Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at hava virksemi í sambandi við eftirlit og góðkenning av uppblásiligum bjargingarbátum og aðrari líknandi trygdarútgerð umborð á øllum føroyskum skipum.

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva góðkenning ("akkredittering") frá minst einum framleiðara
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og verða kendur við viðkomandi reglur fyri hetta økið og kunna skjalprógva nøktandi royndir til at kunna gera hetta arbeiði samsvarandi galdandi reglum og vegleiðingum innan avvarðandi øki
∙  Umsøkjarin skal serstakliga at hava drúgvar royndir við at hava eftirlit við uppblásiligum bjargingarbátum

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Allir uppblásiligir bjargingarbátar skulu sýnast við tíðarskeiðum, sum ikki eru longri enn 12 mánaðir, av einum góðkendum tænastuverkstaði, sum er ført fyri at sýna teir og hevur neyðugar umstøður og útgerð og bert brúkar starvsfólk, sum er útbúgvið til endamálið.

Reglugrundarlag

∙  Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, kap. III, regel 20 pkt. 8.1
∙  Søfartsstyrelsens vejledning nr. 6 af 6. august 1993 om vilkår for godkendelse af servicestationer for oppustelige redningsflåder

Upplýsingar sum skulu vera tøkar fyri Skipaeftirlitið

Fyri hvørt eftirlit av einum og hvørjum bjargingarbáti skal ein frágreiðing gerast, sum serstakliga skal vísa á funnin brek, gjørdar umvælingar og skrottaðar lutir. Yvir hetta skulu hagtøl førast, og hesi hagtøl skulu verða tøk á tænastuverkstaðnum.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv