 123 frá 23. oktober 1996 um trýstíløt og rørskipan undir trýsti

Alment um tangaeftirlit:

Allir tangar skulu roynast sambært fylgjandi krøvum, endamálið við royndunum er at eftirkanna styrkina og tættleikan á tangunum.

Allir tangar skulu tættleikaroynast á ein fyri Skipaeftirlitið nøktandi hátt. Royndin kann gerast við luft ella vesku.

Tangarnir kunnu vera grundaðir/primaðir, men ikki málaðir ella yvirflatuviðgjørdir á annan hátt, tá ið royndin verður gjørd. Tangar, sum eru ætlaðir til vesku, skulu trýstroynast við vesku. Um tað eftir royndina verða gjørdar fleiri gjøgnumføringar í tangan til m.a. rør, skal ein nýggj tættleikaroynd gerast. Henda royndin kann gerast við luft, meðan skipið er á sjónum.

Tættleikaroynd við luft - Útgerð til tættleikaroynd við luft:

Útgerðin skal vera tryggjað soleiðis, at yvirtrýstið í teimum tangum ella lastarúmum, sum skulu trýstroynast, ikki kann fara upp um ávíkavist 20 kN/m2 og 15 kN/m2 - ávíkavist 2,0 m og 1,5 m vatnsøjlu.

Royndartrýstið skal kunna stillast og avlesast frítt millum atmosferiska trýstið og yvirtrýstið.

Útgerðin skal hava nøktandi orku til at kunna viðlíkahalda yvirtrýstið, sjálvt um tað eru smærri luftlekar, m.a. við lúkur og ísdeksil undir roynd av lastarúmum.

Slatriveska:

Tað skal brúkast ein góð slatriveska, t.d. sápuvatn, til at staðfesta møguligar lekar.

Tættleikaroynd av tangum:

Lufttrýstið skal undir royndini lættliga kunna avlesast á einum vatnsøjlutrýstmálara (U-rør ella fíntfølandi instrument).

Lufttrýstið í tanganum verður fyrst økt til 20 kN/m2 (2,0 m vatnsøjlu) við so fáum fólkum sum møguligt hjástødd. Síðani verður trýstið minkað niður til royndartrýstið, sum er 15 kN/m2 (1,5 m vatnsøjlu), sápuvatn verður smurt á allar samlingar/sveisingar og hesar verða kannaðar.

Royndin eigur ikki at vera gjørd, meðan ein yvirflata er heit ella tá ið tangin hevur verið í sterkum sólarhita.

Trýstið skal haldast í rímiliga langa tíð, t.v.s. í minsta lagi 1/2-1 tíma.

Um lekar verða staðfestir, skal trýstið takast av, lekarnir umvælast og nýggj roynd gerast.

Trýstroynd við vesku, styrkiroynd:

Trýstroynd skal vanliga gerast, meðan skipið er á landi, men um hetta er ov torført ella ikki letur seg gera, kann trýstroyndin eftir avtalu við Skipaeftirlitið gerast eftir sjóseting. Trýstroyndin skal gerast við at fylla tangan við vatni til ovara enda á luftrørinum ella til eina hædd svarandi til tað trýst, tangin er roknaður at tola.

Trýstið skal í minsta lagi vera 25 kN/m2 (2,5 m vatnsøjla) við tanktopp.

Trýstið skal standa á í minst 20 minuttir. Trýstroyndin kann góðkennast, um so er, at eingi tekin eru um lekar, varandi broytingar ella aðrar skaðar. Um trýstroyndir avdúka veikleikar í tanganum, kunnu fleiri royndir krevjast. Eftir møguligar umvælingar skal nýggj roynd gerast.

Ikki trýsttangar:

Leyst uppsettir tangar til br.olju við tilhoyrandi innleggingum v.m:

Nýggir br.oljutangar, sum eru leyst uppsettir, skulu trýstroynast við í minsta lagi tí trýsti, sum teir undir brúki kunnu vera útsettir fyri, tó í minsta lagi við 0,25 kg/cm2.

Rúmar ein tangi upp til 100 kg av br.olju við flammipunkti uppá 30o C ella meira, ella um hann rúmar upp til 50 kg av br.olju við flammipunkti undir 30o C, er trýstroynd ikki tvungin.

Forbrúkstangar til oljufýringsskipanir skulu, tá teir vera bygdir, trýstroynast við tvífaldum trýsti av tí, teir undir brúki kunnu vera útsettir fyri, tó í minsta lagi við 0,25 kg/cm2. Tær br.olju pumpur, sum eru knýttar at oljufýringsskipanini saman við br.oljurørunum, forvarmarum og filtrum, skulu, eftir lidna uppseting umborð, trýstroynast við tvífaldum trýsti av tí trýsti, sum trygdarventilarnir á trýstsíðuni á br.olju pumpunum eru settir til, tó í minsta lagi við 0,28 kg/cm2.

Trýstroynd av tangum við høvuðssýn skulu gerast, um so er, at Skipaeftirlitið metir tað at vera neyðugt.

Trýsttangar:

Krøv fyri at kunna fremja løggildingaruppgávur, samsvarandi § 371 í Hovedbekendtgørelsen

Trýstroynd av trýsttangum við fyrsta sýn:

Allir nýggir trýsttangar til goymslu av atmosferiskari luft ella øðrum luftslagi undir trýsti skulu trýstroynast so vítt møguligt, áðrenn hesir vera settir umborð.

Trýstroynd av trýsttangum skeiðsbundin sýn - trýstroynd við vatni (samsvarandi kunngerð frá Arbeiðseftirlitinum)

Trýsttangar, sum ikki eru atkomuligir til nøktandi sýn innanífrá, skulu skeiðsbundið trýstroynast 5. hvørt ár, eins og teir lutir, rør og annað tilhoyrandi, sum eru brúkt í sambandi við bygging, skal trýstroynast, um so er, at sýnið vísir, at hetta er í slíkum standi, at vandi kann vera á ferð.

Royndartrýstið skal vera 1,3 ferðir arbeiðstrýstið við fyrstu eins og eftirfylgjandi trýstroyndir.

Trýsttangin skal vera merktur við arbeiðstrýsti, royndartrýsti, navni á framleiðara ella útvegara, byggiári, raðnummari, soleiðis at samleikin hjá trýsttanganum kann staðfestast, merki skal vera fest á tryggan og sjónligan hátt, við stempling inn í sjálvan trýsttangan ella á eina plátu, sum er fest á tangan.

Upplýsingar sum skulu vera tøkar fyri Skipaeftirlitið:

Í sambandi við hvørja trýstroynd skal ein staðfesting framleiðast, sum í avriti verður latin skipi og send Skipaeftirlitinum við posti ella telduposti email icon fma@fma.fo. Hon verður annars goymd hjá løggildaða. Ein talva til staðfesting kann fáast frá Skipaeftirlitinum. Staðfestingin skal í minsta lagi innihalda tær upplýsingar, sum talvan krevur.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv