Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at fremja isolatiónsmátingar av el-innleggingum umborð á øllum1 føroyskum skipum. Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal kunna skjalprógva løggilding sum góðkendur el-innleggjari frá "SEV" ella "Sikringsstyrelsen"
∙  Umsøkjarin skal hava neyvan kunnleika til el-innleggingar umborð á skipum
∙  Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð og hjálpitól til hetta arbeiði
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri el-innleggingar umborð á skipum, herundir eisini tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum

Isolatiónsmátingar av el-innleggingum umborð á skipum skulu fremjast samsvarandi ásetingunum § 368 í Bekendtgørelse nr. 173 af 21.05.1965 (Hovedbekendtgørelsen (fma-fmag-bek173)) og niðanfyri ásettu mannagongdum:

At gera isolatiónsmátingar:

Isolatiónsmótstandurin í lidnum el-innleggingum íroknað leidningsnetið skal mátast við battarídrivnum mátitóli til máting av isolatiónsmótstandi, t.d. einum MEGGARA.

Virðini av royndarspenningi og isolatiónsmótstandinum skal vera sum víst í fylgjandi talvu:

Netspenningur

Un volt

Minsti prøvaspenningur

Volt

Minsti isolatiónsmótstandur Mohm

Un ≤ 250

2x Un

1

250 < Un ≤ 1000

500

1

Høvuðstalvur, grupputalvur og undirtalvur:

Áðrenn nevndu talvur verða tiknar í brúk, skulu mátingar gerast. Úrslitið av hesum mátingum skulu ikki vera minni enn tað, sum víst er í talvuni.

Mátingarnar skulu takast millum hvønn "pol" og jørð, og millum samanhoyrandi "polar".

Mátingin skal gerast við øllum brótarum og kontaktum opnum, og allar sikringar til indikatorljós, voltmetur v.m. skulu takast úr.

Motorar og generatorar:

Isolatiónsmótstandurin millum viklingarnar og hvørja vikling og jørð skulu mátast.

Møguligir termofølarar í viklingunum skulu verða jørðaðir, meðan mátingarnar verða gjørdar.

Isolatiónsmótstandurin í motorum og generatorum skal mátast beint eftir, at hesir hava koyrt, soleiðis at mátingin verður gjørd, meðan motorur/generator er heitur.

Úrslitið av mátingunum skal ikki vera minni enn víst í talvuni.

Jørðbinding:

Allar jørðbindingar skulu gjøgnummátast.

Upplýsingar, sum skulu vera tøkar fyri Skipaeftirlitið:

Eftir at ein máting av isolatiónsmótstandi er gjørd, skal ein staðfesting framleiðast, sum í avriti verður latin skipinum og send til Skipaeftirlitið við posti ella telduposti fma@fma.fo. Hon skal annars goymast hjá løggildaða í minsta lagi 5 ár. Í staðfestingini skulu í minsta lagi vera hesar upplýsingar:

a.  Navn og heimstaður hjá skipinum.
b.  Eftirlitsnummar.
c.  Staður og dagfesting fyri mátingina.
d.  Hvørjir partar av el-innleggingini, sum møguliga ikki eru tiknir við í mátingarnar.
e.  Mátingarúrslitið áðrenn og aftaná eina møguliga umvæling.
f.  Navn og bústaður hjá løggildaða.

Staðfestingar, sum eru gjørdar innan 3 mánaðir fyri tann dag, sum høvuðssýn/endurnýggjan skal byrja, kunnu vanliga ikki væntast at vera góðtiknar av Skipaeftirlitinum í sambandi við lógarásett sýn.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv