Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til vegna Skipaeftirlitið at hava eftirlit við fastbygdum eldsløkkiskipanum umborð á øllum1 føroyskum skipum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

Umsøkjarin kann søkja um løggilding til eitt ella fleiri sløg av eldsløkkiskipanum, sum lýst undir "Nærri lýsing av løggilduga arbeiðnum". Løggildingin verður tó í hvørjum einstøkum føri knýtt at einum avísum fabrikati.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva í minsta lagi viðkomandi handverksútbúgving sum t.d. maskinsmiðjur, elektrikari e.l.
∙  Umsøkjarin skal skjalprógva støðugt dagførda góðkenning frá viðkomandi framleiðara av tí eldsløkkiútgerð, sum søkt verður um løggilding at kunna sýna og góðkenna
∙  Umsøkjarin skal skjalprógva royndir frá arbeiði við eldsløkkiskipanum
∙  Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð og hjálpitól til hetta arbeiði
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri viðkomandi eldsløkkiskipan umborð á skipum, herundir eisini tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing av løggilduga arbeiðnum

Talan er her um fylgjandi eldsløkkiskipanir:

Eldsløkkiskipanir við blandaðum atmosferiskum luftartum og aerosol í maskinrúmi.

∙  Inertgas CO2, Argonite, Inergen o.s.v.
∙  Halocarbon Clean Agent FS 49 C2, Novec 1230, Fe 13, Fm 200
∙  Halon 1301
∙  Aerosolir FirePro, o.s.v.

Reglugrundarlag

CO2: Fráboðan frá Skipaeftrlitinum B, Kapitel II-2 N(1)

Aerosolir: Søfartsstyrelsens vejledning nr. 4 af 24. nov. 2004 om fastinstallerede brandslukningsanlæg med aerosoler som slukningsmiddel

Restin: Fráboðan frá Skipaeftrlitinum B, Kapitel II-2 N(2)

Próvskjal fyri kanning v.m. av eldsløkkiskipanum

Eftir at ein eldsløkkiskipan er sýnað og/ella góðkend, skal tann løggildaði fylla út og undirskriva eitt próvskjal í 3 eintøkum. Í próvskjalinum skulu í minsta lagi vera hesar upplýsingar:

1. Upplýsingar um skipið:

Navn, heimstaður, eftirlitsnummar, kallinummar og møguligt IMO-nummar.

2. Upplýsingar um skipanina:

Slag, framleiðari v.m.

3. Upplýsingar um sýnið, frágreiðing:

Úrslitið av sýninum, hvat er kannað, hvat er umvælt, royndarkoyring, trykkroynd v.m.

4. Upplýsingar um løggildaða:

Navn og bústaður.

5. Staðfesting:

Dagfesting, stempul og undirskrift.

Eitt eintak av omanfyri nevnda próvskjali skal latast skipinum. Skipaeftirlitið skal hava eitt eintak, og tann løggildaði skal varðveita eitt eintak í minsta lagi 5 ár.

Uppskot til slíkt próvskjal skal leggjast við umsóknini.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv