Frá januar 2015 tekur Sjóvinnustýrið henda nýggja regluportalin í nýtslu, og samstundis verður gamli regluportalurin óvirkin.

Innihaldsliga er nýggi regluportalurin í høvuðsheitum bygdur upp á sama hátt sum hin gamli, men nýggi regluportalurin er tekniskt meira framkomin, brúkaravinarligur og í størri mun lagaður til tørvin hjá Sjóvinnustýrinum og viðskiftafólki okkara at skipa og bólka rúgvismiklu teknisku reglurnar fyri skip, skiparakstur o.a.

Regluportalurin hevur eina sjálvbodna tíðindatænastu, har ein og hvør kann skráseta seg til at fáa sjálvvirkandi boð umvegis teldupost, tá nýtt tilfar verður lagt á regluportalin (sí teigin "Melda til tíðindabræv" høgrumegin á forsíðuni). 

Regluportalurin er mentur av fyritøkuni Virkisráðgeving (VRG) í Saltangará.

Undir evninum "Um regluportalin" omanfyri á forsíðuni fæst neyvari kunning og vegleiðing um regluportalin, avmarkingar í skjalatilfarinum og hvussu skjølini verða bólkað undir einstøku økjunum/skipasløgunum.

Boð frá brúkarunum um skeivleikar og rættingar eru vælkomin á teldupostadressuna fma@fma.fo