Gildiskoma: 01.09.2013
Slag: Fráboðan

Við heimild í § 1, stk. 2 jvb. § 2, stk. 2 og § 14, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 11. december 2001 um trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

 

§ 1. Útlendsk skip í føroyskari havn, og útlendsk skip, sum eru í føroyskum sjóumveldi uttan at vera í ”óskaðiligari gjøgnumsigling” sambært altjóða havrættarsáttmálanum, skulu lúka krøvini sambært altjóða sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC). Stk. 2. Ásetingarnar í løgtingslógini um trygd á sjónum um eftirlit við MLC-viðurskiftum og umsitingarlig inntriv, herundir boð, forboð, siglingarbann og forboð ímóti at koma í føroyska havn, eru galdandi fyri tey í stk. 1 nevndu skip.

§ 2. Tann, ið á serliga grovan ella fyrilitsleysan hátt brýtur § 2, verður revsaður við bót ella fongsul í upp til 2 ár.

Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.

Stk. 3.Tá revsiábyrgd verður áløgd løgfrøðiligum persónum, verða persónar, sum annar enn reiðarin hevur sett umborð á skipið at arbeiða, eisini mettir at vera knýttir at reiðaranum. Um samsvarsskjal sambært koduni um tryggan skiparakstur (ISM), ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) er útflýggjað til eitt annað felag ella persón enn reiðarin, eru skipari og sjófólk eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.

Stk. 4.Ein løgfrøðiligur persónur, ið prógvar at hava gjørt alt sum er neyðugt til tess at tryggja eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi umborð, kann tó ikki verða revsaður, um ein arbeiðstakari brýtur reglurnar um persónliga verndar- og trygdarútgerð, trygdarreglur v.m., sum bert hava til endamáls at verja viðkomandi sjálvan.

§ 3 Henda fráboðan kemur í gildi tann 1. september 2013.

Sjóvinnustýrið, tann 14. august 2013

Hans Johannes á Brúgv, stjóri

/ Petur E. Nielsen, ráðgevi

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv