Við heimild í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broyting, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni, verður ásett:

§ 1. Fráboðan frá Skipaeftirlitinum nr. 1 frá 9. februar 2009 um krøv til loðs- og rýmingarleytarar umborð á skipum, verður við hesum sett úr gildi.

§ 2. Henda Fráboðanin frá Sjóvinnustýrinum kemur í gildi tann 1. juli 2013

Stk. 2. Loðsleytarar, sum eru framleiddir í Føroyum sambært fráboðanini nevnd í § 1 og seldir føroyskum skipum áðrenn 1. juli 2013, kunnu tó framhaldandi verða brúktir, til leytarin skal skiftast út vegna skaða, slit, elli ella líknandi. Nýggi loðsleytarin skal tá lúka tey í stk. 3 nevndu krøv.

Stk. 3. Eftir 1. juli 2013 er bert loyvt at framleiða, marknaðarføra, selja, keypa og brúka loðsleytarar, sum lúka tey til eina og hvørja tíð galdandi krøvini í teknisku regluverkunum hjá Sjóvinnustýrinum um loðsleytarar v.m. umborð á skipum

Sjóvinnustýrið, tann 7. juni 2013

Hans Johannes á Brúgv

stjóri

                                                                                                                                                                                                                                                                                                     / Petur E. Nielsen, ráðgevi

Viðmerkingar til Fráboðan 1/2013

Ásannandi, at galdandi teknisku høvuðsregluverkini hjá Sjóvinnustýrinum (Fráboðan B, D, E) áseta nøktandi konstruktións-, nýtslu- og goymslukrøv til loðsleytarar, sum byggja á altjóða standardir, góðkenning og mannagongdir, verður fráboðanin frá 2009 ikki mett neyðug longur og verður tí sett úr gildi.

Sostatt skulu allir loðsleytarar umborð á føroyskum skipum framyvir lúka somu altjóða IMO krøvini, soleiðis sum hesi eru implementerað í tekniska regluverkið hjá Sjóvinnustýrinum fyri avvarðandi skipaslag.

Sambært fiskivinnulóggávuni, nýtir Fiskiveiðieftirlitið eisini loðsleyaran, tá fiskivinnukanningar verða gjørdar umborð á føroyskum og útlendskum skipum í føroyskum sjógvi.

Teir loðsleytarar, sum longu eru framleiddir í Føroyum sambært fráboðanini frá 2009, og sum longu eru í nýtslu umborð á skipum, kunnu framhaldandi nýtast, til teir skulu skiftast út av t.d. sliti og elli. Nýggi loðsleytarin skal tá lúka altjóða krøvini sambært galdandi tekniska regluverkinum hjá Sjóvinnustýrinum.

Eftir 1. juli 2013 verður ikki longur loyvt at framleiða og nýta loðsleytarar sambært ásetingunum í fráboðanini frá 2009.