Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til framleiðslu av glastrevjabátum (GRP).

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva útbúgving sum t.d.: bátabyggjari/skipstimbrari, plast- og apteringsbátabyggjari ella viðkomandi útbúgving, sum kann líkastillast
∙  Umsøkjarin skal vera kendur við teir ymisku arbeiðshættirnar viðvíkjandi glastrevjaarbeiði
∙  Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð til hetta arbeiði
∙  Umsøkjarin skal hava kunnleika til "Støbe- og Hærdeprosesser"
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri bygging av glastrevjabátum, herundir eisini tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki.
∙  Verkstað umsøkjarans skal hava galdandi umhvørvisgóðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
∙  Verkstað umsøkjarans skal hava galdandi góðkenning frá Arbeiðseftirlitinum til glastrevjaarbeiði

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Reglugrundarlag

Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F, kapitel II (2), regel 20, 21 og 22

Levering av kekklistum, talgildum upplýsingum v.m.:

Eftir at hava bygt ella umbygt ein glastrevjabát, skal tann løggildaði gera og undirskriva eitt próvskjal í trimum eintøkum, har fylgjandi upplýsingar skulu finnast:

1.  Navn og heimstaður hjá bátinum.
2.  Løggildingarnummar, navn og bústaður hjá løggildaða verkstaði.
3.  Upplýsingar um hvat báturin skal brúkast til.
4.  Staður og dagfesting fyri bygging/umbygging av glastrevjabátinum.

Eitt eintak av próvskjalinum skal fylgja bátinum. Eitt eintak skal sendast Skipaeftirlitinum, og tann løggildaði skal varðveita eitt eintak í minsta lagi 5 ár.

Eftirlit við verkstøðum, sum eru løggildaði av Skipaeftirlitinum at byggja glastrevjabátar.

Skipaeftirlitið kann til eina og hvørja tíð koma á eftirlitsvitjan á løggildaðum verkstaði. Har skulu próvskjøl fyri bygging og umbygging av glastrevjabátum vera til staðar. Skipaeftirlitið kannar eftir, at teir persónar, sum gera arbeiðið við bygging og umbygging av glastrevjabátum, eru somu persónar, sum løggildaða verkstaðið hevur upplýst í umsóknini. Skipaeftirlitið eftirkannar eisini innaneftirlitsskipanina hjá løggildaða. Eftirlitið verður gjørt sambært niðanfyristandandi eftirlitsskjali:

Firma:

Adresse:

Postnr.:

By:

 

JA

NEJ

     

Er bygningerne i fornuftig stand, således at regn ikke kan trænge ind i støbelokalet

Er støbelokalet isoleret således at det ikke påvirkes af den udendørs temperatur / solopvarmning

Er støbelokalets renlighed rimelig

Er støbelokalet fri for støv

Kan eventuelle vinduer afskærmes

Er støbelokaler frie for træk

Er der god belysning i støbelokalet, således at formene bliver godt oplyst

Er der passende ventilation i støbelokalet

Kan støbelokalerne opvarmes således at en ensartet (+- 6 grader) temperatur kan opretholdes (min 18 grader)

Kan støbelokalets luftfugtighed og temperatur styres

Forefindes kalibreret måleudstyr til verificering af støbelokalets temperatur, samt fugtighed

Er støbelokalet af passende størrelse i forhold til de opgaver der udføres

Opbevares polyester, vinylester, mm i forsvarligt rum / tank

Opbevares glasfibre i tørt rum

Er datablade på materialer tilgængelige

Forefindes arbejdsinstruktion for den enkelte arbejdsproces tilgængelig for medarbejdere

Kan det dokumenteres at de anvendte materialer ikke har overskredet sidste anvendelses dato

Opbevares afformede emner i tempereret lokale til hærdeprocessen er helt afsluttet (8 dage)

Kan certifikater på materialer fremvises, samt spores til de enkelte processer

Råder firmaet over kvalificeret personale til varetagelse at daglig kvalitetskontrol

Kan firmaet dokumentere hvordan kvaliteten styres, samt dokumenterer den enkelte proces

Er firmaet godkendt af arbejdstilsynet til arbejde i GRP

Bemærkninger:

   

 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv