Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum
um
byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør
(Fráboðan F)
Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri smærri vinnufør samsvarandi ásetingunum og kap. I, regel 1. Kunngerðin er somuleiðis galdandi fyri fyritøkur og persónar í Føroyum, sum umbyggja fiskifør, ið eru fevnd av hesum regluverki.
§ 2. Útgerð til vinnufør, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi galdandi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um útgerð á skipum, kann koma í staðin fyri útgerð, sum er nevnd í hesi kunngerð.
§ 3. Fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum sambært ásetingunum í kap. I, regel 5 umbyggja føroysk skip fevnd av hesi kunngerð, skulu frammanundan boða Sjóvinnustýrinum frá umbyggingini.
§ 4. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Sjóvinnustýrið, 5. apríl 2017
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)