ARBEIÐSEFTIRLITIÐ

Administration of Occupational Safety and Health

Falkavegur 6 ✪ P.O.Box 1134 ✪ FO-110 Tórshavn ✪ Faroe Islands

Tlf. +298 317811 ✪ Fax +298 314489 ✪ E-mail: info@arbeidseftirlit.fo

Skrásetingar nr.:

R-G007-1

Reglugerð

um

radiografiskar kanningar (NDT)

Reglugerðin hevur heimild í kunngerð nr. 79 frá 17. august 1999 um dampketlar á landi og kunngerð

nr. 123 frá 23. oktober um trýstíløt og rørskipan undir trýsti.

Hesar kunngerðir eru sokallaðar rammukunngerðir, har tær áseta almennar reglur um tilgerð,

tilevning og útgerð v.m. og somuleiðis ásetingar um fráboðan, góðkenning og eftirlit við ávikavist

dampketlum og trýstíløtum við tilhoyrandi rørskipan. Hesar almennu reglurnar verða so útbygdar við

nærri reglum, sum stjórin fyri Arbeiðseftirlitið ásetur í samstarv við Arbeiðsumhvørvisráðið.

Við atliti til frávik og klagumøguleikar verður víst til kapittul 13 í Arbeiðsumhvørvislógini og

somuleiðis verður víst til ásetingarnar um revsing í kapittul 14 í somu lóg.

Reglurnar í samband við framleiðslu av dampketlum og trýstíløtum innihalda ásetingar um

radiografiskar kanningar av sveisisamlingum. Við hesi reglugerð verður opnað fyri møguleikum hjá

virkjum at blíva góðkent til at útinna hesa tænastu.

1. Øki.

1.1 Reglugerðin umfatar tey krøv, ið verða sett til virkir fyri at blíva góðkend til at útinna NDTkanningar,

herundir radiografiskar kanningar, av sveisisamlingum á dampketlum, trýstíløtum og

rørskipan, sum antin blíva framleitt ella uppsett her á landi, í teimum førum har Arbeiðseftirlitið

hevur kravt slíka kanning, og at teir einstøku lutirnir eru framleiddir av lætt sveisandi stáli, fyri

trýstíløt og rør við ein mestu góðstjúkd uppá 50 mm.

2. Allýsing.

2.1 Við NDT-kanningar (N on D estructive T esting) er at skilja kanningar, sum ikki ávirka teir lutir,

sum blíva kannaðir, herundir koma eisini radiografiskar kanningar, sum eru kanningar við hjálp av

røntgen- ella gammageislingum.

2.2 Við lætt sveisandi normerað stál er í hesi reglugerð at skilja stál, sum er umfatað av galdandi

NGS-normum (Nordic Group for Steel Regulations), við atliti til viðgerðarforskriftirnar fyri tey

einstøku stálsløgini.

2.3 Við operatør er at skilja tann persón, sum skipar fyri ella útinnir ta radiografisku kanningina.

.

Lógarheimild:

Løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi

Kunngerð nr. 79 frá 17. august 1999 um dampketlar á landi

Kunngerð nr. 123 frá 23. oktober um trýstíløt og rørskipan undir trýsti

Útgivið fyrstu ferð:

01.06.2001

Seinastu broytingar:

3. Almennar ásetingar.

3.1 Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann, eftir skrivligari umsókn, góðkenna eitt virki til at útinna

radiografiskar kanningar av sveisingum av trýstíløtum, dampketlum og rørskipan til váttan av, at

krøvini til framleiðslunormarnar eru lúkaðir.

Ein slík góðkenning gevur virkinum eina rætt til at útinna hesar kanningar undir eftirliti av

Arbeiðseftirlitinum og verður bert givin við hesum treytum:

3.1.1 Virkið skal hava loyvi frá heilsumyndugleikunum, Statens Institut for Strålehygiejne, at nýta

radiografiska útgerð.

3.1.2 Virkið skal hava ta hjálparútgerð, sum er neyðug fyri at útinna kanningarnar á ein forsvarligan

hátt. Kanningarútgerðin skal hóska til arbeiðið og haldast í góðum standi. Útgerðin skal nýtast í

samsvar við tær fyritreytir, sum hon er ætlað til. Nýtsluleiðbeining á føroyskum/donskum skal verða á

staðnum.

3.1.3 Virkið skal hava eitt myrkakamar við neyðugari útgerð til framkalling, turking v.m. av filmum.

3.1.4 Virkið skal hava goymsluumstøður til filmarnar. Hesir filmar skulu goymast í samsvar við

leiðbeiningarnar hjá filmútvegaranum.

3.1.5 Tann neyðuga trygdarútgerð til verju móti geilsingarvanda skal verða á staðnum. Starvsfólkið

skal kunnast um ta røttu nýtsluna av hesi útgerð, og tann av heilsumyndugleikunum góðkendi

ábyrgdarhavari skal hava eftirlit við, at útgerðin verður nýtt til sítt endamál.

3.1.6 Upptøka og framkalling av radiografiskum filmum skulu útinnast av medarbeiðara við útbúgving

innan radiografiskt kanningararbeiði.

Virkið skal kunna vátta, at operatørurin hevur ta neyðugu ástøðiligu og praktisku vitan, soleiðis av

viðkomandi sjálvstøðugur kann útinna radiografiskt kanningararbeiði bæði tøkniliga og trygdarliga

forsvarligt.

3.1.7 Operatørurin skal ikki hava nakað tilknýti til framleiðsluvirkið og ikki hava nakað við framleiðsluna

at gera.

3.1.8 Operatørurin má ikki sjálvur útinna sveisiarbeiði á dampketlar, trýstíløt og rørskipan ella aðrar

lutir, sum hann sjálvur skal gera radiografiskar kanningar á.

3.2 Góðkenningin frá Arbeiðseftirlitinum um at útinna radiografisk kanningaraarbeiði kann takast

aftur, um treytirnar fyri góðkenningini ikki longur eru til staðar, ella galdandi ásetingarnar fyri at

útinna kanningararbeiði ikki verða fylgdar, ella annað mishald í hesum sambandi verður staðfest.

3.3 Broytingar í fyritreytunum fyri góðkenningini viðvíkjandi kanningarútgerð, kanningartøkni ella

setanarviðurskiftini hjá operatørinum skulu fráboðast Arbeiðseftirlitinum beinanvegin. Sama er

galdandi um ein annar enn tann góðkendi operatørurin verður nýttur.

4. Útinnan av kanningini.

4.1 Radiografiska kanningin skal útinnast eftir reglunum í fylgjandi ISO tilráðingum:

ISO RECOMMENDATION R 1106:

Recommended pratice for radiographic inspection of fusion welded butt joints for steel

plates up to 50 mm (2 inch) thick.

ISO RECOMMENDATION R 1027:

Radiographic image quality indicators, principles and indentification.

APPENDIX TO ISO RECOMMENDATIONS R 1106, R1027:

Explanations on the significabce of principal radiographic terms used in ISO

recommendations concerning welding.

ISO RECOMMENDATION 2504:

Radiography og welds and viewing conditions for films - Utilization of recommended

patterns of image quality indicators (I.Q.I.).

Hesar ISO tilráðingar umfata krøv til kanningarflokk (kanningartøkniligt støði) geislingarkeldu, film,

upptøkutøkni, lýsing (eksponering) og framkalling, merking av filmum, bílætagóðsku, frágreiðing

v.m.

4.1.1 Kanningarkflokkur. Tær í hesi reglugerð umfataðu radiografisku kanningar skulu, um ikki

annað er ásett, útinnast í fylgjandi kanningarflokki:

Røntgenkanningar: kanningarflokkur B

 Sambært ISO R 1106

 

Gammakanningar: kanningarflokkur C

 

4.1.2 Geislingarkelda. Sum geislingarkelda skal nýtast røntgentól. Í serligu føri, har røntgentól t.d.

vegna plásstrot ikki kann nýtast, kunnu radioaktivir isotopir nýtast.

4.1.3. Filmur og útbúnaður. Filmur og tilhoyrandi neyðugur útbúnaður skulu nýtast, fyri at krøvini í

pkt. 4.1.7 kunna lúkast.

4.1.4 Upptøkutøkni (fráleiki, geislingarrætningur, geometriskar treytir v.m.) Upptøkuhátturin skal

leggjast tilrættis soleiðis, at tey settu krøv við atliti til filmgóðsku, geometriskar tekningar á filminum

v.m. verða hildin innan tær kravdu mørk fyri frávik.

4.1.5 Lýsing (eksponering) og framkalling. Lýsingin skal verða tilpassað soleiðis, at sverting og

mótlitur á filmunum verður sum fyriskrivaða. Filmarnir skulu framkallast og festast soleiðis sum

filmútvegarin fyriskrivar.

4.1.6 Merking av filmum. Samleikamerkir (bókstavir og /elle tøl) av blýggj skulu setast á royndarevnið

til medfotografering á filmarnar.

Við upptøku av fleiri filmum í samband við hvøn annan, skal samleikamerkini støðast soleiðis, at

umskaringar av filmunum altíð kunna staðfestast.

4.1.7 Bílætagóðska. Fotografiska góðskan av filmunum skal kannast gjøgnum medfotografering av

góðkendum bílætagóðskutilvísing (IQI) = Image Quality Indicator.

Medfotografering (staðseting v.m.) av IQI-merkjunum skal gerast sambært ásetingunum i nevndu

ISO tilráðingunum.

Tey ásettu krøv til viðkvæmi av filmunum (avlesing av IQI-góðskutilvísingini) skulu fylgjast neyvt.

4.1.8 Frágreiðing. Frágreiðing av royndini skal saman við teimum upptiknu filmunum m.a.

innihalda upplýsingar um:

1)  Merking av filmum
2)  Kanningarflokk
3)  Geislingarkelda og lýsingardata
4)  Støðan av geislingarkelduni í mun til royndarevnið
5)  Slag av filmi, folio og møguligum øðrum útbúnaði
6)  Bílætagóðskutílvísing (IQI)
7)  Støðan av IQI-merkjum
8)  Meting av filmunum í mun til IIW's røntgenatlas

Um Arbeiðseftirlitið ynskir tað, hevur virkið skyldu til at lata eftirlitið fáa eitt eintak av frágreiðingini.

Gildi fyri reglugerðina

Hendan reglugerð kemur í gildi 1. juni 2001.

ARBEIÐSEFTIRLITIÐ

Eli Davidsen, stjóri.