Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

Lógargrundarlag

Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F, kap 1, regel 5 og 6 og kap. II, regel 20 og 21

§ 1. Endamál og allýsingar:

Stk. 1. Hesi ískoytiskrøv áseta nágreiniligari mannagongdir og krøv til skjalprógv í sambandi við leinging og størri umbyggingar av glastrevjabátum (hereftir undir einum nevnt "umbygging"). Ískoytiskrøvini skulu virka fyri, at umbyggingin verður framd eftir galdandi krøvum, at eins mannagongdir verða fylgdar, og at farið eisini eftir umbyggingina lýkur lógarásettu krøvini til styrki, stabilitet v.m.

Stk. 2. "Leinging og størri umbyggingar" skal skiljast samsvarandi allýsingunum í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F, kapitul I, regel 5 nr. 2:

Reparationer og forandringer af større omfang og udrustning i forbindelse dermed skal opfylde kravene til nye fartøjer i det omfang, Søfartsstyrelsen (Skipaeftirlitið) anser det for rimeligt og praktisk. Dette gælder dog fuldt ud for redningsmidler og anden udrustning.

Større reparationer, ombygninger og forandringer samt udrustning i forbindelse hermed omfatter: Enhver væsentlig ændring af et skibs hoveddimensioner, f.eks. ved forlængelse, et nyt dæk eller ny for- eller agterende. Forandringer, som i væsentlig grad ændrer et skibs kapacitet, f.eks. med hensyn til fangstkapacitet, eller lastkapacitet. Forandringer, som i væsentlig grad forøger et skibs levetid, f.eks. en fuldstændig renovering af et helt maskinrum, passagerrum på et helt dæk, eller hele apteringen på et last- eller fiskeskib. En række mindre forandringer og ombygninger, der tilsammen i væsentlig grad ændrer et fartøjs karakteristika eller kapacitet.

Stk. 3. "Verkstað" skal skiljast sum tann persónur ella felag, sum fremur umbyggingina og sum hevur formliga góðkenning (løggilding) til tess frá Skipaeftirlitinum.

§ 2. Byggiætlan

Stk. 1. Verkstaðið skal gera eina byggiætlan, sum skal góðkennast av Skipaeftirlitinum, áðrenn byrjað verður uppá umbyggingina.

Stk. 2. Byggiætlanin skal innihalda:

a)  Upplýsingar um farið, slag, framleiðari, mát og eigaraviðurskifti
b)  Upplýsingar um verkstaðið, herundir góðkenningarskriv (løggilding) fyri verkstaðið
c)  Staðfesting av, at upprunaskrokkurin eftir umbyggingina framhaldandi lýkur ásett

styrkikrøv. Staðfestingin skal so vítt møguligt verða frá uppruna skrokkframleiðara. Um hetta ikki letur seg gera, skal staðfestingin gerast av verkstaðnum, sum fremur umbyggingina

d)  Útrokning, sum staðfestir galdandi styrkikrøv. (sí dømi nr. 1 niðanfyri)
e)  GA-tekning við upplýsingum um ætlaðu umbygging og smálutatekning sum vísir

tilætlaða konstruktión og mát. (sí dømi nr. 2 niðanfyri)

§ 3. Skjalprógvan undir umbyggingini og samskifti við Skipaeftirlitið:

Undir umbyggingini skal verkstaðið skjalprógva fylgjandi:

a)  Dagfesting, tá umbyggingin byrjar
b)  Dagfesting, tá farið verður tikið inn á verkstaðið
c)  Dagfesting, tá skrokkur verður sundurskorin
d)  Dagfesting, tá byrjað verður at stoypa ímillum
e)  Dagfesting, tá umbyggingin er liðug
f)  Hita- og luftvætu loggur fyri alt umbyggingartíðarskeiðið

Skipaeftirlitið skal fráboðast, tá komið verður til dagfestingarnar nevndar í d) og e)

§ 4. Endalig skjalprógv, tá umbyggingin er liðug

Tá arbeiði er liðugt, skal fylgjandi skjalprógv latast Skipaeftirlitinum:

a)  Skjalprógvini nevnd í § 2 og § 3 stemplað og undirskrivað av verkstaðnum sum váttan fyri, at arbeiði er framt sambært byggiætlanini
b)  Dagførda GA-tekning samsvarandi lidnu umbyggingini
c)  Váttan frá verkstaðnum um, at farið lýkur styrkikrøvini í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F
d)  Avrit av seinastu tilfarsroynd frá royndarstovu, saman við upplýsingum um nýtta tilfarið.

§ 5. Onnur krøv í sambandi við umbygging

Byggiætlanin nevnd í § 2 skal eisini fevna um onnur fylgjuarbeiði, sum standast av umbyggingini, sum t.d.:

a)  Nýggj uppmáling og nýtt Málibræv
b)  Nýggj hallroynd og góðkenning av stabilitetsupplýsingum

Dømi 1 um útrokning sambært § 2, stk. 2 d)

Øki

Umráði (mm)

Góðstjúkt í mm

Aðrenn Leinging í mm

Eftir Leinging í mm

Laminat í kjøli og stevni

80 · B frá miðlinjuni

Tk = 7,0 + 1,3 · Loa

18,18

21,755

Laminat í botnklædninginum

Upp til djúpstu

Lastavatnlinjuna

Tb = 6,0 + 0,7 · Loa

12,02

13,945

Kimningur

100 mm á hvørjari síðu

Tc = 6,0 + 0,8 · Loa

12,88

15,08

Laminatið í síðuklædninginum, yvirbygningum, styrkis- og tangaskottum umframt dekshúsum

Yvir djúpstu

Lastavatnlinjuni

Td = 3,0 + 0,6 · Loa

8,16

9,81

Laminat í dekkum

Dekk yvirhøvur

Ts = 6.0 + 0,8 · Loa

12,88

15,08

 

   

 

 

Longd Loa aðrenn leinging

8,6

m

 

 

 

   

 

 

Longd Loa eftir leinging

11,35

m

 

 

 

   

 

 

Leinging

2,75

m

 

 

Tølini í døminum eru tilhugsaði!

(Gjørt verður vart við, at sum ásett í § 2, stk. 2 c) so skal upprunaskrokkurin eisini standa mátini undir teiginum "Eftir leinging í mm".)

Dømi 2 um smálutatekning sambært § 2, stk. 2 e)

Leinging (mm)

Tekning skal lýsa tilætlaðar styrkningar tvørskips og langskips!

   

2-300 mm

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv