Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til til framleiðslu, dimensionering og góðkenning av lyfti- og lossiútgerð ella partar av hesum umborð á øllum1 føroyskum skipum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

1. Skipaeftirlitið skipar umsøkjandi virkir/persónar t.v.s. teir sonevndu

"kompetente personer" í fylgjandi tríggjar kategoriir:

∙  Kategori A, er góðkent til fyrstu góðkenning (sertifisering) av lyfti- og lossiútgerð. Fyri at kunna fáa slíka góðkenning, skal viðkomandi í samarbeiði við eitt virki hava sniðgivið, dimensionerað, havt eftirlit við framleiðslu, hava roynt, sýnað og góðkent (sertifiserað) eina fullførda lyfti- og lossiskipan á ein fyri Skipaeftirlitið nøktandi hátt. Tey góðkendu klassafeløgini roknast fyri at vera góðkend í kategori A.
∙  Kategori B, er góðkent til millumliggjandi góðkenning (sertifisering) og góðkenning (sertifisering) eftir smærri umvælingar av verandi lyfti- og lossiútgerð. Fyri at kunna fáa slíka góðkenning, skal viðkomandi hava gjørt millumliggjandi eftirlit, hava roynt, sýnað og góðkent (sertifiserað) verandi lyfti- og lossiútgerð á ein fyri Skipaeftirlitið nøktandi hátt.
∙  Kategori C, er góðkent til góðkenning (sertifisering) í sambandi við árlig eftirlit, og góðkenning (sertifisering) eftir smærri umvælingar av verandi lyfti- og lossiútgerð. Skipari, yvirstýrimaður, maskinstjóri og 1. meistari roknast fyri at vera góðkendir samsvarandi kategori C.

2. Skipaeftirlitið góðkennir uttan víðari:

∙  Kompetent person, kategori A: Tey av Skipaeftirlitinum góðkendu klassafeløg og viðkomandi "royndarstovur".
∙  Kompetent person, kategori B: Framleiðarin av eini ávísari lyfti- og lossiútgerð, og "kompetente personer" av kategori A.
∙  Kompetent person, kategori C: Skipari, yvirstýrimaður, maskinstjóri, 1. meistari og "kompetente personer" av kategori A og B.

Til omanfyri nevndu persónar verður ikki givin serstøk góðkenning.

Víðari góðkennir Skipaeftirlitið sum "kompetent person" av kategori B, persónar, sum eru løggildaðir av framleiðara. Ein slík løggilding kann vera givin til at útføra eftirlit av einum ella fleiri sløgum av lyfti- og lossiútgerð, framleidd av viðkomandi framleiðara.

Umsókn um góðkenning sum "kompetent person" av kategori B, løggildaður av framleiðara, skal sendast til Skipaeftirlitið. Løggildingin frá framleiðara skal leggjast við umsóknini.

Áðrenn ein framleiðari løggildar ein persón, skal hann tryggja sær, at persónurin hevur gjørt millumliggjandi eftirlit, avprøving, sýn og góðkenning (sertifisering) av verandi lyfti- og lossiútgerð frá viðkomandi framleiðara ella av viðkomandi slagi.

Verður eftirlit gjørt í útlandinum, kann Skipaeftirlitið góðtaka teir "kompetente personer" av kategori B, sum eru løggildaðir av framleiðara eftir sama leisti, sum føroyskir persónar verða góðkendir.

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Reglugrundarlagið

∙  Søfartsstyrelsens teknisk forskrift nr. 12 af 12. oktober 2000 om hejsemidler og lossegrej m.v. i skibe
∙  Søfartsstyrelsens vejledning nr. 5 af 10. august 2001 om godkendelse af kompetent person i henhold til teknisk forskrift om hejsemidler og lossegrej i skibe

Próvskjal

Við eftirliti gjørt av góðkendum persóni av kategori B, skal avrit av góðkenning gevast skiparanum.

Við eftirlit gjørt av útlendskum persóni, skal avrit av løggilding frá framleiðara gevast skiparanum.

Próvskjal skal goymast umborð og kunna framvísast til viðkomandi myndugleikar.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv